Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 184 - 24. september 2007 Sosialurin Stuðlið kvinnunum Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Demokratia, sum er felagsskapur umboðandi kvinnur í øllum teimum politisku flokkunum, er farið undir at skipa fyri tiltøkum nú nakrar mánaðir undan løgtingsvalinum. Í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í sjálvum løgtingshúsunum í farnu viku, har umboð fyri Demokratia varpaðu ljós á komandi tiltøk. Lat okkum gera púra greitt, at vit taka fult og heilt undir við arbeiðinum hjá Demokratia og vóna, at arbeiðið hjá bólkinum fer at bera ávøkstur. Og her meta vit okkum sum miðil at hava eina ábyrgd og skyldu. Nøkur av tiltøkunum fara so eisini at vera í Miðlahúsinum. At hava sum boðskap í skjøldri sínum at fáa fleiri kvinnur upp í politikkk er nakað, sum vit øll eiga at kunna taka undir við. Bara at yppa øksl og siga, at vit eru serstakt samfelag, har kvinnurnar heldur vilja lata politiskt arbeiði upp í hendurnar á monnunum er tokutala og hoyrir miðøldini til. Hinvegin tykist tað vera torført at venda hesi tankagongd. Eisini manglar nógv í at fáa kvinnurnar sjálvar at tala sína søk og vísa størri áhuga fyri politikki. Vit kunnu so í hvussu er staðfesta, at tað er neyðugt at hava nøkur á barrikadunum, nøkur, sum gera vart við hesa óhaldbaru støðu, at bara menn skulu stýra hesum landi. Og her er Demokratia eitt týðandi forum. Vit staðfesta, at alt alt ov fáar kvinnur eru í løgtinginum. Vit staðfesta eisini, at landsstýrið er mannað bara við monnum. Løgmaður átti at havt borið so í bandi, at kvinnur vórðu í landsstýrinum. Nú situr hann við lyklinum, ið kanska kann hava við sær, at tey, ið atkvøða fyri eini kvinnu, fáa eina kvinnu fyri atkvøðuna. Um sama mundið eru vit so vitni til, at løgmaður hevur ikki stundir at hitta umboð fyri Demokratia. Fíggjarlógin hevur sjálvandi stóran týdning, men fyri hesar kvinnurnar hevur tað eisini alstjóran týdning, at stig verða tikin til at fáa greiði á, hvussu m.a. listaatkvøður hjá flokkunum skulu teljast. Og hetta er tað tær ætla at biðja løgmann um hjálp til - at leggja fram eitt uppskot, ið skal gera tað greitt, hvussu listaatkvøður skulu verða taldar. Eitt kunnu vit skjótt verða samd um: okkurt munagott eigur nú at verða gjørt fyri at fáa kvinnurnar inn – og sjálvandi skulu tær hava ta umboðan, tær av røttum eiga. Í løtuni er støðan hon, at hóast kvinnurnar fingu 30% av atkvøðunum seinast, eiga tær bert 9% av tingsessunum. Løgmaður eigur at ganga á odda fyri at fáa demokratiið at virka betur her á landi. Nú bíða vit bara eftir, at hann tekur ímóti og lurtar eftir Demokratia. Danski rithøvundurin og feministurin Hanne Vibeke Holst sigur so rámandi: “Maktfull mannfólk fascinera, meðan maktfullar kvinnur provokera.” Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í bløðunum í farnu viku skrivar Jógvan á Lakjuni um at vera virðiligur og um etiskar reglur. Hann skuldi heldur tagt. Eg havi á egnum kroppi merkt, hvussu sosialpolitikkur Jógvans roynist í verki. Jógvan á Lakjuni er bæði kaldur og kyniskur og eisini óreiðiligur í sínum starvi. Enntá meðan eg lá á Ríkissjúkrahúsinum kom ein hóttan um uppsøgn í telduposti frá Mentamála­ ráðnum. Orsaka av ósakligu við­ gerð Mentamálaráðsins, ið hevur ein stóran gegnis­ trupulleika, er mál mítt enn ikki endaliga avgreitt. Málið verður nú latið løg­ manni. Jógvan á Lakjuni er als ikki tann skikkiligi og “góði” politikarin, sum hann roynir at geva Føroya fólki fatan av. Nøkur fá dømi: Tilvitað krógvar hann skjøl fyri løgtinginum, fyri at sannleikin ikki skal koma fram í einum máli. Skjølini eru avgerandi prógv í málinum. Sam­ stundis boðar hann Føroya fólki frá, at hann ynskir allan sannleikan á borðið. Slíkt er óreiðiligt. Sambært lógini um ábyrgd lands­ stýrismanna kann ein lands­ stýrismaður fáa upp í tvey ára fongsul fyri slíkt lógarbrot. Hann hevur eisini lokkað meg á loynifund tann 27. juli 2005 á privatum øki uttan um allar sínar embætismenn, fyri síðani at ákæra meg fyri at hava vent mær til yvirskipaða myndugleikan í øðrum føri. Sera óreiðiligt, Jógvan! Á hesum fundi las hann øll tey 8 skjølini, sum hann seinni krógvaði fyri løgtinginum. Eisini sigur hann í fleiri førum ósatt fyri Løgting­ sins Umboðsmanni m. a. fyri at sleppa undan at taka eitt mál uppaftur til við­ gerðar. Eg havi kravt hann persónliga eftir eini frá­ greiðing, men hann svarar ikki. Hann man eisini eiga tað føroyska metið í átalum frá Umboðsmanninum; ikki serliga virðiligt. Flestu átalurnar eru fyri harð­ renda viðferð av starvs­ fólki. Tú byggir ikki land við myrkaspæli og loyni­ fundum av slagnum “non existing meeting”, sum eg eisini havi upplivað, at hann skipar fyri. Tað undrar ikki meg, at fólk venda sær frá tí politikki, ið Jógvan á Lakjuni umboðar. Nú ið Jógvan á Lakjuni, tónleikari og mentamála­ ráðharri er komin við nøkrum so politiskt ókorrektum sum tonkum um sang og nakað av uttan­ atlæru í skúlunum, lova fólk bál og brand. Men eg giti, at Jógvan á Lakjuni hevur sæð skrivt­ ina á vegginum. Tað hava vit í Urguleikarafelagnum eisini sæð í fleiri ár, og tað hava ymsu føroysku dansi­ feløgini eisini. Um vit einki minnast uttanat, ber t.d. ikki til at kvøða. So einfalt er tað. Og um vit ikki mýkja okkara sangvøddar, fara vit úr trening. Sangrøddin er sum kunn­ ugt okkara einasta við­ fødda musikkinstrument. Um vit ikki trena hetta instrumentið, sovnar tað. Hetta sigur okkum so mikið sum at, læra vit ikki okkara smábørn at syngja og at minnast, so “slóknar peran”. Frá barnagørðunum vita vit, at smábørn altíð eru motiverað at syngja, tey royna, og tað bilar einki, um tey eru sum kálvur í flóri. Um nú sangurin helt fram, tá ið tey komu í skúla, var eingin vandi á ferð. Børnini fóru so at blíva við at syngja í nógv ár. Eg fái meg ikki at trúgva, at Jógvan á Lakjuni hevur tankar um at fara aftur til Svarta skúlan, revsing og terping. Hvussu varðveita við sangskatt okkara? Vit kunnu kanska ímynda okkum, at allir 1, 2, 3, flokkar í Føroyum eina ferð um dagin syngja ein føroyskan sang inni í síni egnu skúlastovu, kanska í einum ávísum tíma. Tað kunnu vera føðilandssangir, sálmar ella nútíðar slagarar. Tá ið tey eru komin í fjórða flokk, eru tey “útlærd” og kunnu nú fara í holtur við aðrar avbjóðingar. Tey eru blivin von við at”lyfta upp sínar røddir” uttan at smæðast og duga óivað nógvar tekstir uttanat. Men her er eisini ein annar vinningur. Børnini halda tað ikki longur vera møtimikið at minnast nakrar reglur uttanat, og sangvenjingin fer at eggja til at lesa tekstirnar, samstundis sum tey eru í ferð við at læra seg at lesa. (Klók fólk halda, at tað at fáast við tónleik hjálpir til við innlæringini av fleiri skúlafakum.) Børnini verða ríkað av frægastu løgum og yrk­ ingum okkara á móðir­ málinum. Hetta viðførið verður teirra trúgvi fylgissveinur restina av lívinum. Tey fáa eitt ávíst dannilsi, sum ger tey betur før fyri at kenna mun á kvaliteti og tómum lirum­ larum, hvør veit – kanska fer sangurin at gróðurseta onkran ungan skaldaspíra. Um vit ikki gera nakað fyri at varðveita sangskatt okkara, kann tann dagur upprenna, tá ið eingin miðnáttarsangur fær verið á Ólavsøku, tí eingin kennir sangirnar longur. PÁLL ISMARS- SoN JoENSEN oddvøR JoHANSEN At tú troystar tær, Jógvan á Lakjuni! Ein sang um dagin