fríggjadagur 21. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 183 - 21. september 2007
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nólsoy: Hesa seinastu tíð
ina hevur ferðavinnubáturin
Silja Star røkt rutusamband
ið hjá nólsoyingum.
Fólk eru sera fegin um
høga komfortin umborð á
hesum bátinum, og eisini
hvussu skjótt hann hevur
flutt tey um fjørðin.
Samstundis við hetta,
ivast mong í, hvussu Silja
hevði klárað at siglt um
Nólsoyarfjørð í vindi og sjó
roki ein ringan vetrardag.
Tað er ótrúliga deiligt at
sigla við Silju. Men tá tað
er sagt, vil eg eisini siga, at
hon er als ikki so sjógóð
sum Ritan.
Eingin er sum Ritan.
Hon er álitið hjá okkum,
slær
Jeanne
Leosdóttir
Holm fast.
Ritan varð bygd í 1971.
Tryggleiki um fjørðin
Jeanne er ein teirra sum
hevur ferðast nógv við
Rituni um Nólsoyarfjørð.
Hetta
hendi,
tá
hon
arbeiddi í Havn – fyrst í
einum av frítíðarskúlunum
og seinni innan Heimarøkt
ina. Nú ferðast hon ikki so
nógv, tí hon ber barn undir
belti.
Tá var Ritan álitið hjá
henni og mongum øðrum
nólsoyingum at sleppa gott
og trygt aftur og fram mill
um heim og arbeiðsstað.
Jú, Ritan er eitt gott
skip. Eingin ivi um tað,
sigur hon.
Við Rituni ber framvegis
til at sleppa av oynni til
arbeiðstíð um morgunin og
út aftur beint eftir arbeiðstíð
ella seinni, um ein heldur
vildi tað.
Tryggleikin hjá nólsoy
ingum er, at Ritan er álitið
sjálvt, og at tað kemur
næstan ikki fyri at hon er
noydd at avlýsa ein túr.
Óegnað um veturin
Í løtuni røkir Silja Star sigl
ingina um Nólsoyarfjørð.
Og hetta sambandið eru
fólk yvirhøvur fegin um.
Jú, Silja er eitt gott skip
og siglir haraftrat skjótt.
Men eg loyvi mær at ivast í,
hvussu skilið hevði verið
um veturin.
Hon er perfekt um
summarið, men er ov lítil til
at sigla um fjørðin á
vetrartíð, sigur Jeanne.
Tí ynskja hon og nólsoy
ingar í roynd og veru at fáa
Rituna aftur nakað skjótt,
hóast tey samstundis síggja
fram til dagin, tá eitt nýtt
skip fer at røkja hesa sigl
ingina.
Arbeitt verður við eini
loysn á hesum máli. Spurn
ingurin er bert, nær tað
verður veruleiki.
Sama loysn í 35 ár
Í Nólsoy hevur ein arbeiðs
bólkur arbeitt við málinum
um
Nólsoyarleiðina
og
hvussu ein slík ferja skal
síggja út.
Hesin
bólkurin
hevur
gjørt sær sínar hugsanir um
tað best egnaða skipið til
nólsoyingar, og tað hevur
Silja er góð men
- Vit í Nólsoy eru
sera væl nøgd við
Silja Star. Men vit
eru kortini fleiri
sum ynskja at
fáa Rituna aftur,
áðrenn veturin
kemur, sigur 23
ára gamla Jeanne
Leosdóttir Holm
úr Nólsoy
- Silja Star er góð, men eg ivist í, hvussu hon hevði riggað at siglt um Nólsoyarfjørð um veturin, sigur 23 ára gamla Jeanne Leosdóttir Holm úr Nólsoy
Silja Star
Tað er p/f Sightseeing við Palla Lamhauge í Vest
manna sum eigur Silja Star og aðrar bátar at nýta í
sambandi við ferðavinnu.
Endamál hjá felagnum er millum annað at skipa fyri
útferðum og at vísa føroyingum og útlendskum
ferðafólkum, hvussu vakrar Føroyar eru frá sjósíðuni.
Bátarnir hjá felagnum hava høgt støði, og nú Ritan
er til umvælingar, varð Silja Star sett í sigling við
ferðafólki til Nólsoyar. Fólk sita væl, og kunnu her
njóta góða útsýnið framvið føroyska
sjóvarmálanum.
Silja Star kann taka 48 ferðafólk, og brúkar einans
sjey minuttir av Molanum í Havn til Molan í Nólsoy.
Vanliga ferðast millum 35 og 40 nólsoyingar
dagliga til og frá arbeiði.
FAKTA”
Eingin er sum
Ritan. Hon er
álitið hjá okkum