hósdagur 10. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 89 - 10. mai 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
C
M
Y
K
Hóast FM-kappingin
í bridge nú er av, eru
ikki stundir hjá før-
oyskum leikarum at
taka sær av løttum
fram til komandi
heyst
BRIDGE
Bogi Simonsen og
Arnbjørn Sivertsen
Komandi leygardag verður
tann sera væl umtókta para-
kappingin í bridge leikt í
Kagganum í Tórshavn.
Kappingin er vorðin ein
tann best umtókta para-
kappingin, vit hava her
heima. Sum nakað nýtt
verður byrjað við, at tey
bæði liðini, sum vunnu
hvør sítt umfar í liðkapp-
ingini hjá BK 2000/2001
leika ein dyst á 8 spøl fyri
at finna ein samlaðan vinn-
ara.
Liðini: í kappingini eru
hesi:
Bogi Simonsen, Niels
Nielsen, Finn Ougaard og
Høgni Jacobsen.
Per Kallsberg, Dánjal
Pauli Mohr, Marjun Rest-
orff og Arnleyg Mikkelsen.
Lagt verður til brots
klokkan 13:00 við liðfinal-
uni. Sjálv parakappingin
byrjar kl 14:00. Av tí at
pláss ikki er fyri meir enn
10 borðum, verður luttøkan
avmarkað. Kappingin verð-
ur fyriskipað av Róa á
Rógvu Joensen, ið hevur
staðið á odda fyri fleiri av
teimum best fyriskipaðu
kappinginum hetta kapp-
ingarárið.
Unglinga NM í
summar
Unglingalandsliðið
hjá
okkum skal til Trelleborg í
Svøríki síðst í juni at spæla
norðurlandakapping.
Vit
fara her í blaðnum at pres-
entera unglingalandsliðið
ein og ein. Á liðnum verða
Arne Mikkelsen, Reimund
Langgaard, Gunnar Mourit-
sen, Høgni Vesturklett, Pól
Egholm og Magni Jøkladal.
Ferðaleiðari og NPC verður
Finn Ougaard.
Leikarin hesu ferð er:
Navn:
Gunnar Mouritsen
Føddur: 18. september
1982
Bústaður: Tórshavn
Gunnar Mouritsen má
sigast at vera ein av okkara
evnaríku bridgespælarum.
Hann byrjaði at spæla
bridge í 1995. Hann hevur
einaferð áður roynt seg í
NM høpi, tað var í 1997, tá
ið NM varð leikt í Føroy-
um. Gunnar hevur hetta
síðsta árið leikt í 1.deild,
har hann og makkarin stóðu
seg væl. Gunnar gongur í 2.
g í Hoydølum.
Opið hús
Unglingalandsliðið, sum
fer til NM í Svøríki í
summar, skipar fyri al-
mennum parakappingum í
Bridgehúsinum
í
Havn
hvønn sunnudag, til teir
fara avstað umleið 20. Juni.
Longu nú sunnudagin hava
teir opið hús kl 14.00.
Spæligjaldið fer til fígging
av ferðini hjá teimum, so
teir vóna góða undirtøku.
Rottneros
Tað er komandi vikuskifti,
at norðurlendska kappingin
fyri steypavinnarar verður
spæld í Rottneros í Svøríki.
Føroyska liðið, sum vann
steypakappingina
her
heima, er við í kappingini.
Við á liðnum eru Símin
Lassaberg, Árant Berja-
stein, Marner Joensen og
Árni Dam. Kappingin hev-
ur sína egnu heimasíðu, har
vit kunnu fylgja við gongd-
ini. Heimasíðan hjá Havnar
B r i d g e f e l a g
(www.bridge.fo) hevur lagt
slóð til hesa heimasíðuna.
World Wide Simultan
Hendan kappingin, har
leikarar um allan heimin
leika somu kortgevingar,
verður spæld 1. og 2. juni. Í
Føroyum
verður
spælt
fríggjakvøldið 1. juni kl.
19.00 í Bridgehúsinum í
Havn. Havnar Bridgefelag
og Nýggja Bridgefelag
skipa
fyri
kappingini.
Kappingarleiðarar
verða
Oddmar Danielsen og Arn-
bjørn Sivertsen, og fólk
kunnu melda seg til kapp-
ingina hjá øðrum teirra.
Umboðsfundurin
hjá FBS
Á umboðsfundinum hjá
FBS var eingin nýggj
nevnd vald. Eingin hevði
nakað uppskot til nevndar-
lim. Eyka umboðsfundur er
settur at verða í august, og
tá skulu tveir nýggir nevnd-
arlimir
veljast.
Gamla
nevndin verður sitandi til
eykafundurin hevur verið.
Uppskot varð lagt fram á
umboðsfundinum um at
seta ein ”løntan” skrivara í
FBS at taka sær av m.a. at
samskipa kappingar hjá
FBS og at skipa fyri frálæru
í bridge. Fólk vístu hesum
uppskoti
stóran
áhuga.
Uppskotið verður lagt fram
til samtyktar á eyka um-
boðsfundinum í august.
Verður tað samtykt, merkir
hetta helst stórar broytingar
fyri bridge í Føroyum, vón-
andi til tað betra.
Dupult skvisur
Vit skulu eisini hava eitt
spæl við hesu ferð. Spælið
er frá EM kappingini fyri
pør í Italia fyrr í vár.
Norður
Q104
1063
J10652
Q8
Vestur
Eystur
A985
3
A94
K82
AK73
Q98
62
AKJ754
Suður
KJ762
QJ75
4
1093
V
N
E
S
-
-
-
pass
1ut
pass
2sp
pass
3kl
pass
3sp
D
4kl
pass
5kl
pass
6kl
pass
pass
pass
Meldingarnar kunnu tykj-
ast eitt sindur løgnar. 2sp er
flytimeld
(transfer)
til
kleyvara, og tit koma í ein
góðan slemm.
Hvussu spælir tú?
Leif Trapp spældi hetta sera
væl. Spaðari kom út til ess-
ið, og hann trumfaði ein
spaðara. Hann tók síðan
klA, spældi rútara til essið
og kleyvara móti borðinum.
Tá klQ fall, tók hann eisini
tann síðsta trumfin. Kon-
traktin var heima, men hvat
við einum yvirstikki?
Trapp tók rúQ, spældi
rútara til kongin, trumfaði
ein spaðara, og støðan var
nú hendan:
-
1063
J
-
9
-
A9
K82
7
-
•
5
K
QJ7
-
-
Kl 5 skvisaði nú Sunnan í
major, og tá hann kastaði
hjartara, kundi Trapp kasta
sp9. Men hetta var bara
tann fyrri skvisurin, tí hvat
skuldi Norðan kasta? Hann
mátti goyma rúJ, og so stóð
allur hjartarin á borðinum.
Nógv er á skránni
Gunnar Mouritsen er ein av
evnaríku unglingunum, sum
í summar skal til Svøríkis at
royna seg í unglinga-NM
Aftur í ár ber til hjá
fótbóltsfeløgum at fáa
pening, um leikarar
teirra skikka sær nóg
væl
FAIR PLAY
Jákup Mørk
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur sent út tíðindaskriv
viðvíkjandi sonevndu Fair-
Play skipanina, sum Trygg-
ingarfelagið og Fótbólts-
sambandið hava samstarv-
að um síðani 1993.
Hetta er ein skipan, har
lið úr úr trimum teimum
ovastu
mansdeildunum
kappast um Fair-Play steyp-
in. Tó so, at felag, ið hevur
lið í fleiri av nevndu deild-
um, bert kann luttaka við
besta liðnum.
Reglurnar
Tá landskappingini byrjar,
verða 20.000 krónur settar
av til hvørt liðið. Liðini
verða síðani sektað fyri
reyðu og gulu kortini, sum
tey fáa í árinum. Gul kort
kosta 1.000 kr. fyri hvørt,
meðan reyðu kortini verða
revsað við 3.000 kr. Hesar
upphæddir verða so drignar
frá teimum upprunaligu
20.000 kr., so hvørt sum ár-
ið líður.
Tað liðið, sum hevur
størstu upphæddina eftir av
avsettu
upphæddini,
tá
kappingarárið er liðugt, fær
ikki bert peningin, ið er eft-
ir, útgoldnan, men fær sam-
stundis heitið sum Leikum-
fagurt, Fair-Play, meistari.
Kappast hevur verið um
steypið frá 1993, og gongur
avtalan millum partarnar
fram til og við 2002. Steyp-
ið verður latið tí felag, sum
hevur vunnið flestu ferðir
hesi árini, og fer handanin
av hesum fram á aðalfund-
inum hjá FSF.
Sjálvar reglurnar fyri
kappingina eru ásettar av
Tryggingarfelagnum
og
FSF, og hava partarnir í ár
latið nýtt Fair-Play flagg
gjørt. Hetta flagg verður nú
sent feløgunum kring land-
ið, og verður hetta sostatt at
síggja til fótbóltsdystir
kring alt landið í ár.
Nýtt Fair-Play flagg
Petur Elias Petersen og Heðin
Mortensen frá
Tryggingarfelagnum Føroyar,
Ísak Mikladal og Tórleif
Sigurdsson frá FSF
Nr. 89 - 10. mai 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Útbjóðing
Í samband við at umbygging og
ábøtir
skulu
gerast
á
Svimjihøllina í Klaksvík, verður 1. byggistig við
hesum vegna Klaksvíkar Kommunu, boðið út
alment í høvuðsarbeiðstøku.
Arbeiðið fevnir um:
Niðurtøku av torn- og takkonstruktión, veitan og
uppsetan av nýggjari takkonstruktion úr stáli og
límtræi. Eisini verða nýggj vindeygu og úthang
uppsett.
Niðurrívingar arbeiði
Timburarbeiði
Snikkaraarbeiði
Stálarbeiði
Málaraarbeiði
Boðini skulu latast inn í afturlatnum brævbjála,
merktur:
Umbygging og ábøtur á Svimjihøllina
1. Byggistig.
Boðini verða latin upp mánadagin 6. juni kl. 15.00 í
býráðshøllini hjá Klaksvíkar Kommunu, og kunnu
teir bjoðandi verða hjástaddir.
Áhugaði kunnu bíleggja útbjóðingartilfar frá:
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur
Áðrenn mánadagin 14. mai kl. 12.00.
Projektleiðsla og konstruktiónsverkfrøði
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur
Argjaboðagøta 7
FO-160 Argir
tlf 312025, fax 310087,
e-mail phansen@post.olivant.fo
Arkitektarbeiði
Fuglø Arkitektar
Gerðagøta 12, FO-700 Klaksvík
tlf 457887, fax 457897,
e-mail fugl-ark@post.olivant.fo
Lærarastørv
Á Almanna- og heilsuútbúgvingini á Tvøroyri eru 2
størv leys til setan 1.juli og 1.august 2001 ella eftir
avtalu. Størvini eru á 3/4 tíð (setanarbrøkurin er
0,75).
Uppgávan hjá lærarunum verður:
• Saman við deildarleiðaranum at gera
útbúgvingar- og undirvísingarætlanir fyri
útbúgvingarnar og skipa fyri undirvísingini
• undirvísa á útbúgvingunum.
Ynskiligt er at umsøkjararnir
• eru førir fyri at undirvísa í heilsu- og
røktarfakum
• hava eina miðallanga framhaldsútbúgving sum
til dømis sjúkrasystur, fysioterapeutur,
ergoterapeutur ella líknandi
• hava víðariútbúgving innan pedagogik t.d. á
diplomstøði
• starvsroyndir innan almanna-/heilsuøkið
• hava góð samstarvsevni
Talan er um spennandi størv, har møguleiki er fyri
nýhugsan og nýskapan, nú útbúgvingarnar eru
nýggjar.
Sáttmála- og setanartreytir verða sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkis-
felag.
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Susanne Høgh Olesen, deildarleiðara, telefon nr.
372855.
Umsókn saman við CV og útbúgvingarskjølum
verður at senda til:
Sjúkrasystraskúla Føroya
Rektaran
Eirargarður 14
100 Tórshavn
í seinasta lagi 25. mai 2001.
Almanna- og
heilsuútbúgvingin í Suðuroy
Søkt verður eftir dugnaligum rør-, blikk-, maskin-
ella kleinsmiðjum at byrja skjótast tilber.
Demich
Tlf. 311071
Frá Fugla-
fjarðar býráð
Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at
nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2001-
2002 verða biðin um at senda mentamálanevndini
umsókn í seinasta lagi mikudagin 23. mai 2001.
Fuglafjørður, tann 07. mai 2001
Fuglafjarðar býráð
Mentamálanevndin
Skúlastýrisvalið
til Sandoyar
Meginskúla
Vallistin til skúlastýrisvalið 28. mai liggur frammi á
somu støðum, sum listarnir til valið til bygdaskúl-
arnar.
Fólk, sum ikki eru á vallistanum og sum hava val-
rætt og valbæri, skulu gera vart við seg í seinasta
lagi 21. mai við undirskrivaðari váttan.
Valnevndin
Søkt verður eftir
Fólki
til handil okkara í Saltangará at byrja eftir nærri
avtalu.
Persónslýsing:
• Er fyrikomandi
• Er kundavinarligur
• Er ágrýtin
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan
handil, men er hetta eingin treyt.
Hevur hetta tín áhuga, so skriva ella ring til okkum
skjótast tilber.
KIOSK VÁR
600 Saltangará
tlf. 448392 millum kl. 9-10
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður í MBF-húsinum,Íslands-
vegur 10 c,Tórshavn
leygardagin 26. mai 2001 kl. 14.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Spastikarafelagið