mánadagur 24. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 184 - 24. september 2007
Mentanarvika í Runavík
Árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður nú aftur á skránni.
Vikan byrjar sunnudagin 28. oktober og endar sunnudagin 4.
november. Býurin bjóðar listaframsýningar, tónleikatiltøk, føroyskan
dans, barnatiltøk, fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og mangt annað.
Undirhald og mentan fyri øll. Í somu viku verður aljóða vinnustevnan,
ið hevur heitið Faroexpo 2007, hildin í Runavík. Tað er fyritøkan
Virkisráðgeving í Saltangará, sum samskipar vinnustevnuna. Faroexpo
verður hildin í døgunum 29. oktober til 4. november 2007. Talan er um
eina undirhaldandi og spennandi viku hjá bæði almenninginum og hjá
teimum fyritøkum, ið luttaka á vinnustevnuni. Ein rættur blandingur av
mentanarligum undirhaldi og fakligum innihaldi.
Ónøgdir grønlendigar
Í Grønlandi eru fiski- og veiðimannafelagið
KNAPK og arbeiðsgevarafelagið GA misnøgd við,
at landsstýrið fer at leggja eitt uppskot um nýggja
fiskivinnulóggávu fyri Landstingið uttan at spyrja
feløgini fyrst. Hans Enoksen, landsstýrisformaður,
segði leygardagin, at vinnan sleppur at siga sína
hugsan, eftir at uppskotið er lagt fram. Tað eru
vinnufeløgini ikki nøgd við. Eftir teirra tykki eiga
tey at siga sína hugsan, áðrenn málið kemur á
tingborð.
Alivinnan
í menn
ing
Alivinnan útflutti
fyri 126 milliónir
meiri fyrstu sjey
mánaðirnar í ár í
mun til sama tíðar
skeið í fjør
ALIVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Alivinnan er við at
menna seg aftur. Tað
sæst
ikki
minst
í
hagtølunum fyri útflutn-
ing, har alivinnan í fjør
flutti út fyri eitt virði upp
á 169 milliónir krónur
fyrstu sjey mánaðirnar. Í
ár er virðið fyri somu
mánaðir økt upp í 295
miliónir krónur.
Fyribilstøl fyri útflutn-
ingsvirðið fyrstu 7 mán-
aðirnar í ár er áleið tað
sama sum tað var somu
7 mánaðirnar í 2006.
Samlaði útflutningurin
var góðar 2,1 mia.kr.
bæði í 2007 og í 2006.
Av fiskaútflutninginum
er tað serliga alifiskur,
saman við uppsjóvarfiski
og bólkinum øðrum fiski
og fiskaúrdráttum, sum
halda útflutningsvirðin-
um uppi. Men avgerandi
munin ger bólkurin skip,
sum er heilar 52 mió. kr.
størri í ár í mun til í fjør.
Hinvegin er útflutnings-
virðið av botnfiski (m.a.
toski, hýsu, upsa) mink-
að við 12%, og flundru-
fiski (m.a. kalva, svart-
kalva) er minkað við
4%.
Útflutningsvirð-
ið av skeljafiski er mink-
að við 42% og aðrar vør-
ur eru minkaðar við
59%
Bygdaráðið í Sunda
kommunu hevur
gjørt av at raðfesta
undirvísingina í
barnaskúlanum sera
ovarliga, og í hesum
sambandi fáa allir
lærarar við barna
skúlarnar í komm
ununi eina teldu frá
kommununi
ÚTBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í Sunda kommunu ganga
tey høgt upp í undirvísingina
og skúlagongdina í fólka-
skúlanum. Og bygdaráðið
ynskir at skapa teir bestu
karmarnar fyri skúlan.
Vit hava trý tey seinastu
árini sett 250.000 krónur av
til telduútbúna til teir seks
barnaskúlarnar í kommun-
uni, og komandi ár verða
300.000 krónur settar av til
endamálið. Og tá hava vit
útvegað øllum børnum í
okkara barnaskúlum teldur,
eins og lærararnir eisini fáa
hvør sína, sigur Heðin Zach-
ariasen, borgarstjóri.
Ynski er at skapa fortreyt-
ir við barnaskúlarnar í
kommununi soleiðis, at lær-
arar veruliga merkja, at
økið verður høgt raðfest.
Hetta fer vónandi at síggj-
ast aftur í áhuganum at søk-
ja um starv í okkara barna-
skúlum, sigur Heðin Zach-
ariasen.
Góðar karmar
Kommunan setur harum-
framt eisini av 4.700 krónur
til hvønn næming í størru
skúlunum og 7.000 krónur
til næmingarnar í Tjørnuvík
og við Gjógv.
Hetta eru pengar, sum
skúlaleiðarin hevur ræði á
og frítt kann nýta sum við-
komandi finnur fyri best,
sjálvandi innanfyri teir kar-
mar, sum settir verða, ítøki-
liga at hetta skal hava sam-
band við undirvísingina.
Vit meta, at hetta er ein góð
skipan, sum gevur læraru-
num størri ábyrgd og økir
um áhugan hjá teimum fyri
starvinum,
sigur
Heðin
Zachariasen.
Borgarstjórin sigur, at
ábyrgdarbýtið er tvídeilt
millum land og kommunur,
og at tað altíð er óheppi,
men hann sigur samstundis,
at teir altíð vilja finnast í
fremstu røð, eisini tá tað
kemur til fysisku karmarnar
um undirvísingina. Soleiðis
er kommunan í løtuni í holt
við at byggja ein nýggjan
skúla í Hósvík, sum skal
standa klárur til skúlabyrjan
skúlaárið 2008-09.
Í kommununi eru seks
barnaskúlan, teir eru í
Tjørnuvík, á Oyrabakka, í
Hósvík, Haldórsvík, Hval-
vík og við Gjógv.
Føroya Postfelag og
Starvsmannafelagið
hava í eina tíð havt
samráðingar um
eina samalegging av
feløgunum
FAKFELAG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroya Postfelag verður
væntandi skjótt ein partur
av Starvsmannafelagnum.
Nakrir samráðingarfundir
hava verið partanna millum,
og leygardagin hevði Før-
oya Postfelag so boðað til
fundar, har støða skuldi tak-
ast til samráðingarúrslitið
og somuleiðis eisini um,
hvørt limirnir vildu leggja
saman við starvsmannafel-
agnum.
Forkvinnan í Føroya Post-
felag, Heidi Biskopstø sigur
við Portalin, at lógirnar hjá
Postfelagnum siga, at tveir
triðingar av limunum skulu
vera møttir fyri at kunna
taka eina slíka avgerð, men
í morgun vantaðu fimtan
limir í at uppfylla hetta krav-
ið. Tískil verður nýggjur
fundur at avgerða framtíði-
na hjmá felagnum.
Heidi Biskopstø sigur, at
tað sjálvandi er ilt at gita
um, hvussu stemningurin er
millum limirnar, men hon
helt seg tó merkja, at fleiri
vóru fyri einari samanlegg-
ing.
- Tað kemur sum ein
avleiðing av, at Postverk
Føroya hevur limað seg inn
í Føroya Arbeiðsgevara-
felag, og vit meta, at vit
koma at standa sterkari í
einum stórum fakfelag. So
tað er fremsta orsøkin til, at
vit hava valt hesa loysnina,
sigur Heidi Biskopstø.
Sambært lógunum hjá
Postfelagnum skal nýggjur
fundur haldast innan 14 dag-
ar, tó við átta daga boðanar-
freist.
Raðfesta skúlan ovarliga
Saman standa vit sterkari
Fundur skal haldast innan
fjúrtan dagar við átta daga
fráboðanarfreist, sigur Heidi
Biskopstø
Heðin Zachariassen,
borgarstjóri í Sunda
kommunu, situr á tingi fyri
Fólkaflokkin