Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 24. september 2007 11 tíðindi Kanningar vísa, at ”siloksanar” í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo- fjørðinum. Evnið finst eisini í toski, sum er veiddur við Bjarnoynna Noreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri boðaði statsliga norska dálkingareftirlitið (SFT) frá, at stovnurin stúrir fyri umhvørviseituri, sum er funnið í eitt nú toski. Evnið, sum talan er um, verður rópt ”siloksanar” og verður brúkt í ymiskum brenni, bilvoksi, kosmetikki og reingeringsevnum. Vandi er fyri, sigur SFT, at eiturið í havumhvørvinum økist, sum árini ganga. Tað eru nýggjar frágreið­ ingar, sum hava fingið Statens Forurensningstilsyn í Noregi at rópa varskó. Tað vísir seg nevniliga, at ”siloksanar” í nógv størri nøgdum enn áður hildið finst í toski, sum er veiddur innarliga í Oslo­fjørðinum. Og ikki bara í Oslo­fjørð­ inum, men eisini aðrastaðni, eitt nú við Bjarnoynna er eiturið staðfest í fiski. ­ Staðfestingin er álvar­ som, tí mett verður, at hetta evnið kann hava umhvørv­ isskaðilig árin á fiskin, sigur verkætlanarleiðarin hjá SFT, Ola Glesne. Hann sigur, at nøgdir av ”siloksanar”, sum eru fun­ nar í fiski, eru órógvandi. ­ Hetta umhvørviseitur kann ávirka ymiskar organ­ ismur, sum liva í vatni, sigur hann. Royndir, sum tiknar eru úr toskalivur innarliga í Oslo­fjørðinum, vísa, at títtleikin av ”siloksaner”, er nógv størri, enn royndir úr toskalivur hava víst aðra­ staðni. Tað vísir seg, at heldur ikki polar­økini sleppa und­ an hesi dálking. Kanningar vísa nevniliga, at nøgdin av ”silopsaner” í kópi við Bjarnoynna er størri enn í kópi, sum livur í donskum sjógvi. HetlaNd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sølan av North Atlantic Sea Farms (NAS) merkir, at pakkivirkið hjá Aqua Farms í Hetlandi letur aftur. Tað er Hjaltland Seafarms, sum hevur keypt NAS. Pakkivirkið hevur pakkað laks fyri North Atlantic Sea Farms seinastu fýra árini, men nú alifyritøkan er seld, verða tað aðrir, sum koma at pakka laksin fyri felagið. Aqua Farms hevur eisini pakkað laks fyri aðrar alar­ ar, eitt nú Skelda og Fram­ gord, men høvuðsleve­ randørur av fiski til Aqua Farms hevur verið North Atlantic Sea Farms. Uttan NAS er grundarlag ikki fyri pakkivirkinum í Hetlandi. Lokalir politikarar hava roynt at funnið felagnum aðrar møguleikar, men eydn­ ast hetta ikki, verður lykilin snaraður um á virkinum ­ og 11 fólk missa arbeiði. Leygardagin læt Vøruhúsið í Klaksvík uppaftur í um­ bygdum og ístandsettum hølum. Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt fyri at seta hølini í stand, soleiðis at handilin nú er vorðin meira kundavinarligur og innbjóð­ andi. Vøruhúsið í Klaksvík sel­ ir ísinkram, máling, brúks­ lutir og brúkslist, og eisini leggur handilin seg eftir at selja góðar og nýggjar møbl­ ar, sum standa frammi í handlinum. Í miðhæddini móti høv­ uðsvegnum er handilin nú býttur upp í básar við møbe­ leraðum og snotuligum stov­ um. Ymisk gólv, sum handilin selir, eru løgd á í nýggju stovunum, sum eisini eru málaðar í ymiskum litum, ið handilin eisini selir. Tað er P/F Litaval, sum nú rekur handilin í Klaks­ vík. (-vilmund) Vøruhús í Klaksvík Umhvørviseitur órógvar Aqua Farms letur aftur 11 fólk missa arbeiði í hetlendsku laksavinnuni, tá Aqua Farms snarar lykilin Sambært granskarum er Oslo-fjørðurin dálkaður, men heldur ikki polarøkini sleppa undan dálking oysku landoddarnar. ­ Hevði skipið bert havt møguleikar í fiskivinnuni, høvdu vit ivaleyst verið meira varin, men sum sagt verða nú ymiskir møguleik­ ar kannaðir, leggur Elisa­ beth E. Olsen aftrat. Stórur skaði Í samrøðu við Sosialin eftir herviliga eldin, segði for­ stjórin í Thor, Hans Andrias Joensen, at tað helst fer at kosta einar 200 miljónir krónur at umvæla skipið. Umvælingin av Hercules kemur helst at kosta einar 200 miljónir krónur – og umvælingin av Athenu, sum eldur eisini kom í, fer at kosta einar 100 miljónir krónur, segði forstjórin við Sosialin. Slík skip, sum Hercules og Athena, kosta sambært forstjóranum í Thor einar 400 miljónir krónur at byggja, og leveringstíðin er long. Tað er ikki so langt síðan, at Vinnuvitan bar tíðindini um, at eitt nú Samherji í Íslandi lá úti eftir meirilut­ anum í felagnum, sum eigur Athenu. Vinnuvitan skrivaði, at ein íslendsk kvettroynd við Samherja á odda at keypa meirilutan av partabrøv­ unum í Ocean Group Far­ oes, sum eigur stóra verk­ smiðjutrolaran Athenu, miseydnaðist. Nú hevur so Framherji, sum Samherji eigur ein triðing í, keypt Hercules frá Tryggingarfelagnum Før­ oyar. st til seismikk Heitur sjógvur – vánalig veiða Upsafiskiskapurin út fyri Finnmørkini hevur verið vánaligur orsakað av, at sjógvurin er ov heitur. Tað halda bæði granskarar og fiskiídnaðurin í økinum. Tað er Finnmark Dagblad, sum ber hesi tíðindi. – Hetta er dramatiskt, og vit eru órógvað, sigur Roger Sørensen, sum er í kommunalum starvi í Finnmørkini. Norski Havgranskingarstovnurin eru eisini órógvaður, eftir at stovnurin hevur kannað eftir, hvussu vorðið er við upsa í økinum. 14 kvinnur til fiskiskap Tilsamans 14 kvinnur eru skrásettar sum fiskimenn í Sogn og Fjordane í Noregi. Hetta er einans 1,7% av øllum fiskimonnunum í økinum. Hyggja vit kring alt landið, telja kvinnurnar, sum eru skrásettar sum fiskimenn, 2,2%. Tað er NRK, sum ber hesi tíðindi. Í Sogn og Fjordane tosa tey nú um eina ætlan, sum skal hava til endamáls at fáa fleiri kvinnur at velja sjógvin sum livibreyð. Eftir eldsbrunan umborð á Hercules metti Hans Andrias Joensen, forstjóri í Thor, at umvælingararbeiði helst fer at kosta einar 200 miljónir krónur