fríggjadagur 21. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 • 21. september 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
MF-leiðari
vitjar KM
Ársmøti: Hetta vikuskiftið skip
ar Kirkjuliga Missiónsfelagið
(KM) fyri ársmøti sínum í Havn.
Møtini byrjaðu í gjárkvøldið og
verður hildið á til sunnukvøldið.
Til hetta høvið er leiðarin á
Meinigheitsfakultetinum (MF) í
Århus, Ingolf Henoch Petersen
komin higar at tala. Hann talaði
á møtinum í gjárkvøldið og verð
ur at hoyra allar dagarnar sum
talari á møtum og bíbliutíma.
Leygarkvøldið kl. 20 verður
sjónvarpsmøti, har sóknar
presturin Hanus Simonsen og
Jústinus Poulsen úr Hvanna
sundi tala, og fólk av Strondum
syngja.
Ársmøtið endar sunnudagin
kl. 17 við møti, har Ingolf
Henoch Petersen og Tummas
Lauritsen tala.
Dupult-
kvartettin á
Danmarkarferð
Ebenezer: Vælkenda Dupult
kvartettin í Ebenezer er í hesum
døgum á vitjan í Danmark.
Teir átta syngjandi menninir
høvdu í gjárkvøldið eina
serstaka konsert saman við
sangaranum, Larry Ford ið
mong munnu kenna aftur í
Gaithersamanhangi.
Í kvøld verður sangmøti við
Dupultkvartettini í Kristnastovu,
meðan teir sunnumorgunin
luttaka við eina gudstænastu í
Kristent Fællesskab í Rødovre
og um kvøldið við eina konsert í
Templet í Keypmannahavn.
Læra at sita,
ganga og
standa
Hvítusunnusamkomur: Hós
kvøldið í farnu viku byrjaði eitt
heldur øðrvísi skeið, sum Evan
geliihúsið í Havn og Filadelfia
Vágar saman skipa fyri.
Endamálið við skeiðnum er
millum annað at luttakararnir
skulu síggja Guds ævigu ætlan
og endamál hansara. Hetta
verður gjørt í trimum stigum
– at sita og at ganga, soleiðis
at fólk kunnu verða før at
standa føst í trúnni.
Skeiðið verður hildið upp á
skift í báðum støðum. Byrjað
verður við nátturða, og síðani
verður undirvísing og orðaskifti.
Skeiðini enda seinast í
november mánaði.
Eingin veit, hvør son
urin er, uttan faðirin,
ella hvør faðirin er,
uttan sonurin og
tann, sum sonurin vil
opinbera hann fyri
Lukas 10.22
Vit eiga at bíta merkið í hetta
orðið: “Tann, sum sonurin vil
opinbera hann fyri”. Nei, ikki
fyri vísum og vitrum, t.v.s. slík,
ið halda seg sjálv vera vís,
sum ikki eru børn, ikki fátæk
í andanum, vesæl, blind og
nakin í egnum eygum, men
við egnari megi royna at vinna
rættvísi.
Eyðmjúk børn gerast vit bara,
um vit vita, hvat syndaneyð er
og hava verið stødd í henni.
Hava sæð, at í og úr teirri neyð
koma vit ikki við egnari megi.
Men bara Jesus kann opinbera
hetta fyri eini menniskju.
Trúgva vit øllum tí, sum
hin nýggi sangurin sigur um,
hvat lambið hevur uppiborið
sangurin, sum í allar ævir skal
vera nýggjur og til gleði fyri tey
sælu, og hann kortini ongantíð
hevur fylt teg við gleði skilir
tú tá ikki, at trúgv tín er deyð?!
Trúgva vit, at vit gjørdust
sátt við Guð, tá ið Jesus doyði
á krossi meðan vit enn vóru
syndarar, og kortini ongantíð
hava funnið troyst og gleði í
tí, og ongantíð hava fingið frið
í okkara sál og sinn, tá er ikki
rætt vorðið við trúgv okkara.
Vit hava hoyrt tað mangar
ferðir at bara vantrúgvin,
ella at vit siga nei takk til
Guðs innbjóðing, kann føra
til ævigan undirgang. Kortini
heldur tú, at tá ið tú sjálvur er
óndur og óverdur, so er Guð
vreiður inn á teg. Á hendan
hátt kann tú av egnum royndum
síggja munin á kunnleikanum
um Guð, sum vit kunnu siga
við hvønn annan, og so tað, ið
nevnist: at vera lærdur av Guði.
Amen!
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Fari har sum Gud
leiðir meg
Í vár var 18 ára gamla
Rebekka Petersen úr
Kollafirði á kristnum
lærusveinaskúla í USA í
fimm mánaðir. Nú fer
hon aftur á sama stað
– Eg ynski at fara, hagar
Gud leiðir meg, sigur
hon
Hósdagin legði Rebekka enn
einaferð leiðina móti Orlando í
Florida, har felagsskapurin Youth
With A Mission hevur ein av
mongu skúlum sínum.
Á skeiðnum í vár var millum
annað dentur lagdur á tey grund
leggjandi viðurskiftini í kristnu
trúnni: guds kærleiki, hvat merkir
tað at trúgva á Gud, og hvat er
Hansara ynski við hvørjum ein
støkum menniskja.
Vit fingu haraftrat greitt at
vita, hvussu høgt Gud elskar
okkum og onnur menniskju. Út frá
hesum áttu vit tí at fara út at vísa
teimum henda sama kærleikan í
orði og verki, greiðir Rebekka frá.
Tey sótu á skúlabonki helvtina
av tíðini, meðan tey vóru úti og
boðaðu gleðiboðskapin seinnu
helvtina. Rebekka og hennara
bólkur vóru í Russlandi.
Hetta var ein sera góður túrur.
Men Rebekka sjálv fekk størstu
upplivingina, tá tey komu aftur til
USA, og skuldu út at vitja kirkjur
at greiða frá ferðini.
Her tosaði eg við eina systrina
til tann eina drongin, sum var í
okkara bólki. Vit prátaðu nógv
saman, har eg millum annað
greiddi henni frá míni trúgv.
Seinni fekk eg enntá møguleika
at biðja saman við henni, og hon
bleiv eisini frelst. Tað var ótrúliga
stórt!, sigur Rebekka brosandi.
Hann leiðir
At vera fimm mánaðir á einum
slíkum skúla hevur ikki tikið hugin
frá henni at fara aftur á sama
stað. Hon fer nú á eitt longri
skeið, sum varir heilt fram til
mars mánað komandi ár.
Uppleggið her er í stóran mun
tað sama: Fyrst verður eitt skeið
í frálæru, her tey millum annað
fara at læra um aðrar religiónir
og hvussu tey kunnu møta teim
um við gleðiboðskapinum. Síðani
fara tey at ferðast kring um í USA
og helst eisini til Mexico í somu
ørindum.
Tann stóri spurningurin til
Rebekku er, hvat hon ætlar
sær víðari við lívi sínum. Fyri
hana er hetta í stóran mun ein
óviðkomandi spurningur.
Fyri meg er tað ikki ein spurn
ingur um eg skal á skúlabonk í
Føroyum, Danmark ella eg fari
allan vegin til Afrika.
Mítt hægsta ynski er at gera
Gud kendan. Hann er mítt eitt og
alt. Og tí fari eg hagar sum Hann
leiðir meg, sigur hon avgjørd.
Barnabønin svarað
At Rebekka endaði á hesum
lærusveinaskúlanum í
Orlando í Florida hevur sína
serstøku søgu. Tá hon var
lítil, hugsaðu foreldrini um at
flyta hagar. Hetta varð kortini
av ongum, men Rebekka bað
tá um, at fóru foreldrini ikki,
so kundi Gud senda hana. Tá
hon so mong ár seinni skuldi
fara á sama skúla, rann henda
barnabønin fram fyri hana
aftur. - Ja, ein má ansa eftir
hvat ein biður um. Gud svarar
nevniliga bønum!, sigur
Rebekka við einum brosi.
Allur flokkurin á veg til Russlands at evanglisera. – Hetta var ein ótrúliga
góður túrur, sigur Rebekka, hvør klæðir samsvara við litin á flogfarinum
Í Russlandi arbeiddu tey nógv saman við børnum. Her er Rebekka avmyndað saman við tveimum smágentum í lítlu
bygdini Nyrob