mánadagur 24. september 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 184 - 24. september 2007
Á tíðindafundi í løgtings
húsinum 20. september
avdúkaði forvinnan í
Demokratiu, Eyðgunn
Samuelsen, eina umfatandi
kampagnu, sum er ætlað at
fokusera upp á og skapa
kjak um, hví Føroyar eru
so aftarliga viðv. kvinnu
umboðan í politikki – og
hvat vit kunnu gera fyri at
bøta um hetta.
Tað løgna er, at vælvild
ini bilar eftir øllum at
døma einki. Allir flokkar
siga seg taka undir við
javnstøðu í politikki, og
næstan 90% av fólkinum
av báðum kynum sigur tað
sama. Hetta framgongur av
fundum, sum Demokratia
hevði við allar flokkarnar í
vár, og av eini Gallup
kanning frá januarfebruar.
Øll vilja altso politiska
javnstøðu, men kortini
líkjast vit í so máta burtur
úr í norðurlendsku familj
uni. Vit sleikja botnin við
bara 9% kvinnum í løg
tinginum og 0% í lands
stýrinum, og í kommunu
stýrisumboðan liggja vit
næstniðast. Útbúgvingar
støðinum og royndunum
hjá føroyskum kvinnum
bagir heldur einki, tvørtur
ímóti. Tað eru longu fleiri
ártíggjur, síðan føroysku
kvinnurnar av álvara fóru
út á arbeiðsmarknaðin, og
líka síðan er útbúgvingar
støðið hjá kvinnunum
støðugt hækkað. Og rákið
sær út til at ætla sær at
halda fram – hygg bara at
miðnámsskúlunum, sum
eru fullir av gentum.
Hvussu ber tað so til, at
tá vit bæði hava fortreyt
irnar og viljan til politiska
javnstøðu – um ikki annað
nøkulunda – at vit eru so
ekstremt aftarliga? Demo
kratia hevur ikki Tað Enda
liga Svarið. Men byrjanin
til loysnina er at seta
spurningar.
Ein spurningur er, hvørt
tað er rættari at brúka sítt
fulla potentiali ella bara
uml. helvtina. Svarið er
sjálvandi tað fyrra, fyrr var
illa. Men tað føroyska sam
felagið brúkar (næstan)
bara mannligu helvtina har,
sum avgerðir, sum raka
stórar partar av samfelag
num, verða tiknar, t.d. í
politikki og í vinnulívi
num. Tað vil siga, at tann
vitan og tær royndir, sum
búgva í kvinnuligu helvt
ini, ikki koma samfelag
num – tvs. okkum øllum –
til góðar í nóg stóran mun.
Er hetta rætt?
Ein annar er orsøk
virkningur spurningurin.
Ofta er at hoyra, at kvinn
urnar mugu sjálvar um, um
tær tíma og vilja fáast við
politikk ella ikki. Um tær
ikki tíma og vilja, skulu
tær ikki noyðast. Punktum
– hvør skal siga, friður veri
við tí, og so tosa vit ikki
meira um tað. Men er tað
nú eitt serliga sunt sam
felagstekin, at fáir borgarar
hava áhuga í politikki? Er
eyðkennið fyri eitt væl
virkandi demokrati ikki
nettupp nógvir engageraðir
og aktivir borgarar úr
øllum samfelagsbólkum?
Tá so fáir borgarar úr
kvinnuligu helvtini stilla
upp, og enn færri verða
valdar hóast frálíku for
treytirnar og breiðu væl
vildina, er so ikki okkurt
galið onkrastaðni? Hvørj
um er tað galið við kvinn
unum sjálvum, veljarunum,
valskipanini, flokkunum
og/ella onkrum meiri yvir
skipaðum og fløktum
mekanismum?
Ein triði er gapið millum
teori og praksis. Sum nevnt
er ein stórur meiriluti fyri
politiskari javnstøðu, bæði
í flokkunum og millum
fólkið. Men eingin flokkur
hevur nakra samlaða javn
støðuætlan. Tað er annars
universelt galdandi, at tá
man hevur eitt problem –
stórt ella lítið so byrjar
man við at definera og
formulera tað. 2. stig er at
finna uppskot til loysnir,
og 3. stig er at handla, at
føra loysnirnar út í lívið.
Virka tær ikki, finnur man
upp á okkurt nýtt. Inntil
problemið er loyst. Hesa
prosess eru vit vitni til
hvønn dag, eisini í polit
iska lívinum. Tunnlar,
roykiforboð, skattalætti,
bygging av røktarheimum
osfr. – einki kemur av sær
sjálvum; alt er úrslit av, at
onkur fyrst hevur hugsað
ein tanka, sett sær hann
sum mál og ført tað út í
lívið.
Fráverandi javnstøðan í
politikki verður ikki
definerað sum eitt problem
av sitandi myndugleikum.
Tá teir verða spurdir, svara
teir jú, men er tað bara fyri
at vera politskt korrektir?
Var tað eisini politisk
korrektheit, sum fekk
løgtingið at skriva undir
CEDAWsáttmálan í 1987
og at seta eina nevnd fyri
øktum kvinnuleikluti í
politikki (Demokratia) í
2006? Hvat er annars gjørt
við spurningin millum
1987 og 2006? Er ætlanin
at parkera spurningin hjá
Demokratiu í formi av
einum áliti, sum verður sett
í eina reol at savna støv? Tí
eingin við einum sindri av
skili fyri pengum kann í
álvara meina, at Demokrat
ia kann flyta fjøll fyri
nakrar heilt fáar hundrað
túsund kr. um árið í 1½ ár?
Útnorðurráðið mælti í
1999 til í minsta lagi
500.000 kr. í 5 ár, skuldi
nevndin gera nakran mun.
Tá tað í so gyltum fíggjar
ligum tíðum sum nú ikki
verður mett at vera ráð til
meira, nær verður tað so?
Og hvat er meinigin so? At
pynta upp á CEDAW
próvtøkuavrikið í 2008?
Men Demokratia kann ikki
vera eitt endamál í sær
sjálvari, ha?
Spurningarnir eru nógv
ir, men Demokratia kann
ikki loysa teir allar einsa
møll, og so yvirhøvur ikki
við síni ússaligu játtan og
stokkutu lívsløtu. Nevndin
kann vera við til at varpa
ljós á spurningar, definera
og formulera teir og kasta
teir út – men í hinum
endanum má onkur hjálpa
til við at lofta teimum,
varðveita lívið í teimum,
finna loysnir og føra tær út
í lívið.
Her kemur Gallupkann
ingin inn við einum
interessantum svari. Heili
74% taka undir við, at
politisku flokkarnir skuldu
hildið átøk fyri at vaksa
um áhugan hjá kvinnum í
at luttaka í politikki. Og
teir siga seg jú eisini ganga
inn fyri javnstøðu. Íðan, so
er bara um at koma í
gongd, ikki sannheit? At
seta sær hetta sum mál,
akkurát sum so nógv
annað. Tá tað ber til at fáa
fólk at renna fyri lívinum
og vera fyri ella ímóti
einum tunnli ella valdømi,
ber eisini til at fáa tey við
upp á at praktisera polit
iska javnstøðu, serliga tá
tey í teoriini longu framm
an undan taka undir við tí.
26% av kvinnunum og
12% av monnunum valdu
sambært Gallupkanningini
eina kvinnu til løgtings
valið 2004. Her er jú ikki
heilt samsvar millum orð
og gerðir. Men tað ber sum
sagt til at gera nakað við.
Ikki at tað er lætt – men
tað er nú heldur ikki heilt
ómøguligt.
Demokratia mælir tí
flokkunum til:
at orða eina javnstøðu
ætlan fyri flokkin, at
seta ítøkilig máltarbeiða
meira miðvíst við
javnstøðu innanfloks og
í sambandi við upp
stilling o.ø.
at arbeiða støðugt og alla
tíðina við at økja áhug
an hjá kvinnum fyri
politikki
at greiða veljarunum frá,
hvat teir vilja (valskrá)
virka fyri í sambandi
við javnstøðu í sam
felagnum sum heild
Demokratia
Komið so í gongd, flokkar!
Biskuppurin hevur ein sera
týdningarmiklan leiklut í
lívinum hjá fólkakirkjuni.
Tí er tað ikki líkamikið,
hvørji førleikakrøvini eru,
og á hvørjum grundarlgi
hann verður valdur.
Øll biskupsvalevnini eru
doypt, prestlørd og prest
vígd, og tí taki eg tað fyri
givið, at tey øll eru kristin
menniskju, ið kunnu røkja
biskupsstarvið. Men, sam
stundis so fari eg at loyva
mær at nema við nøkur
viðurskifti, ið avgjørt eiga
at vera grundarlag undir
teimum førleikum, prestar
og kirkjuráðslimir skulu
velja biskupp eftir. Teirra
trúarviðurskifti verða ein
spurningur millum tey og
Várharra.
1. Føroyska fólkakirkjan
er ikki longur ein provins,
ein avkrókur í donsku
fólkakirkjuni, men før
oyskja kirkjan er nú ein
kirkja millum kirkjurnar í
Norðurlondum og Norður
evropa. Tí noyðist føroyska
fólka at hava ein leiðara,
sum hevur ein profil uttan
fyri føroyska dunnu
hylin. Ein biskupp, ið er
kendur og virdur í londun
um kring okkum, og sum
kann umboða føroyska
kirkjuna virðiliga.
2. Biskuppurin er ovasti
lærumynduleikin í kirkjuni,
og tí er tað sera umráðandi,
at biskuppurin eisini hevur
hægsta lærdóm innan guð
frøði, og er vanur at
arbeiða fakliga við læru
spurningum. Guðfrøði
deildirnar eru ikki læru
myndugleiki, tær kunnu
útvega okkum tólini at taka
avgerðir við, men at enda
so er tað biskuppurin
(aðrastaðnis er tað bispa
kollegiið, ið er ovasti
lærumunduleiki, men í
Føroyum er bara ein
biskuppur!).
3. Sum ovastur í kirkjuni
er eisini neyðugt at
biskuppurin hevur nágreini
ligan kunnskap til kirkju
liga lóggávu, soleiðis at
viðkomandi kann taka
støðu í umsitingarspurn
ingum á jøvnum føti við
løgfrøðingar og onnur.
4. Í eini kirkju millum
millum kirkjurnar, er tað
somuleiðis umráðandi, at
biskuppurin hevur hollan
málkunnleika, ikki bara til
tey bíbilsku málini, men
eisini til tey mál, ið verða
tosað í londunum kring
okkum, fyri á tann hátt at
kunna geva føroysku
kirkjuni gagn av tí ið rørist
í guðfrøðini í londunum
kring okkum, og fyri at
kunna møta hinum
kirkjunum á ein virðuligan
hátt.
5. Sum starvsfolkaleiðari
(hóast hendan uppgávan
eisini hoyrir undir próstin),
eigur ein biskuppur somu
leiðis at hava nágreiniligan
kunnskap til starvsfólka
viðurskiftir, starvsfólka
leiðslu og fakfelags
viðurskifti. (Av røttum átti
tað at verið eitt krav, at
biskuppar og próstar vóru
sendir á kirkjuliga leiðara
skeiðið hjá Handilshá
skúlanum í Keypmanna
havn!).
6. Fólkatekki einans er
ikki nóg góður førleiki til
biskuppsstarvið. At vilja
tekkjast øllum, er ikki tað
sama sum at tekkjast
Várharra. Sum leiðari
noyðist biskuppurin av og
á, at taka avgerðir, ið ikki
hóva øllum. Biskuppurin
eigur fyrst og fremst at
tæna evangeliinum, og tað
er ikki tað sama, sum at
vera vinur við øll, ella at
smílast til høgru og
vonstru.
So er tað sjálvandi spurn
ingurin, hvør av valevnu
num, ið lúka ovanfyri
nevndu førleikakrøv. Øll
valevnini eru valbar,
sambært galdandi lógum,
og tað verður ongin van
lukka um ein og hvør av
teimum verður biskuppur.
Men, ein veljarakanning á
heimasíðuni hjá Norð
lýsinum fekk meg til at
huksa um hvussu støða
verður tikin til biskups
valið, og tí loyvi eg mær til
at geva eitt persónligt boð
uppá eitt biskuppsvalevni.
Her eru eini ómsæðin
boð uppá hvørt valevni ið
er best egna sambært
omanfyri nevndu
førleikakrøvum.
1. Hvør av virkandi
føroysku prestunum er
kendur uttan fyri Føroyar
fyri sítt vísundaliga
virksemi? Hvør av virkandi
føroysku prestnum verður
virdur fyri sama vísunda
liga virksemi á guðfrøði
delidunum í londunum
kring okkum? Svarið er
Jákup Reinert Hansen Phd.
(Philosofical Doctor).
2. Hvør av virkandi
prestunum í føroyskju
fólkakirkjuni hevur hægsta
fakliga lærdóm, og tískil
førleika til at taka avgerðir
í læruspurningum á
jøøvnum føti við
guðfrøðideildirnar á lærdu
háskúlunum? Svarið er
Jákup Reinert Hansen,.
PhD.
3. Hvør av virkandi
føroysku prestunum hevur
verið við til at smíða
kirkjuliga lógarverkið, sum
er grundarlagið undir
yvirtøkuni av føroysku
fólkakirkjuni? Og sum tí er
førur fyri at taka avgerðir
um og ráðgeva um hesi
viðurskifti? Svarið er
Jákup Reinert Hansen
PhD., sum næstan búði í
menntamálaráðnum meðan
kirkjulóggávan varð
smíðað.
4. Hvør av virkjandi
føroysku prestunum hevur
kunnleika til flest evrope
isk mál, og sum tí hevur
møguleika fyri at kunna
seg um, hvat ið gongur fyri
seg á guðfrøðiøkinum í
londunum kring okkum, og
sum kann samskifta við
kirkjurnar kring okkum á
teirra egna máli? Svarið er
Jákup Reinert Hansen
PhD.
5. Ein biskuppur skal
sjálvandi, sum ovasti
starvsfólkaleiðari vera
kønur í starvsfólkaviður
skiftum. Og sum starvs
fólkaumboðsmaður
(tilidsræpresentant) í Den
Danske Præsteforening,
hevur Jákup Reinert
Hansen PhD, framum
onnur kunnleika til
starvsfólkaleiðslu og
viðurskifti.
6. Førleiki og ikki
fólkatekki er ein fyritreyt
fyri at gerast biskuppur við
skili. Hann, sum tveitti
seljarnar út úr templinum
bleiv ikki júst víðagitin fyri
at smílast til høgru og
vinstru og fyri at vilja gera
øllum til vildar.
Eg fari at loyva mær at
geva eitt boð uppá, hvør ið
átti at havt skutin framman
fyri allar aðrar í hesum
valdystinum, og tað er
Jákup Reinert Hansen,
PhD. , skjótt Dr. Teol.
Hvørjir eru neyðugu førleikanir hjá einum biskuppi?
Bergur
JacoBsen
viðmerkingar