fríggjadagur 21. september 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
grasið saman, og flyta tað á
eitt ávíst stað. Síðani kemur ein
lastbilur eftir tí og koyrir grasið á
rætta stað.
Frá einum degi til hin
Arthur er tó ikki einsamallur í
arbeiði sínum. Saman við sær
hevur hann tveir aðrar mans. Men
tá hava teir eisini hinar bygdirnar
í kommununi – Ljósáir og Svínáir
- undir sær.
Arbeiðið teirra er víttfevnt,
men Arthur plagar tó at halda
seg til eina ávísa ætlan hvørja
viku. Millum annað hyggur hann
mánadag og fríggjadag eftir
ruskplássunum í hesum báðum
bygdunum.
- Í dag eri eg altso her í kirkju-
garðinum, meðan hinir báðir eru
niðri við havnarlagið beint nú,
greiðir hann frá.
Við havnarlagið eru menn í ferð
við at taka eitt alibrúk sundur.
Sannlíkt er at okkurt av tí kann
verða brúkt til bátabrúgvar,
millum annað flotini og tílíkt.
Sum er, veit Arthur ikki um
nakað størri arbeiði liggur fyri
framman í kommununi. Tí sum
hann sigur:
- Hjá okkum er tað líkasum eitt
arbeiði frá einum degi til tann
næsta!
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti
Frá einum til hitt
Er tað nakað sum sermerkir arbeiðið hjá Arthuri og
hansara monnum, er tað fjølbroytni. Teirra arbeiðsdagur er
ongatíð eins.
Ta einu løtuna kunnu teir rudda í bygdini. Eina aðra
løtu kemur ein fráboðan um eina tipta rennu. Ta næstu
eru teir í lítlu viðarlundini í Múlavík. Í teirri triðju er teir í
gongd við okkurt viðlíkahaldsarbeiði ella kloakkarbeiði í
bygdini.
Og í teirri fjórðu er Arthur í ferð við at sláa grasið í
kirkjugarðinum. Her hittu vit hann ein vakran mikudag í
farna mánaði.
- Ja, Jógvan í Løðuni segði einaferð, at “tann sum skal
arbeiða hjá kommununi, má bæði kunna grava gravir og
tapetsera”. Hetta er jú eitt rættiliga langt lop.
- Men tann sum arbeiðir hjá eini kommunu, má vera
alsidigur og duga bæði eitt og annað. Spyrt tú meg um eg
havi tapetserað, ja, so havi eg tað!, sigur Arthur við einum
brosi.
gur
”
Tann sum skal arbeiða
hjá kommununi, má
bæði kunna grava gravir
og tapetsera
(Jógvan í Løðuni, Eiði)
At arbeiðið hjá einum
umsjónarmanni á Eiði er
víttfevnd, kann Arthur skriva
undir uppá. Mynd: Snorri Brend
Kirkjugarðurin verður sligin fleiri ferðir um árið. Teir eru sera umhygnir í
arbeiðinum, soleiðis at grasið verður spulað av aftur gravsteinunum.
Mynd: Snorri Brend
”
Jú, vit fáa so sanniliga
dagin at ganga
(Arthur Ellingsgaard, Eiði)