mánadagur 24. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 184 - 24. september 2007
tíðindi
Eftir skoraseyði
Leygardagin vóru tjørnuvíkingar í Stakkinum
og sumbingar í Hólmanum eftir seyði, og
sama dag vóru sandavágsmenn í Vestaruskor
eftir seyði, sum hevur gingið har í summar.
Seyðurin lá høgt hendan morgunin, men tað
gekk væl at fáa hann niður. Í vár vórðu 19
seyðir sleptir í Vestaruskor. Men leygardagin
vóru bara 15 at síggja, og 14 komu inn,
skrivar joanisnielsen.fo. Onkur veðrur varð
flettur leygarkvøldið, og tann besti vigaði 80
pund.
Eingin olja enn
Skuldi amerikanski jarðfrøðistovnurin havt
rætt í, at olja fyri meiri enn 10.000 mia.
krónur er í undirgrundini í
útnyrðingspartinum av Grønlandi, fara nøkur
ár at ganga, áðrenn tann fyrsta oljan kemur
undan kavi. Jørn Skov Nielsen hjá
rávørustýrinum sigur við útvarpið í Nuuk, at
ein politisk avgerð um at leita kemur ikki fyrr
enn seint næsta ár, og møgulig leitingarloyvi í
Útnyrðingsgrønlandi verða ikki boðin út fyr
enn í 2010 ella í 2011.
Anfinn Kalsberg, fígg
jarnevndarformaður,
er langt frá hugtikin
av nýggja fíggjarlógar
uppskotinum. Hann
heldur, at økingin á
útreiðslusíðuni er
mest at kalla vill
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er í góðum tíðum at
møguleikin er fyri, veruliga
at tálma á fíggjarlógini. Og
tað høvdu vi tein søguliga
møguleika til, men vit nýttu
hann ikki.
Tað sigur Anfinn Kals
berg, fíggjarnevndarformað
ur. Fyrrverandi floksfor
maður Fólkafloksins dylir
ikki fyri, at ein vøkstur á
fíggjarlógini frá 2007 til
2008 upp á 250 milliónir
krónur er alt ov nógv.
Tað talið er minst hundr
að milliónir ovn ógv, sigur
Anfinn Kalsberg.
Gyltur møguleiki
Talan er jú um ein veldug
an inntøkuvøkstur upp á
einar 300 milliónir, sum
svarar til 8%. Og tá vit so
økja
útreiðslurnar
við
6,25%, so er tað alt ovn ógv
eftir mínum tykki, sigur
Anfinn Kalsberg.
Hann sigur, at tað hevur
eydnast væl við førda fígg
jarpolitikkinum fyrstu trý
árini. Tá vaks fíggjarlógin
við áleið hundrað milliónum
um árið uttan í fjør, tá vøkst
urin gjørdist 180 milliónir,
sum Anfinn Kalsberg metir
var ov nógv.
Vit hava havt hendan
inntøkuvøksturin
orsakað
av skattalætta og vælsnaran
di samfelagshjólum. Men
vit kunnu ikki rokna við
slíkum inntøkuvøkstri á
hvørjum ári, og tí hevði tað
verið ein gyltur møguleiki
nú at bremsa og tálma
útreiðslunum so tað veru
liga munti, sigur Anfinn
Kalsberg, fíggjarnevndar
formaður.
Anfinn Kalsberg fílist á, at
fíggjarlógin økist alt ov nógv
Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri,
greiddi á tíðindafundi
seinnapartin fríggja
dagin frá, at samgong
an hevði gjørt semju
um fíggjarlógina fyri
komandi ár
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið togað aftur
og fram um fíggjarlógina
fyri komandi ár, og fleiri git
ingar hava eisini verið fram
mi um, at samgongan var í
vanda fyri at slitna og nýval
útskrivað. Men seinnapartin
í dag kundi Magni Laksá
foss boða frá, at funnið var
fram til eina semju í spurn
inginum um komandi fígg
jarlóg.
Magni Laksáfoss segði,
at talan var um eina søguliga
hending, tí ongantíð áður
hevur ein tálmandi fíggjar
lóg verið løgd fram í einum
valári. Men tað hendir so
nú.
Endamálið
við
hesari
fíggjarlógini er greitt, at tál
ma búskapinum og at køla
ta ovurhiting, sum er. Og
samstundis sum miðað verð
ur ímóti at at tálma búskapin
við 0,7% av BTÚ, verður
farið frá at leggja dent á
asfalt og betong til tey bleyt
aru virðini, vísti fíggjarmál
aráðharrin á.
Skattalættin
tødnaður
Talan verður um tálming av
bæði íløgum og rakstri eins
og inntøkusíðan eisini verð
ur tálmað. Miðað verður eft
ir einari tálming upp á 85
milliónir, og tað svarar sum
nevnt til 0,7% av BTÚ.
Ætlanin er, at avlopið á fígg
jarlógini fyri komandi ár
skal verða millum 150 og
200 milliónir.
Eisini skal raðfestast øðr
vísi komandi ár. Umhvørvið,
útbúgving og gransking og
vælferð
skal
raðfestast
høggt. Í staðin verða íløgur
nar í vegir og tunlar lækkað
ar, tó so, at flogvøllurin skal
útbyggjast fyri 65 millión
ir.
Í sambandi við umhvørvið
verða játtaðir pengar soleið
is, at tilbúgvingin kann
verða klár, um eitt líknandi
óhapp sum tað við Olshanu
skuldi hent í framtíðini.
Útvegast
skal
neyðug
útgerð at standa ímóti tílík
um óhappum.
Annars standa sparingar
nar í mestan mun av, at
ætlaði skattalættin verður
minkaður við einum triðingi
umframt at avgjøld verða
hækkað, serliga á sigarett
um, góðgæti og sodavatni.
Seinasta freist at leggja
uppskot
um
fíggjarlóg
fram, er komandi týsdag
klokkan sekstan.
Semja um fíggjarlóg
Alt ov stór øking
Magni Laksáfoss legði fríggjadagin fram fíggjarlógaruppskot fyri komandi ár. Uppskotið er úrslit
av eini semju millum samgonguflokkarnir
Mynd: Leo Poulsen