fríggjadagur 21. september 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 183 - 21. september 2007
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðul til brúkara í Tórshavn
Stuðulstænastan søkir eftir einum hjálp
ara skjótast gjørligt at arbeiða 30 tímar
um vikuna hjá einum rørslutarnaðum
manni í Tórshavn.
Hjálparin fer at arbeiða saman við øðrum
hjálparum, ið arbeiða 8 tíma vaktir –
dag kvøld og náttarvaktir í eini 24 tíma
vaktarskipan.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar, ið hava eina viðkomandi
sosiala ella heilsufakliga útbúgving hava
fyrimun til starvið. Neyðugt er at hava
koyrikort.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum
primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan
almanna og heilsuøkið, verður víst til hjálp
arfólkasáttmálan hjá pedagogfelagnum.
Setanartreytir:
Setanarøkið er Nærverkið, tænastustaðið
í løtuni er Stuðulstænastan. Løn sambært
sáttmála millum viðkomandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Karin á
Heygum, sosialráðgeva, tlf: 354020.
Umsókn:
Umsókn saman við avrit av prógvum og
møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Løkjatún 1, F0160 Argir
Umsóknarfreist: 8. oktober 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Leiðari til Sambýlið í Smærugøtu í Tórshavn
Søkt verður eftir leiðara til Sambýlið í
Smærugøtu 29 til setan 01.12.2007.
Sambýlið í Smærugøtu 29 er heim hjá 4
fólkum við menningartarni. Endamálið
við sambýlinum er at skapa eitt trygt og
mennandi heim og umhvørvi fyri hvørt
búfólk.
Ynskiligt er, at tann, sum settur verður,
hevur kunnleika til og royndir innan
arbeiði við fólki, sum eru menningar
tarnað. Eisini er tað ein fyrimunur, um
viðkomandi hevur roynt seg sum leiðari
áður og hevur framhaldsútbúgving
innan økið.
Vit sóknast eftir einum fólki, sum:
• hevur lokið námsfrøðiligt ella
líknandi prógv
• hevur hug og hegni at fyrisita og leiða
• kann standa fyri at fremja broytingar
• hevur vilja og evni at samstarva við
viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk
og leiðslu
• hevur hugflog at síggja møguleikar
fram um forðingar
• kann seta greiðar linjur
Setanartreytir:
Setanarøki er Nærverkið, og tænastu
staðurin er í løtuni í Trivnaðartænastuni.
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi
yrkisfelag. Um pedagogur, ið framman
undan er tænastumaður, verður settur í
starvið, heldur tænastumannasetanin
fram, og verður lønin sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Umsókn
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til Jóanes N. Dalsgaard, deildarleiðara, á
telefon 304020.
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmæli og lívsgongdarlýsing skulu
sendast til:
Nærverkið
Trivnaðartænastan
Stílað: Jóanes N. Dalsgaard
Eirargarður 2,2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 8. oktober 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Søkt verður eftir
fólki við royndum
innan húsabygging
Talan er um fast starv við
góðari løn til rætta persónin
Frættið nærri við at ringja
á tel. 210800
Fyriskipari
Tórshavnar kommuna
1. november 2007 verða hølini til daghald fyri pensiónistar í
Nólsoy klár at taka í nýtslu.
Í hesum sambandi verður søkt eftir fólki at fyrireika og skipa
fyri virkseminum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Talan er um parttíðarstarv. Tímatalið verður ásett í mun til
játtan frá Almannastovuni sambært løgtingslóg um stuðul til
umsorgararbeiði.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Eyðun Jensen, deildarleiðara,
tlf. 302010.
Umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi 5. oktober 2007.
lýsingar