Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 24. september 2007 13 viðmerkingar Tað var at frøast um, tá eg í útarpinum hoyrdi leiðaran í nýggja dagstovninum í Klaksvík, Barnahúsið Margit, tosa um teir tankar tey hava gjørt sær um arbeiði á hesum nýggja stovni. At tey hava fingið sett fleiri námasfrøðingar í starv, og at tey fara at leggja seg eftur at fylgja ásetingunum í dagstovna­ lógini. Tað dámar mær væl at hoyra, tí tað er ikki tað, eg hoyri okkara mannligu politikarar siga. Eisini er tað at frøast um, at fleiri dagstovnar verða bygdir til endamálið. T. d. í Nólsoy, í Klaksvík og nú í Runavík og á Skála. Eingin ivi er um, at tað er rættast at byggja til endamálið. Vit hava alt ov nógvar keði­ ligar royndir av at gera stovnar í vanligum sethús­ um, hallum, skótahúsum o. l. Góðskan slakast á dagstovnunum Minni frøi var í at hoyra borgarstjóran í høvuðs­ staðnum í størstu komm­ unu í landinum og formann í KSF, at tað er neyðugt at slaka á góðskuni á dag­ stovnum kring landið. Tá tosað verður um at byggja vegir og ítróttar­ valllir, er neyvan nakar ivi um, at borgarstjórin leitar eftir og fylgjur vegleiðing frá fakfólki, fyri at tryggja at góðskan er í lagi. Tað undrar meg tí, at borgarstjórin leggur upp til, at dagstovnarnir í fram­ tíðini ikki skulu leiðast av fakfólki. Borgarstjórin hevur sjálvur luttikið á einkultum samráðingar­ fundum við Pedagog­ felagið, og átti tískil at kent viðurskiftini á dag­ stovnum kring landið útfrá eini fakligari meting. Broyting av dagstovnalógini Tað undrar meg eisini, at tosað verður um at broyta dagstovnalógina, soleiðis at man gongur burtur frá at námsfrøðingar eru í flestu størvum á dagstovnum kring landið. Tað átti at verið størri logikkur í at útbúgva fleiri pedagogar. Serliga tá hugsað verður um, at áhugin fyri fakinum er stórur, og at nógvar umsøknir eru til útbúgv­ ingina á Pedagogskúlanum, nógv fleiri enn møguleiki er fyri at ganga á møti. Hvat bleiv av lyftunum? Hvør er orsøkin til, at lyftið frá mentamálaráð­ harranum ikki verður tikið upp á tungu? Mentamálaráðharrin lovaði at virka fyri, at ein eyka flokkur av pedagog­ næmingum kundi sleppa inn á skúla, nú pláss er á skúlanum. Hetta lyftið vildi hann tó ikki halda fast við. Mær vitandi eru eingi góð argumentir fyri at lata vera. Manglandi virðing fyri børnunum Um nakar heldur, at tað er ein løtt uppgáva at ala upp landsins børn, so haldi eg at tit áttu at vitjað nakrar av okkara dagstovnum. Øll sum arbeiða á dagstovnum vit, at hetta er ikki so, tí tað liggur starvsfólkunum sera nær at hjarta at fara um hesi børn við so stórari virðing sum yvirhøvur gjørligt. Starvsfólk og foreldur vita eisini, at tað eru uppgávur, sum eru sera torførar at loysa til fulnar, tá fakligi førleikin ikki er til staðar í nóg stóran mun. Teir rýma undan ábyrgdini Tað mangla nógvir útbúnir námsfrøðingar á stovnu­ num kring alt landið, og eg haldi, at um borgarstjórin í størstu kommununi í Før­ oyum og mentamálaráð­ harrin hugsaðu seg væl um og tóku ábyrgd fyri góðskuni á hesum øki, so løgdu teir dent á at økja um fakliga tilfeingið heldur enn at renna undan ábyrgdini og slaka. Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at fólk við sosialum innliti taka ábyrgdina av sosiala økinum, bæði hjá landi og kommunu. 335 milliónir krónur kostar sonevnda fíggjarlógar­ semjan landskassanum. Minst. Bæði skattalætti og størsti útreiðsluvøkstur nakrantíð í Føroya søgu. Nú má ábyrgdarloysið støðgast! Tjóðveldið hevur funnist at ábyrgdarleysa búskapar­ politikkinum hjá samgong­ uni síðani 2004. Hetta hev­ ur verið skírt andstøðu­ grenj. Men tá nýggju fíggjar­ málarráðharri varð til­ nevndur, segði hann júst tað sama, sum andstøðan hevði ført fram og vildi gera nakað munagott við støðuna. Og vit sóu ein glotta og ein møguleika at fáa semjur um ein ábyrgd­ arfullan búskaparpolitikk. Men sjáldan er nakar vorðin so illa viðfarin og koppaður so runt, sum fíggjarmálaráðharrin, tá hann nú fekk sín umgang í samgongukarrusellini. Eftir alt tos og meldingar um at tálma búskapin og støðga skattalættum, gjørdist úrslitið beint øvut: Fíggjarlógarsemjan hjá breiðu samgonguni fyri árið 2008, tá samgongan annars hevur lagt frá sær, gjørdist hetta fantastiska úrslit: Útreiðslurnar á fíggjarlóg­ ini næsta ár skulu hækka við 255 mió. kr. Hetta er størsti vøksturin nakrantíð í Føroya søgu, og tað kann bert hita búskapin enn meira, og setur spidaran í botn. Skattalættin fyri 2008 verður framvegis 70 mió. kr. fyri landskassan og einar 10 milliónir krónur fyri kommunurnar. Tað er væl meira, enn avtalað varð í samgonguskjalinum og nett tað sama krónu­ talið, sum Bárður Nielsen upplýsti, tá skattalættin varð samtyktur. At so ein øking orsakað av meting­ um um búskaparvøkstr­ inum, broytir onki. Fram­ vegis er talan um 70­80 mió. kr. fyri 2008, sum er tað talið, ið tingið higartil hevur fingið upplýst. 335 milliónir renna út Tilsamans sendir hetta 335 mió. kr. meira í umfar í samfelagnum í 2008 í mun til í ár. Og hetta leggur samstundis eina økta kostnaðarbyrðu á lands­ kassan uppá 335 mió. kr. Til tess at fíggja nakað av hesum eksplosivu útreiðslum, er so avtalað at hækka avgjøld á sigarettir og søtmeti fyri einar 50 mió. kr. Tað er roynt fyrr, og gevur nakað av peningi inn. Men tað tálmar á ongan hátt búskapin ella nýtsluni. Og hesum er heldur ikki kalkulerað við, tí so høvdu inntøkur lands­ kassans av sigarettum og søtmeti verðið mettar lægri, og tað eru tær ikki. Sostatt er ongin tálming í hesi fíggjarlógarsemju yvirhøvur. Tvørturímóti. Nær eru nakrantíð sprænd­ ar 335 mió. kr. út bara frá landskassanum? Legg harafturat, at út­ reiðslurnar hjá kommunun­ um, sum fíggjarmálaráð­ harrin eisini vildi gera nakað við, eru eksploder­ aðar og fara at økjast enn meira í 2008. Fjølmiðlar mugu siga fólki sannleikan Skuldi samgongan ikki slitna, noyddist fíggjarmála­ ráðharrin at sleppa øllum og finna eina forkláring. Hann noyddist at royna at bluffa pressuna og almenn­ ingin til tess at fjala hetta ótruliga ábyrgdarloysi, sum onnur hava lagt á hansara herðar. Og tí tosar hann nú um eina tálming.í mun til ein mettan búskapar­ vøkstur í 2008. Hetta er rein villleiðing og jonglering við mettum tølum. Tað svarar til at siga: Teir ætlaðu at fáa meg at keypa ein jakka fyri 3.000 kr., men eg helt als ikki, at eg hevði ráð til nakran jakka og ikki brúk fyri honum. At enda gekk eg við til ístaðin at keypa jakkan fyri 2.900 kr., – so nú havi eg spart 100 krónur! Og um føroysku fjøl­ miðlarnir og óheftir búskaparfrøðingar ikki skoða ígjøgnum hetta, so hava vit ein sera, sera álvarsligan trupulleika í samfelagnum. Tá eru vit ongan veg komin síðani 80’ini. Eg ein lítlan, tú ein stóran Sannleikin er jú, at tað so vanliga gerðabýtið í før­ oyskum politikki, hevur endurtikið seg. Fólkaflokk­ urin fær sín skattalætta fyri eitt hægri krónutal, enn ætlað. Og javnaðarflokk­ urin sleppur at senda nakrar ballónir upp áðrenn valið, og seta nakrar pengar av her og der – sum eitt komandi Løgting skal taka avleiðingarnar av og taka upp eftir. Frá at... ...fjølmiðlarnir dagliga hava boðað frá tiltøkum úr Fíggjarmálaráðnum til tess at tálma búskapin,... ...til samgongan á samgongufundi í august vrakaði øll uppskot hjá Magna Laksáfoss og skuldi ístaðin eitast at semjast um at tálma á rakstrinum hjá landskassanum,... ...og til í dag vit hava fingið kunngjørt eina semju um størsta vøksturin í landskassarakstrinum nakrantíð, meðan skattalættin framvegis er 70 mió. næsta ár,... ...er eitt so stórt glopp, at ongar buksur kunnu halda. Mær tykir hjartaliga synd í Magna Laksáfoss, sum er vorðin so knúskaður til, at hann at enda bara mátti geva upp. Men at hann so kortini skal standa og verja ábyrgdarloysið og rossa­ handlarnar hjá sínum sam­ gongufeløgum, er syndar­ ligt. Ongin fíggjarlóg, men skattalætti Og heilt ovboðið verður tað, tá so Anfinn Kalls­ berg, hvørs flokkur hevur drigið Magna runt við nøsini, fer út og finst at semjuni hjá sínum egna flokki og skal látast at vilja rudda upp eftir Magna. Fólkaflokkurin hevur fingið sín skattalætta, og enntá hægri enn vónað, tá samgongan varð skipað. Nú fer hann eisini at koyra spælið um fíggjarlógina herífrá, tá málið kemur í fíggjarnevndina. Neyvan verður nøkur fíggjarlóg samtykt yvir­ høvur, áðrenn valið skal útskrivast, men skattalættin stendur eftir. Verður hetta ábyrgdar­ leysa spælið ikki støðgað sum skjótast og vit fáa eina aðra samgongu, so verður Laksáfoss ikki tann einasti, ið liggur eftirá. Tað ger hinvegin før­ oyski búskapurin, og ætlanirnar um at skipa ein sjálvberandi og óheftan búskap. Floksformaður Høgni Hoydal Maud Wang Hansen Virðing fyri fakliga tilfeinginum Føroyafólk vann við Fólkaflokkinum Minstaforvinningurin hjá sjómonnum og skattafrádrátturin hjá langfarafiskimonnum skulu varðveitast, hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi hesi avtikið. Rentustuðulin verður verandi, og skattalættaavtalan skal haldast, sum Fóllkaflokkurin kravdi. Seinnastu dagarnar hava vit sæð sanna andlit Sambandsfloksins. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur við treiskni vent sær ímóti bæði veikum og lufaltsligum sterkum og vinnuliga gevandi økjum úti um landið. Ágangur hansara hevur dyggiliga verið vendur ímóti vinnuliga partinum. Hann hevur kravt minstaforvinn­ ingin hjá fiskimonnunum burtur og at skattafrá­ drátturin verður tikin undan langfarafiskimonnum. Hjá ungfólki sum bygt hava sethús krevur hann rentustuðulin avtiknan, hesi sum við stórum dirvi hava bygt undir ávísum fortreytum og sita sum familjur við tungari lánibyrðu Eisini var ætlanin hansara heilt at strika skattalættan fyri 2008. Hesum hevur Fólkaflokkurin staðiliga sett seg ímóti. Tað fer flokkurin eisini at gera vart við tað bæði undir tingviðgerðini og í fíggjarnevndini. Fyri betur at kunna brúka fleiri pengar til almennan rakstur, krevur hann, at størri gjøld skulu leggjast á tubbak og góðgæti við 10 mió. krónum. Hetta er ikki fyri heilsuátaki, men fyri at fáa fleiri pengar í kassan til almennan rakstur. Vilja samanbinda Føroyar Landsstýrismaðurin krevur Sandoyartunnilin tiknan av skrá. Eg havi fleiri ferðir víst á frá tingsins røðarapalli, at nú resta Sandoyggin og Suðuroyggin í fyri at koma upp í fasta sambandið. Hesar oyggjar eru ídag longur burtur frá meginlandinum enn áður, nú stórur partur er samanbundin. Sandoyggin verður samanbundin við meginøkið um 6 ár, og at kanningar samstundis verða gjørdar, hvussu til ber at loysa leiðina til Suðuroynna. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eins og Sambandsflokkurin við hinum báðum undirsjóvartunlunum víst sín mótvilja ímóti hesum ovur týdningarmiklu sambindingaríløgum. Eg fari tí at vísa til frálíku oddagreinina í seinasta Norðlýsi, har m.a. politisk populisma var viðgjørd, har ikki verður hugsað um landið sum heild og at gevandi og neyðugar íløgur fyri alt landið verða raðfestar aftur um ótálmaðan rakstur, sum má sigast at vera stutthugsaður búskaparpolitikkur og sum í størri mun hitar okkara búskap. Nei, Føroyafólk vann her nógv við Fólkaflokkinum. So fór seinasta bardunin í búskapinum løgtingsmaður Fólkafloksins Jógvan við Keldu