Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • 21. september 2007 Vikuskifti 4 Hví byrjaði tú at rógva? - Tað byrjaði tí, at Katrin Olsen rann framvið hjá okkum ein dagin. Hon var júst byrjað at rógva tá og var farin út at renna. Eg sat uttanfyri hjá okkum, og hon bað meg bara koma við sær. Tað vísti seg, at tær manglaðu eina gentu umborð, og eg fór at royna. Og har varð eg verandi. Hví blívur man við so leingi í eini so krevjandi ítróttargrein? - Antin elskar ella hatar man kappróður. Mær dámar væl ítróttargreinina sum heild, men eg haldi eisini, at mær dámar væl ekstreman ítrótt, sum krevur nakað eyka. Og so er tað heilt sikkurt eisini tað at vinna. Tá man hevur roynt tað einaferð, so vil man royna tað aftur. Er kappróðurin broyttur nakað, síðani tú byrjaði í 1996? - Umborð á Jarnbardi er ikki nógv broytt síðani 1997. Tá skipaðu vit okkum, fingu eina seriøsa venjingarætlan og so víðari. Síðani hava vit hildið fast við tað sama, men roynt at gjørt tað eina tonn betri allatíðina. Nú eru rógvimaskinurnar vanligar, men vit fingu ikki rógvimaskinur fyrr enn rættiliga seint, og vit vunnu alíkavæl. Seinni hava vit tó eisini fingið maskinur, og tær eru góðar til at kanna støði hjá rógvarunum. Men tær eru ikki altavgerandi fyri sigurin, sum man onkuntíð hoyrir nú. Kappróður ein lívsstílur Hvat er loyndarmálið aftanfyri Jarnbarda-quinnurnar? - Vit altíð hava syrgt fyri at vant mest og best. Og so hava vit allar viljað vunnið. Um tú veruliga vilt vinna, so finnur tú eisini rætta mátan at venja uppá. Tú tekur allar rættingar at tær, tí tú vilt gerast betri. Og har kappróður fyri summi bert merkir tveir tímar av venjing um dagin, so hevur tað fyri okkum umborð á Jarnbardi verið ein lívsstílur, sum vit hava hugsað um 24 tímar um døgnið. Vit hava verið sera tilvitaðar um at liva rætt, umframt at venja rætt. Nú hevur tú so verið niðri og róð við innriggara í eini DM- kapping. Hvussu kom tað í lag? - Tað er eitt samstarv ímillum Knørra-felagið og DSR. Øll Knørrafólk, sum fara niður t.d. í lestrarørindum, kunnu fáa hjálp frá DSR til finna eitt felag niðri. Vit hava eisini fingið innriggarar heim, og so sleppa vit at luttaka í kappingini hjá teimum. Eg hevði slett ikki ætlað mær at farið, tí eg ætlaði, at ólavsøkuróðurin skuldi vera mín seinasti. Men ein dagin vildi eg sleppa at venja, og tí ringdi eg til Paulu Eikholm og ætlaði at lokka hana at koma við mær. Tá var hon júst á veg til upptøkuroyndina, og tað endaði við, at eg eisini fór. Eg ætlaði bara at taka tað sum eina venjing, men eg bleiv spurd, um eg ikki vildi koma við, tí tey høvdu tørv á royndum rógvarum. Tey løgdu dent á, at kappingin var sera hørð, og tær, sum vit skuldu rógva ímóti, høvdu allar nógvar royndir. Vandu 5 vikur og vunnu Hvussu leingi vandu tit til kappingina? - Vit vandu í einar 4-5 vikur, og tað var næstan bara teknikkvenjing. Paula og eg hava báðar verið á Scillyoyggjunum og róð, og har hava vit roynt at rógva við øðrvísi báti og árum áður. Eg haldi, at tað var ein lítil fyrimunur, at vit høvdu tær royndirnar áðrenn vit fóru í innriggaran, serliga tí, at árarnar skulu snarast, umframt at setrið er leyst, so tað minnir faktiskt eitt sindur meiri um at sita í eini rógvimaskinu enn einum føroyskum báti. Hvat hugsaði tú, tá tú frætti, at tit høvdu vunnið? - Vit sóu, at vit vóru nr. 2 inneftir, og ímóti endanum vunnu vit inn á tær. Men eg trúði ikki rættiliga uppá tað, tá tey søgdu, at vit vunnu. Eg var ræðuliga glað, men hetta var ein stuttleikakapping, so tað kom einki ýl ella nakað. Men eg hugsaði, at tá vit kláraðu at vinna, so máttu vit vera eitt sindur góðar. Og tá man situr í bátinum, so hugsar man ikki, at hesin sigurin er ikki so viktigur, tí hetta er bara til stuttleika. Tá vil man vinna, og man gevur seg 100 % fyri at fáa sigurin í hús. Hevur tað týdning at hava Gullkvinnan leggur árina inn – Kappróðurin hevur givið mær nógvar ferðir meir, enn eg hevði droymt um, sigur Eivy Olsen, sum seinastu 11 árini hevur verið við til at vinna alt, sum vinnast kann í kappróðri. Nú takkar hon fyri seg sum róðrarfólk Ítróttarprofilurin Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo … um javnstøðu -Eg haldi, at vit mugu ansa eftir, at tað ikki koppar í hina grøvina, og tað verður for nógv. T.d. kvinnurenning. Hugsað tær um tey lýstu við mannfólkarenning? Tað hevði verið púra burturvið! Eg haldi, at tað lættliga kann gerast ov nógv, og tá ljóðar tað bara sum grenj. Nógv halda, at kvinnur skulu velja kvinnur, men eg haldi, at man skal velja tann, sum er skilabest, og sum man kann standa inni fyri. Ikki bara tí tað er ein kvinna. Í míni verð hevur tað einki við kyn at gera.. Eivy um fótbólt -Eg elski at sparka, haldi tað vera ordiliga stuttligt. Men eg dugi kanska ikki so væl longur, nú er so ræðuliga langt síðani seinast. Eg havi ongantíð spælt við nøkrum felagi, bara í skúlagarðinum. Eg fylgi annars ikki so væl við formuladeildini, men eg haldi við HB.