fríggjadagur 21. september 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 183 - 21. september 2007
lýsingar
Ministry of Fisheries and Maritime Affairs
FISKIMÁLARÁÐIÐ
STJÓRI TIL TILBÚGVINGARSTOVN FØROYA
Stjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at tilbúgv-
ingarøkið undir Fiskimálaráðnum, og samskipanin
hesum viðvíkjandi, virkar á ein tryggan hátt.
Høvuðsuppgávur
Leiða og samskipa arbeiðið á Tilbúgvingarstovninum,
herundir
• at samskipa og greina raðfestingar og verkætlanir og
gera meginsetningar millum starvsøkini undir
brunaumsjónini, sjóbjargingarstøðini (MRCC)
og onnur tilbúgvingarøki
• at seta í verk tilbúgvingarlig menningartiltøk, eitt nú
skipaða førleikamenning fyri útinnandi partarnar í
tilbúgvingini í samstarvi við brunaumsjónina og
sjóbjargingarstøðina
• at umsita játtanir mótvegis miðfyrisitingini
• at evna til uppskot til lógir og kunngerðir innan
tilbúgvingarøkið
• at veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í tilbúgving-
armálum
• at samstarva um tvørgangandi uppgávur í
Fiskimálaráðnum
Almenn førleikakrøv
• Útbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving
og royndir, ið kunnu javnsetast við hetta
• Viðkomandi leiðsluroyndir
• Starvsroyndir ella kunnleika til tilbúgvingarøkið
• Góð evni at samskifta, bæði munnliga og skrivliga,
á føroyskum, donskum og enskum máli
• Góð samstarvsevni og evni at fyriskipa
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá
Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera
tænastumannastarv.
Starvsheitið er stjóri og tann, ið settur verður, hevur
beinleiðis tilvísing til aðalstjóran í Fiskimálaráðnum.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir
tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður
Tilbúgvingarstovnur Føroya.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, royndir
og møgulig viðmæli skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Heykavegur 6
Postboks 347
110 Tórshavn
Att: Rógvi Reinert
Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta
lagi 22. oktober 2007. Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til Rógva Reinert, aðalstjóra,
á tel. 353030.
www.fisk.fo
Tilbúgvingarstovnurin fevnir um Sjóbjargingarstøðina (MRCC-Tórshavn), Neyð- og Trygdartænastuna,
Tilbúgvingarsamskipanina og Brunaumsjón Landsins. Í løtuni starvast tilsamans 21 fólk á stovninum.
www.markisur.fo
Rex markisur
Vakrar, hentar og álítandi
Skjót og trygg uppseting
Dygd, fyri rættan prís
Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið
Framsýning
við markisum, terassuhitarum og
øðrum nýggjum spennandi vørum
Verður í miðlagarðinum leygardagin
22. sept. frá kl 10. inngongd frá Vágsbotni
Øll eru vælkomin!