Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 21. september 2007 43 lýsingar Hús til sølu Um hóskandi boð fæst verða sethús í Hvalvík seld Ognin hevur matr. nr. 178 Hvalvík Grundøkið er uml. 400 m2 til støddar. Húsini eru uml. 50 m2 til víddar í trimum hæddum. Innrættningur: Veghædd: Gangur við atg. til køk, stovu og baðiverilsi v/kar, WC og handvask. Loft: Gangur, 1 kamar, størri verilsi og lítið goymslurúm. Kjallari: Full hædd og gólvið stoypt. 4 rúm: vaskirúm, fýrrúm, arbeiðsrúm og lítið goymslu­ rúm. Grundin er stoypt, húsið er annars bygt úr timbri og klætt við aluminium. Takið er av aluminium. Á ognini stendur hjallur. Húsini liggja við høvðusvegin og við útsýni til plantaguna. Áhugað kunnu venda sær til: ADVOKATGARÐIN Bringsnagøta 21, Tórshavn tlf. 311744, avgr. tíð: má.-fr. kl. 10-16. Julianna Klett Telefon (298) 311744 Bringsnagøta 21 Telefaks (298) 318844 Postboks 62 Avgreiðsl. Kl. 10-16 mán.-frí. 110 Tórshavn e-mail:klett@post.olivant.fo ADVOKATGARÐURIN Vit rudda Nøkur sett av brúktum og óbrúktum stál- og alu-felgum og dekkum selist fyri lítið og lætt. Til: • BMW E36 og E46, 15", 16", 17" og 18" • Mitsubishi Carisma, 15" • Daewoo Leganza, 15" • Toyota Carina E, 14" • Citroen Picasso, 15" Selt verður út leygardagin kl. 10-12 Bilfríðkan · á Hjalla 6 RANAPLAST 630 TIL SØLU Ring 250373 / 253329 Eiðis kommuna Lýsing eftir dagrøktara Søkt verður eftir dagrøktara til gestarøkt o.a. til kommunalu dagrøktina í Eiðis kommunu, at byrja 1. oktober. Skrivlig umsókn verður at senda til dagrøktarskip­ anina í kommununi Nærri upplýsingar fáast við at ringja til dagrøktar­ leiðaran á tlf. 210588 ella 423588 Eiði, tann 17. september 2007 Dagrøktarskipanini í Eiðis Kommunu Starvið Í sambandi við at eitt av starvsfólkum okkara er farið í annað starv, er eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum málsviðgeri leyst at søkja á próvstovuni. Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at: • Málsviðgerða • Samskipa og fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur á próvstovuni – innstilling til próvtøku, skemalegging, tekstuppgeving o.a. • Saman við uppgávunevndum o.ø., gera próvtøkuuppgávur klárar til prentingar, skriva tekstir, gera uppseting (lay out) o.a. • Prenta, pakka og senda próvtøkuuppgávur til allar skúlar í skúlaverkinum • Umsita virkisøki, sum verða løgd til próvstovuna, t.d. samskifti við próvdómarar o.o. • Avgreiða samsýning fyri próvdøming Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur: • Útbúgving og/ella royndir í skrivstovuyrkinum ella øðrum, ið kann javnmetast við hetta • Góðan kunnleika í nýtslu av edv (windows, word, access, excel, power point, indesign og photo shop) • Góðan kunnleika til føroyskt • Góð samstarvsevni • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at arbeiða undir tíðartrýsti Vit bjóða Starvið er spennandi við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan undirvísing og mentan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarfl okki 3. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalráðið, og allar deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Mentamálaráðið Postrúm 3279 110 Tórshavn Ella sum teldupost til mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2007, kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast til ber. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Bjarna Wilhelm, fyrisitingarleiðara í Mentamálaráðnum, tlf. 35 50 50. Mentamálaráðið Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í aðalráðnum eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin er býtt í 3 deildir – fólkaskúladeild, vinnu-/miðnámsskúladeild og mentamáladeild – sum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til, umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin. Próvstovan, sum er í fyrisitingarpartinum av stápinum, hevur til uppgávu at umsita teim praktisku viðurskiftunum próvtøkuni viðvíkjandi, so sum at gera og prenta próvtøkuuppgávur og annars at samskifta við uppgávunevndir, próvdómarar og skúlar. Próvtøkufyrisitari sansir.fo