Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 184 - 24. september 2007 tíðindi Shell við Ringvegin, á Frælsinum, í Gøtudali og í Klaksvík TILBOÐ Pitsa Grandiosa ella Grandiosa v/ kjøti og leyki 29 95 Arcor karamellur 2 pakkar fyri 24 95 or karamellur ellur 6 Wicky appelsin ella jarðber 14 95 Läkerol 2-pakk 12 95 Galdandi frá 24. september til 8. oktober r e p r o z Galdandi frá 24. september til 8. oktober Mars 2-pakk, Twix Extra, Snickers 2-pakk ella Bounty trio 3 fyri 25 00 Malaco 210 g 19 95 Formaðurin í Tjóð­ veld­inum rósar ikki fíggjarlógar­ uppskotinum, sum varð lagt fram fríggjad­agin. Størsti útreiðsluvøkstur í Føroya søgu kallar Høgni Hoyd­al semj­ una hjá samgonguni Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Semjan um fíggjarlógarupp­ skotið fyri komandi ár fær ikki rósandi orð frá and­ støðuni. Sum formaður í Tjóðveldinum finst Høgni Hoydal ikki óvvæntað at semjuni hjá samgonguni um komandi fíggjarlóg, ið Magni Laksáfoss legði fram fríggjadagin. ­ 335 milliónir krónur kost­ ar sonevnda fíggjarlógarsemj­ an landskassanum. Minst. Bæði skattalætti og størsti útreiðsluvøkstur nakrantíð í Føroya søgu. Nú má ábyrgd­ arloysið støðgast, skrivar Høgni Hoydal í viðmerking í blaðnum í dag. Víðari skrivar formaðurin í Tjóðveldinum: ­ So fór seinasta bardunin í búskapinum. »Bardunin«, sum Høgni Hoydak sipar til, er lands­ stýrismaðurin í fíggjar­ málum, Magni Laksáfoss. ­ Sjáldan er nakar vorðin so illa viðfarin og koppaður so runt, sum fíggjarmálaráð­ harrin, tá hann nú fekk sín umgang í samgongukarru­ sellini. Eftir alt tos og meld­ ingar um at tálma búskapin og støðga skattalættum, gjørdist úrslitið beint øvugt: Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár skulu hækka við 255 mió. kr. Hetta er størsti vøksturin nakrantíð í Føroya søgu, og tað kann bert hita búskapin enn meira, og setur spidaran í botn, skrivar Høgni Hoydal og heldur áfram: ­ Skattalættin fyri 2008 verður framvegis 70 mió. kr. fyri landskassan og einar 10 milliónir krónur fyri kommunurnar. Tað er væl meira, enn avtalað varð í samgonguskjalinum og nett tað sama krónutalið, sum Bárður Nielsen upplýsti, tá skattalættin varð samtyktur. At so ein øking orsakað av metingum um búskapar­ vøkstrinum, broytir onki. Framvegis er talan um 70­ 80 mió. kr. fyri 2008, sum er tað talið, ið tingið higartil hevur fingið upplýst. Fyri Løgtingið týsdagin Høgni Hoydal heldur, at skuldi samgongan ikki slitna, noyddist fíggjarmála­ ráðharrin at sleppa øllum og finna eina forkláring. ­ Hann noyddist at royna at bluffa pressuna og almenningin til tess at fjala hetta ótruliga ábyrgdarloysi, sum onnur hava lagt á hansara herðar. Og tí tosar hann nú um eina tálming í mun til ein mettan búskap­ arvøkstur í 2008. Síðst í innleggium stað­ festir Høgni Hoydal: ­ Neyvan verður nøkur fíggjarlóg samtykt yvirhøv­ ur, áðrenn valið skal útskrivast, men skattalættin stendur eftir. Verður hetta ábyrgdarleysa spælið ikki støðgað sum skjótast og vit fáa eina aðra samgongu, so verður Laksáfoss ikki tann einasti, ið liggur eftirá. Tað ger hinvegin føroyski búskapurin, og ætlanirnar um at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap, skrivar Høgni Hoydal. Fíggjarlógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið í morgin. Hoydal: Laksáfoss koppaður runt - Við semjuni um fíggjarlógaruppskotið hevur samgongan lagt upp til størsta útreiðsluvøkstur í Føroya søgu, heldur formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal Savnsmynd