Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 184 - 24. september 2007 Tey, sum meirvirka fiskavørur í Frak­ landi, halda, at tað í nógvum førum er lættari at útvega sær ráfiskin á altjóða marknaðinum enn í Fraklandi Frakland Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Franskir framleiðarar, sum virka fiskavørur til egnan marknað, kenna seg rætti­ liga bundnar av innfluttari rávøru. Hetta vísir ein kann­ ing, sum Ofimer hevur gjørt. ­ Tað er lættari fyri tey, sum fáast við meirvirking, at útvega sær rávøruna á altjóða marknaðinum, har rávøran er atkomilig alt árið ­ og fyri prísir, sum tú kanst rokna við. Ráfiskaprísirnir á franska marknaðinum eru haraftur­ ímóti ógvuliga skiftandi ­ viðhvørt í toppi og aðrar tíðir í botni. Tað sigur Philippe Paqu­ otte, ein av stjórunum í Ofimer. Laksur, rækjur, hvítfiskur sum alaska pollok og skelja­ fiskur eru mest eftirspurdu rávørurnar í Fraklandi, tí hesar eru lættast fyri tey, sum meirvirka, at fáa hend­ ur á. Franska meirvirkisvinnan stóð í 2006 fyri 3,5 miljard­ um evrum. Fransmonnum líkar innflutta rávøru Sunda bókasavn byrjar aftur Tað fyrsta á skránni er »Heystið í urtagarðinum«. Tað er Michael Jacobæus, sum kemur at greiða frá, hvussu leykir skulu setast í jørðina, og hvussu ein skal bera seg at við at skera trø og runnar í urtagarðinum. Hetta verður hósdagin 27. september klokkan 19. Sunda bókasavn heldur til í Norðskála­Oyrar skúla á Oyrarbakka og er samstundis námsfrøðiligi tænastudepil skúlans. Bókasavnið er opið fyri almenninginum mikudag klokkan 14–16 og 19–20. Seinnapartin er tað serliga barnagarðurin, ið brúkar bókasavnið, og smábarnafamiljurnar eru raskar at vitja bókasavnið um kvøldarnar, skrivar bókasavnið í tíðindaskrivi. ­ Enn hava vit ikki tikið endaliga avgerð um, hvat vit fara at brúka Hercules til, men talan kann bæði vera um fiskivinnu ella aðra vinnu. Tað sigur sigur Elisabeth E. Olsen, sum eigur ein triðing í felagnum Framherja, ið nú eigur stóra verksmiðjutrolaran Hercules Hercules Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta mikudag keypti Framherji, sum framman­ undan eigur Fagraberg, Vesturvón, Høgaberg og Stapan, stóra verksmiðju­ trolaran Hercules, sum fyrr í ár brendi, meðan skipið var til fiskiskap í Kyrrahav­ inum. 116 mans vóru við skip­ inum hendan túrin, eldur kom í. Teir flestu bjargaðust, men 11 lótu lív. Eldur kom í skipið beint eftir, at vaktarskiftið hevði verið umborð. Tí vóru menn ikki í koyggjuni, men antin á veg av vakt – ella á vakt. Í samrøðu við Sosialin, segði kona føroyska skipar­ an, Jóna Rasmussen, at eftir fáum minuttum, stóð at kalla alt skipið í ljósum loða. Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, sum átti skipið. Hetta var tann fyrri verk­ smiðjutrolarin hjá felag­ num, sum eldur kom í yvir lutfalsliga stutta tíð. Eingin avgerð Í samrøðu við Sosialin sein­ asta hósdag váttaði Anfinn Olsen, reiðari, at Framherji dagin fyri hevði keypt skip­ ið frá Tryggingarfelagnum Føroyar. Í løtuni er Anfinn burtur­ staddur, men vit hava spurt konuna, Elisabeth E. Olsen, sum er triði parturin í Fram­ herja, um felagið hevur gjørt av, hvat skipið skal brúkast til. ­ Vit hava keypt Hercules, tí vit meta, at skipið hevur ymiskar møguleikar, bæði innan fiskivinnu og aðra vinnu. Hon sigur, at enn er enda­ lig avgerð ikki tikin, men arbeitt verður við ymiskum møguleikum. Spurd, um felagið í hesi meting eisini hugsar um oljuvinnu, sigur hon, at hetta er ein møguleiki. ­ Oljuvinnan flytir seg norðureftir og heilt norður í polarøkini, og ein fyrimunur við Hercules er, at skrokk­ urin er ísstyrktur. Tí kann skipið eisini brúkast til sigl­ ing á leiðum, har ísur er. Sum skilst, verða líka stór skip sum Hercules brúkt til eitt nú seismikk­ virksemi, og tí verða hesir møguleikar eisini tiknir við, tá Framherji fer at taka endaligu avgerðina um skip­ ið. Elisabeth E. Olsen leggur tó dent á, at enn er eingin avgerð tikin. ­ Eg trúgvi, at í løtuni er møguleikin fifty fifty, um skipið fer aftur í fiskivinnu – ella, um talan kanska verður um virksemi í aðrari vinnu, eitt nú oljuvinnu, sigur hon. Nógv jarn Tað hevur ljóðað, at Fram­ herji keypti Hercules fyri 36 miljónir krónur, men hetta vildi Anfinn Olsen, reiðari, ikki vátta, tá vit tos­ aðu við hann seinasta hós­ dag. Elisabeth E. Olsen vísir á, at hetta er eitt stórt skip, og bara jarnið í skipinum er eitt virðið í sjálvum sær. ­ Men tað er ikki ætlanin hjá Framherja at selja skipið sum gamalt jarn. Um so var, høvdu vit ikki keypt. Hon vísir á, at Samherji, sum er samstarvsparturin hjá Framherja, hevur virk­ semi í ymiskum londum og tískil eisini hevur rúman kunnleika um møguleikar uttanfyri íslendsku og før­ - Hevði skipið bert havt møguleikar í fiskivinnuni, høvdu vit ivaleyst verið meira varin, men nú verða ymiskir møguleikar kannaðir, sigur Elisabeth E. Olsen Hercules møguliga brúkas