Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 24. september 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Í samband við jarðarferðina hjá (Jonn) John Poulsen, verður minningarhald týsdagin í Kristna­ stovu, Birmavej 36 í Keypmannahavn kl. 14:30. Jarðarferðin verður úr Berøa í Runavík hósdagin klokkan 14:00. Martha Joensen í Miðvági, ættað úr Sørvági, and­ aðist leygardagin, 79 ára gomul. Tey, ið vilja minn­ ast Marthu, kunnu lata Missiónshúsinum eina gávu. Konta í peningastovnunum. Martin Jakobsen, ættaður av Glyvrum, fer til grav­ ar úr Havnar Kirkju mikudagin kl.14. Bønarhald verður í Havnar Kirkju týsdagin kl. 17 Olav Askildsen í Tórshavn andaðist leygardagin, 68 ára gamal. Bønarhald verur í Ebenzer týsdagin klokkan 15. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13. Louisa Olsen á Ryggi í Miðvági fer til gravar úr Miðvágs kirkju mikudagin klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Olav Askildsen Tórshavn andaðist leygardagin 22. september, 68 ára gamal. Bønarhald verður í Ebenezer týsdagin kl. 15. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13. Familjunnar vegna Herfríð, Eyðun, Svein, Anfinn, Sunlin og Ingun Tey, ið vilja minnast Olav, kunnu lata Kristnastovu í Keypmannahavn ein gávu á konto í peningastovnunum Dagurin 25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum á veg til Emmaus hittu hin upprisna (Luk. 24. 13­35). Miðvágur Høllin á Giljanesi Mán. 24 sept. Kl. 19 Runavík Ítróttarhøllin Týs. 25. Sept kl. 19 Klaksvík KÍ-høllin Mik. 26. Sept. Kl. 19 Vágur Vágs-høllin Hós. 27. Sept. Kl. 19 Tvøroyri Høllin í Trongisvági Frí. 28. Sept. Kl. 19 Tórshavn Badmintonhøllin Ley. 29. Sept. Kl. 14 + 18 Teir útvið 2.000 føroyingarnir, sum herfyri teknaðu seg til íløguspælið hjá Kaupthing Bank og Sosialinum, sleppa nú at royna seg. Eftir tekniskar trupulleikar fyrru ferð er spælið nú klárt og byrjar í morginári Spæl Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Fyrsta føroyska íløguspæl­ ið fyri føroyingar fer av bakkastokki týsmorgunin 25. septembur klokkan 08:15. Hetta merkir, at teir útvið 2.000 føroyingarnir, sum longu hava meldað seg til spælið, nú sleppa at royna seg á norðurlendsku partabrævamarknaðun­ um. Onnur sleppa eisini við, tí fram til 5. oktobur er gjørligt at melda seg til spælið, sum erókeypis. Spælið er ment av roynda bretska felagnum BullBearings beinleiðis til Kaupthing Bank, men skipanin aftanfyri er roynd um allan knøttin. Millum annað hava stórfyritøkur­ nar Barclays Bank, Yahoo og avstralski virðisbræva­ marknaðurin brúkt skip­ anina hjá BullBearings. Góðir vinningar Av tí at talan er um eitt spæl, sleppa spælararnir at merkja viðurskiftini á parta­ brævamarknaðunum í veru­ leikakendum umhvørvi, uttan at átaka sær nakran peningaligan váða. Roynd­ irnar, sum fáast við at vera við í spælinum, kunnu tí gerast virðismiklar og kunnu síðani nýtast í veru­ liga lívinum. Hesar roynd­ irnar eru ókeypis. Nógv er at vinna við at luttaka í spælinum, tí tann spælarin, sum hevur staðið seg best tá íløguspælið end­ ar 11. januar 2008 vinnur 50.000 krónur. Nummar tvey fær 25.000 krónur og nummar trý fær 10.000. Vinnararnir verða kunn­ gjørdir í Miðlahúsinum 14. januar 2008. Umframt hesar vinningar vera eisini aðrir vinningar latnir með­ an spælið er í gongd. Íløguspæl í luftina í morgin Frá Smyril Line til Shell og frá Shell til Smyril Line. Fyri nøkrum vikun síðani tók marknaðarleiðarin á Smyril Line, Hendrik Egholm, við sum stjóri á Shell, har hann avloysti Hákun Djurhuus. Á eykaðalfundi fríggjadagin varð sami Hákun Djurhuus valdur til nevndarformann í Smyril Line VinnulíV Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað er Framtaksgrunnurin, sum hevur valt Hákun Djur­ huus í nevndina í staðin fyri Andras Róin, ið sum kunn­ ugt nú er stjóri í Smyril Line. Leif Abrahamsen er eisini farin úr nevndini, og fyri hann er valdur Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Tað er ein annar stórur partaeigari, TF Hold­ ing, sum hevur valt Vilhelm Petersen í nevndina hjá Smyril Line. Spurdur um hvørji mál hann hevur sett sær sum for­ maður, sigur Hákun Djur­ huus, at enn er hetta so nýtt, at hann fyrst má seta seg inn í felagið, áðrenn hann kann siga nakað ítøkiligt. ­ Fremsta uppgávan hjá eini nevnd og nevndarfor­ manni er at vera sparrings­ partnari hjá stjóranum, sigur Hákun Djurhuus. Hann vísir á, at frá at geva hall javnvigaði úrslitið í fjør, og nú er so uppgávan at fáa avlop á raksturin. Tveir teir seinastu nevnd­ arformennirnir í Smyril Line er sjálvir blivnir stjórar í fyritøkuni. Fyrst Tummas Magnussen, ið kom inn fyri Óla Hammer og síðani Andras Róin, ið avloysti Tummas Magnussen. Fert tú at fylgja hesi traditiónin? Spurdur um hann fer at fylgja hesi traditiónini, sigur Hákun Djurhuus flenn­ andi, at tað ætlar hann ikki. ­ Andras Róin kann vera púra róligur. Hann hevur gjørt tað gott sum stjóri í Føroya Tele, og tað vænti eg eisini, at hann fer at gera í Smyril Line, sigur nývaldi nevndarformaðurin í Smyril Line. Hinir báðir nevndarlimir­ nir í felagnum eru íslendingurin, Jónas Hal­ grimsson og hetlendingurin, Robert Hunter. Hákun Djurhuus formaður í Smyril Line Frá at hava verið stjóri í Shell seinnu árini er Hákun Djur­ huus nú nevndar­ formaður í Smyril Line Savnsmynd