Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 184 - 24. september 2007 Um vikuskiftið fara sandoyingar at seta sín serstaka dám á íslendska høvuðsstaðin, nú Sandoyardagur verður hildin Stevna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Reykjavík: Lagt er upp til eina fjølbroytta skrá, tá sand­ oyingar og íslendingar seta hvørjum øðrum stevnu á sjómansheiminum Ørkini. Á skránni fyri hetta til­ takið er bæði listafram­ sýning, fyrilestrar, framsýn­ ing og sjálvandi eisini søgur og skemt av Sandoynni. Her skuldu tí verðið allir møguleikar hjá íslendingum fyri at hoyra nærri um hesa oynna, sum eigur so nógv at bjóða øðrum. Framtíðin hjá oynni verð­ ur sjálvandi eisini drigin fram. Her man lítil ivi vera um, at ætlaði undirsjóvar­ tunnilin um Skopunarfjørð fer at fáa drúgva umrøðu. Sandoyardagurin byrjar leygarmorgunin og endar í roynd og veru sama kvøld. Søgur og skemt Sandoyardagurin byrjar leyg­ armorgunin, tá ein fram­ sýning við ymiskum verkum hjá føroyingum letur upp. Her fara listamálarin Sám­ al Toftenes úr Leirvík og Annika á Lofti úr Sandavági at sýna fram, samstundis. Við ferniseringina fer Mari­ anna Dam Vang, forkvinna í Føroyingafelagnum í Reykjavík at siga nøkur orð. Tá hetta fyrsta punktið er fingið frá hond, fer Fríðtór Debes at halda fyrilestur. Hann starvast dagliga á Kunningarstovuni í Sand­ oynni, og veit tí bæði eitt og annað at siga frá um oynna. Men Fríðtór er ikki liðug­ ur við fyrilestrar sínar. Eftir ein lunch á Ørkini sleppur hann aftur framat mikrofon­ ini at tosa um ferðamøgu­ leikar í Sandoynni. Kl. 16 verður hildið á við at lýsa støðuna í oynni, tá politisk umboð haðani fara at siga frá ferðamøguleikum, ferðasambandi, vinnumøgu­ leikum og byggilendi. Dagurin endar við fyri­ lestri, har Símun Arge fer at greiða frá útgrevstri í oynni, áðrenn farið verður til eitt borðhald, har søgur, skemt og myndir úr oynni verða tikin fram. Sunnudagin kl. 17 er møti og sangur í Ørkini við luttakarum úr Sandoynni. Síðani verður ein drekka­ muður og prát. Sandoyingar hitta íslendingar Kirkjugongd og sunnu- dagsskúli samstundis Minst fýra av sunnudagsskúlunum hjá Heimamissiónini eru nú byrjaðir at hava sunnudagsskúla í kirkjuni, samstundis sum tey vaksnu eru til gudstænastu. Talan er um sunnudagsskúlarnar við Norðskála, Gøtu, á Argjum og í Fuglafirði, har umstøður eru til tað. Á Argjum og Fuglafirði verður hetta gjørt sum eitt royndartiltak í eitt ár, men óhugsandi er ikki at hildið verður fram við hesum. Royndirnar við Norðskála og Gøtu hava í øllum førum verið góðar. Sum skilst síggjast fleiri vaksin fólk til gudstænasturnar. Frá høvuðsskrivstovu síni í Føroyum arbeiðir Norrøna Atlantssamstarvið við at styrkja samstarvið millum tey fýra limalondini – Føroyar, Grønland, Noreg og Ísland. Men ætlanir eru eisini um at fáa til dømis Canada og Hetland við í samstarvið í framtíðini. FelagSSkapur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: ­ Norðurlandaráðið vil fegið víðka samstarvið við Baltikum og Eystur­ europa. Sum ein norrønur stovnur eru vit sjálvandi fegin um tað. ­ Men vit duga haraftrat væl at síggja, at vit hava so nógv til felags við hesi londini í okkara grannalagi – Canada, Hetland og Orkn­ oyggjar – at Norðurlond so líðandi mugu økja samstarv­ ið við hesi londini, sigur Lars Thostrup við Sosialin. 1. august í ár tók hann við starvinum sum stjóri í NORA, hvørs skrivstova er í Havn. Fríggjadagin í farnu viku hevði stýrið fund í Havn, og var hetta sam­ stundis fyrsti fundur hans­ ara sum stjóri. Endamálið við NORA er at gera sítt til, at vinnuligt samstarv í Norðuratlants­ havi kann økjast og menn­ ast. Hetta kann gerast við menningarverkætlanum og við at skapa umstøður fyri at geva royndirnar víðari innan landbúnað, ferða­ vinnu, havumhvørvi og tey lokalu samfeløgini. Í nevndini eru umboð fyri tey fýra londini í stovninum. Formaður er norðmaðurin Eirik Fiva og næstformaður Thomas Arabo úr Føroyum. Komandi summar verður hann formaður í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Herdis Sæmundardóttir úr Íslandi og Lida Skifte Lenn­ ert úr Grønlandi. Á skrivstov­ uni í Havn arbeiða umframt stjóran eisini Jákup Sørensen og Lis Hammer. Broytingar Millum tey mongu málini á fundinum fríggjadagin varð tosað um virksemið hjá skrivstovuni í komandi ári. Her liggja nógv spennandi mál fyri framman, umframt tað at fólk og felagsskapir sjálvi hava møguleika at seta sín dám á arbeiðið. Eitt av málunum, ið NORA er upptikið av, eru broytingarnar í veðurlagn­ um. Á altjóða støði er hetta eitt álvarsmál, og er tað eisini í Norðuratlantiskum høpi. ­ Vit vita, at hesar broyt­ ingar raka fólk kring allan heimin. Her í økinum hava broytingar sína serstøku ávirkan, og hetta vilja vit fegin gera okkara til at upplýsa um og gera nakað við, sigur Lars Thostrup. Eitt annað mál er sam­ starvið innan ferðavinnuna. Tey seinnu árini hava tær sonevndu reikferðirnar (cruise) vundið nógv uppá seg, har stór ferðamannaskip sigla land av landi til ferða­ fólki. Tey fýra londini hava áhuga í at samstarva um hetta við bæði marknaðar­ føring og ferðamøguleikum. Og kanska eisini at sam­ starva um tilbúgving í sam­ band við ferðamannaskipini á Norðurhøvum. Hinvegin fær NORA á hvørjum ári eitt stórt tal av umsóknum frá fólki og felagsskapum, ið hava sum mál at menna samstarvið millum londini í økinum. Í dag eru omanfyri 100 partnarar í ymiskum ætlan­ um. Av hesum koma tey flestu úr londunum í NORA. Í 2007 luttaka før­ oyskir partnarar í 19 ymisk­ um nýggjum verkætlanum. Stuðul verður serliga latin til umsóknir, sum hava við havumhvørvið, ferðavinnu og strandalond at gera. NORA vil út um Norðurlond NORA fyri Norðurlond Norrøna Atlantssamstarvið, upprunaliga Útnorðurssam­ starvið víðkað við Noregi, byrjaði í 1996. Hetta er eitt samstarv ímillum Ísland, Grønland, Føroyar og Vestur­ og Norðurnoreg undir Ráðharraráðnum í Norðurlanda­ ráðnum. Hetta er í roynd og veru einasti altjóða felags­ skapurin sum hevur skrivstovu sína í Føroyum. Ráðharraráðið ger av, hvørjum reglum nevndin fyri samstarvið skal fylgja, og pengarnir, ið nevndin hevur at arbeiða við, koma eisini hagani. Høvuðsskrivstovan er í Føroyum, men skrivstovur eru eisini í hinum londunum. Stjóri í NORA er 43 ára gamli Lars Thostrup. Hann hevur sitið í starvinum síðani 1. august í ár. ” Vit duga haraftrat væl at síggja, at vit hava so nógv til felags við hesi londini í okkara grannalagi – Canada, Hetland og Orknoyggjar – at Norðurlond so líðandi mugu økja samstarvið við hesi londini (Lars Thostrup, stjóri í NORA) Nevndin hevði sín fyrsta fund við nýggja stjóranum fríggjadagin á skrivstovu felagsins í Havn: Aftast vinstrumegin: Jákup Sørensen, Lars Thostrup, Eirik Fiva og Thomas Arabo. Fremst vinstrumegin: Herdis Sæmundsdóttir, Lida Skifte Lennert og Lis Hammer Mynd: Snorri Brend