Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 10. mai 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Dómsnevndin hjá Hondbóltssambandin um fór týskvøldið undir viðgerðina av málinum um niður- flyting úr bestu kvinnudeildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum kunnugt tók trætumál seg upp, tá seinasta leikum- far í hondbóltskappingini hjá bestu kvinnudeildini hevði verið. Stóri spurning- urin tóktist vera, hvørt tað skuldi verða Tjaldur ella Sóljan, sum komandi kapp- ingarárið skal spæla hond- bólt í aðru deild. Á stigatalvuni høvdu bæði liðini sama stigatal, meðan málmunurin hjá Tjaldri var munandi betri enn tann hjá Sóljuni, og tí hildu tær á Skálafjørðinum seg hava vunnið rættin til enn eitt leikár í bestu deild- ini. Møttu ikki Kjarnan í málinum er dyst- urin, sum Tjaldur skuldi spæla móti VB í grund- spælinum. Sama morgun, sum dysturin skuldi spæl- ast, gav Tjaldur avboð til dystin, tí tær hildu veðrið vera somikið vánaligt, at tað ikki var ráðiligt at fara suður. Fyri fyrst varð dysturin útsettur, men tá nýggjur dystur ongan tíð kom á skránna, tók kappingar- nevndin avgerð um, at VB skuldi vinna uttan dyst. Síðani hoyrdist millum lítið og einki til hetta mál. Ikki fyrr enn á seinast leik- umfari kom aftur rok í, eftir at Sóljan og Tjaldur høvdu leikt seinasta dystin sín- ámillum. Sigurin hjá Sólj- uni í hesum dysti viðførdi, at tær komu ájavnt Tjaldr- inum í stigum, og fagnað- urin var stórur í Vágunum. Tey hildu seg til grein 7.7 í kappingarreglunum, har ásett er, at um lið ikki er møtt til dyst í kappingarár- inum, verður hetta galdandi fram um málmunin. Góðtóku ikki avgerðina Ein skuldi so hildið, at støðan í málinum var púra greið, men Tjaldur vildi als ikki góðtaka hesa tulking- ina. Tey siga seg ongan tíð hava fingið boð frá HSF um, at liðið noyddist úr deildini, um talan var um javnstøðu í stigum. Eisini varð ført fram, at tað ikki var fyrr enn tey lósu tað í fjølmiðlunum, at tey vistu av, at tey vóru dømd at tapa dystin. At Tjaldur so eisini hevur gjørt sáttmála við fleiri leikarar, umframt venjaran, til komandi kappingarár, ger sjálvsagt ikki støðu teirra betri. Snøgt sagt er talan um eina katastrofu fyri felagið, um niðurflyt- ingin til aðru deild verður veruleiki, og tí gjørdu tey alt fyri eitt av at kæra málið um niðurflyting til kapp- ingarnevninda. Dómsnevndin tekur avgerðina Kappingarnevndin vísti tá málið frá sær, vísandi til grein 7.7, og Tjaldur gjørdi tá alt fyri eitt av at kæra málið til dómsnevndina. Dómsnevndin hevði týs- kvøldið fund um málið, men Niels Nattestad, for- maður, sigur við Sosialin, at enn er eingin avgerð tik- in í málinum. - Út frá teimum upplýs- ingum, sum vit í løtuni hava um málið, kunnu vit ikki taka nakra avgerð. Vit hava í løtuni bert kæruna frá Tjaldrinum at taka støðu út frá, og tí hava vit biðji kappingarnevndina um fleiri upplýsingar, sigur Niels Nattestad. Spurdur, hvussu long tíð fer at ganga, áðrenn dóms- nevndin hevur tikið støðu í málinum, sigur Niels, at hann vónar ikki, at hetta fer at taka meira enn eina góða viku. Umframt Niels Nattestad eru Jógvan Elias Winther Poulsen og Øssur av Stein- um í dómsnevndini hjá HSF. HB fer fríggjadagin undir nýskapandi bilaframsýning í sam- band við heimadystin móti GÍ FÓTBÓLTUR&BILAR Jákup Mørk Sum ein roynd at skapa meira undirhald í samband við heimadystir sínar, hev- ur HB nú gjørt avtalu við bilasølur, soleiðis at hesar sleppa at hava framsýning- ar undir heimadystunum hjá HB. Fyrstu ferð hetta verður roynt verður fríggjadagin, dýra biðidag, tá HB á heimavølli tekur ímóti GÍ. Birgir Enghamar, for- maður í HB, sigur við Sos- ialin, at ætlanin við hesum fyrst og fremst er at skapa meira lív kring heimadyst- irnar hjá besta mansliðnum. Hann greiðir frá, at fram- sýningin er skipað soleiðis, at fýra bilar frá Meinhard Arge verða sýndir fram undir dystinum. Tveir við syðra enda av ovara vølli og tveir ímillum HB- og B36- húsið. Rulla inn í hálvleikinum Í hálvleikinum verða bil- arnir so rullaðir inn á vøll- in, og tá fer stadion-varpar- in at greiða eitt sindur frá bilunum. Hvørja útgerð teir hava, hvat teir kosta o.s.fr. Sum nevnt, er hetta fyrsta ferð, at HB roynir seg við slíkum tiltaki, men formað- urin ivast ikki í, at hetta er nakað, sum kann gerast fastur táttur til heimadystir felagsins. - Vit síggja í øllum førum hetta sum eitt spennandi høvi hjá bilasølum at sýna vørur sínar fram, sigur Birgir Engamar, sum ann- ars leggur dent á, at allar bilasølur eru vælkomnar at venda sær til felagið hesum viðvíkjandi. Víðari sigur hann, at ætl- anin er at hava slíka fram- sýning allar teir átta heima- dystirnar, sum felagið hev- ur eftir í ár. Higar til er av- tala gjørd við tríggjar bila- sølur, og verður tann fyrsta altso Meinhard Arge, sum fer at sýna fýra Opel-bilar fram fríggjadagin. Dómsnevndin tekur støðu til niðurflytingina Hóast hondbóltskappingin var liðug fyri einum mánaði síðani, er dysturin millum Tjaldur og Sóljuni enn ikki liðugt leiktur Fótbóltsdystur og bilaframsýning Formaðurin í HB vónar, at bilaframsýning verður ein fastur táttur til heimadystirnar hjá HB 16 Nr. 89 - 10. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 C M Y K ÚT AT KOYRA Mazda 323 F Mazda 323 F kemur nú á marknaðin í eini nýggjari útgávu, sum fæst við 2.0 litur motori við 130 hk, og eini VICS (Varieble Inertia Charging System) skip- an, sum styrkir innsúgv- ingareffektina og gevur betri snúningsmoment. Kelda: Motor Magasinet Nýggjur Vectra í heyst Ein nýggjur Opel Vectra verður ein av stóru nýggjheitunum á bila- framsýningunum í heyst. Designi verður ein blanding av núver- andi Vectra og Astra. Í fyrstu syftu kemur hann við 4 og 5 hurðum, og stationvognurin kemur eitt ár seinni. Kelda: FDM / Motor Mercedes-Benz CLK 320 - luksusbilur í milliónaklassanum Tað er ikki á hvørjum degi at vit síggja spildurnýggjar bilar, í tí dýra luksusklassan- um við føroyskum nummarplátum. Men nú ein dagin kom ein Mercedes-Benz CLK 320 til landið. BILAR Magnus Gunnarsson Tá Hans Jacob Kollsker, sum eigur og rekur plátu og lakkeringsverkstaðin, “Bil- verkstaðið v/ H. J. Koll- sker” í Slættanesgøtu í Havn, var í páskafrí í Týsk- landi, leitaði hann sær eftir einum Mercedes luksusbili. Úrslitið var at tað eydnaðist at fáa ein silvurgráan Mer- cedes-Benz CLK 320 við hvítum leðursetrum og hópin av eykaútgerð. Hetta er ein bilur sum kostar uml- eið kr. 800.000,- her hjá okkum, og yvir eina mill- ión í Danmark. Hópin av útgerð Bilurin er so væl útgjørdur, at vit ikki kunnu nevna alt, men hann hevur til dømis Parktronic, sum sigur frá um bilurin kemur ov nær, tá hann verður parkeraður. Setrini farmman, sum kunnu stillast elektriskt á allar hugsandi mátar, hava memory funktión, soleiðis at tey sum vanliga koyra við bilinum, kunnu við at trýsta á ein knøtt, fáa setrið at stilla seg sjálvt inn til teirra. Telefonin er innbygd í gardanboksina, og á instr- umentbrettinum sæst hvør tað er sum hevur ringt. Man tekur telefonina, ella leggur á við at trýsta á knøttar á rattinum. Eisini hevur bil- urin eitt gott Bose-anlegg við 8 hátalarum, regnsens- orar til viskararnar, og el- sóltak. At koyra bilin er ein upp- living fyri seg. Ljóðið frá V6 motorinum, kraftyvir- skotið og koyrieginleikarn- ir, saman við Tip Tronic automat. gearkassanum, gera bilin til nakað heilt serligt. Mercedes-Benz CLK 320 Motorurin: 3,2 litur V6 218 hk 0-100 km/t: 7,4 sek Toppferð: 240 km/t Bensinnýtsla: 9,9 km/l Dekkstødd: Framman: 205/55-16, aftan: 225/50-16 Stødd og vekt: Longd: 457 cm, Breidd: 172 cm, Hædd. 139 cm, Eginvekt: 1495 kg, Viðførisrúm: 420 litrar Hans Jacob Kollsker við nýggja Mercedes CLK bilinum CITROËN ZX 1.4I IMAGE 5/H Árg mar.96, Km 83.500. Kr. 85.000. MITSUBISHI GALANT 2.0 GLSI Árg jun.91, Km 186.500. 5/h. Kr. 85.000. CITROËN BX 1.6 SELECTION 5/H Árg aug.92, Km 55.000. Kr. 60.000. CITROËN XANTIA 1.9 TD STW Árg mar.96, Km 85.500. Kr. 119.000. NISSAN PRIMERA 2.0 SLX 4/H Árg aug.97, Km 25.000. Kr. 139.000. RENAULT MEGANE 1.4E Árg jul.98, Km 36.500. Kr. 109.000. PEUGEOT 106 DIESEL Árg jul.95, Km 117.500. Kr. 59.000. TOYOTA CARINA E TD Árg nov.96, Km 125.000. Kr. 120.000. MITSUBISHI COLT 1.6 GLX 3/H Árg mai.97, Km 84.500. Kr. 105.000. MITSUBISHI L300 2.5 TD 4X4 Árg mai.96, Km 140.000. Kr. 120.000. MAZDA 323 1.3 4/H Árg 2000, Km 18.000. Kr. 130.000. MITSUBISHI LANCER 1.5 EXE Árg jun.92, Km 118.000. Kr. 65.000. BMW 318 TDS COMPACT Árg apr.96, Km 44.300. Kr. 160.000. MITSUBISHI LANCER 1.5 EXE Árg 89, Km 203.000. Kr. 15.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo