mánadagur 24. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 184 - 24. september 2007
Løgmaður gubbi Knút
Leygardagin doypti løgmaður áheitan frá donsku
sjóverjuni eitt nýtt skip, sum verður latið sjóverjuni til
nýtslu á Norðuratlantshavinum serstakliga við Føroyar og
Grønland. Skipið varð doypt ”Knud Rasmussen”. Løg
maður sigur, at hann á henda hátt fær høvi at undirstrika
týdningin, danska sjóverjan hevur havt fyri trygdina í
føroyskum sjóøki umframt mongu bjargingartiltøkini og
sjúkraflutningar. Skipið er bygt á Karstensen Skipasmiðj
uni í Skagen. Tað er 74 metrar langt og 14,60 metrar
breitt. Ferðin verður 17 míl og manningin verður 18 í tali.
Kanska ikki fyrstu ferð
Tá íslendska sjóverjan tók smuglarabátin á Fáskrúðsfirði
í síðstu viku, var tað kanska ikki fyrstu ferð, at menn
hava smuglað rúsevni hagar í stuttleikabáti.
Morgunblaðið hevur í hvussu er fingið at vita, at í 2005
kom ein norskur stuttleikabátur til Fáskrúðsfjarðar, og at
hann varð liggjandi líka til árið eftir, tá onkur kom eftir
honum. Fremmandir menn komu við bátinum, og
fremmandir fóru við honum eftir at hava goldið
havnargjald.
Løgreglan í Føroyum
hevur lagt hald á
tvey kilo av hørðum
rúsevnum og tað er
nógv størsta mongd
av hørðum rúsevnum,
sum løgreglan
nakrantíð hevur
funnið í einum
Smugling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú um vikuskiftið gjørdi
løgreglan í Føroyum eitt
satt narkotikakvett.
Tað hendi, tá ið løgreglan
gjørdi
húsarannsóknir
í
fleiri húsum og tí sambandi
vórðu hald lagt á heili tvey
kilo av rúsevnum.
Talan var um 0,9 kilo av
amfetamini og 1,1 kilo av
pulvuri, sum løgreglan met
ir er pulvur at gera ecstasy
burturúr. Men nú skulu
tekniskar kanningar enda
liga staðfesta, hvat evni tal
an er um, sigur Bergleif
Brimvík, leiðari á kriminal
deildini hjá løgregluni í
Føroyum.
Sostatt bendir alt á, at tal
an var um tvey kilo av
hørðum rúsevnum og tað er
nógv størsta mongd av hørð
um rúsevnum, sum løgregl
an í Føroyum nakrantíð
hevur lagt hald á í einum.
Tá ið tað ræður um hørð
rúsevni, hevur tað ongantíð
verið talan um meiri enn
nøkur
hundrað
gramm
ísenn, men hesuferð var
talan um heili tvey kilo.
Tilsamans er sannlíkt, at
hesi evnini lættliga kunnu
hava eitt søluvirði í Føroy
um upp á yvir eina millión,
alt eftir, hvørji evni tær
teknisku kanningar vísa, at
talan er um í hesum føri.
Í hesum sambandi hand
tóku vit tveir mans og fríggja
dagin vóru teir settur í grund
lógaravhoyring
í
Føroya
Rætti. Har varð annar av
teimum fongslaður í fýra vik
ur, sigur Bergleif Brimvík
Eftir avhoyringarnar í
rættinum slepti ákæruvaldið
kravinum um at varðhalds
fongsla hin mannin eisini.
Hann er sostatt leyslatin aft
ur, men hann er framvegis
skuldsettur.
Teir noktaðu seg sekar.
Tilsamans eru teir báðir
skuldsettir fyri at hava
hjálpt til at goyma og skipað
fyri flutningi av heili 24
kilo av amfetamini, 14 kilo
av ecstasypulvuri og 1000
ecstasytablettum.
Tvey kilo av hesum vórðu
løgd upp og goymd í
Føroyum ímeðan restin fór
víðari til Íslands í einum
stuttleikabáti.
Men eisini tann ferðin
endaði brádliga, tí í Íslandi
stóð løgreglan fyri teimum
og har vórðu eisini nakrir
mans handtiknir.
Annars eru fólk handtikin
bæði í Danmark og í Noregi
í hesum sama máli
Altjóða samstarv
Í sambandi við hetta rús
evnamáli, hevur løgreglan í
Føroyum verið í einum tøtt
um, altjóða samstarvi, sum
umfatar bæði føroyskar,
íslendskar, danskar myndug
leikar, umframt løgregluna
í øðrum londum, bæði løg
reglu og tollvald.
Bergleif Brimvík sigur,
at tað var Europol, sum fyri
nøkrum døgum síðani heitt
á løgregluna í Føroyum um
at kanna eftir um ein ávísur
stuttleikabátur var at finna í
føroyskari havn.
Vit funnu bátin og síðani
hava vit hildið eyga við
honum.
Báturin skuldi til Íslands,
men tað er sumt, sum bendir
á, at teir fingu trupulleikar
og løgdu upp í Føroyum á
vegnum, har ein partur av
rúsevnunum varð lagdur
upp.
Í hesum sambandi var
løgreglan í Íslandi eisini í
Føroyum og samstarvaði
við føroysku løgregluni.
Tá ið báturin fór víðari til
Íslands, fylgdi danska sjó
verjuskipið
honum
alla
tíðina, til íslendskir myndug
leikar tóku yvir og handtóku
manningina, tá ið báturin
kom í Havn.
Bergleif Brimvík sigur,
at nú skulu fleiri kanningar
gerast í málinum, men harð
asta revsing fyri so umfat
andi rúsevnasmugling er
fongsul í heili 10 ár.
Løgmaður stendur
heilt og fult aftanfyri
semjuna í samgonguni
um fíggjarlógina og
sum heild er hann
errin av fíggjarliga
politikkinum hjá sam
gonguni hesi seinastu
fýra árini
Fíggjarlógin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hesi seinastu árini hava
vit skapt stóra vælferð í Før
oyum. Og tað er ikki ókeyp
is.
Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður, er ógvuliga fegin
um at tað eydnaðist sam
gonguni at finna semju um
fíggjarlógini fyri næsta ár,
hóast tað leikaði hart á.
Samstundis er hann fegin
um, at tað eydnaðist at finna
semju um skattalættan.
Tað er ein semja, sum
eg heilt og fult taki undir
við, staðfestir løgmaður.
Hann staðfestir eisini, at
tey, sum siga, at útreiðslur
nar eru hækkaðar nokk so
fitt, hava sjálvandi rætt í tí.
Men tað er ikki nakað,
løgmaður fær ilt av, tí tað
veldst alt um, hvørki tøl, vit
samanbera, sigur hann.
Samanbera vit við tað
fyrstu
fíggjarlógina,
vit
gjørdu, er talan um ein stóra
hækking. Fyrsta fíggjarlógin
hjá hesi samgonguni hevði
250 milliónir í halli, men
eftir ætlan fer fíggjarlógin
næsta ár at hava 200 milli
ónir í avlopi.
Sostatt hava vit bøtt um
fíggjarlógina við eini heilari
milliard og tað er eitt stórt
framstig, sum eg eri errin av,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Rokningin fyri
vælferðina
Hinvegin mugu vit eisini
staðfesta, at seinastu árini
eru
vælferðartænasturnar
batnaðar heilt munandi, bæði
í undirvísing, í eldrarøkt og á
øðrum økjum. Eitt nú hava
vit fingið eini 170 røkt
arheimspláss afturat hesi
seinastu árini og tað mugu
vit sjálvandi betala fyri.
Tað eigur ikki at koma
óvart á nakran, at vælferðar
tænastur eru dýrar og tað er
hetta sum er ein týðandi
orsøk
til
vøksturin
á
fíggjarlógini.
Harafturat hava vit lagt
upp fyri fullum endurgjaldi
fyri tær lønarhækkingar,
sum hava verið og sostatt
virða vit allar sáttmálahækk
ingar til fulnar og bara tað
kostar 70 milliónir.
Av tí sama er tað væl
skiljandi, at útreiðslurnar
hækka, sigur løgmaður.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at fíggjarlógin eisini
tálmar
búskapinum,
tí
skattalættin minkar, avgjøld
á sigarettir og góðgæti hækka
og íløgukarmurin er trengri
enn hann hevur verið.
Hinvegin staðfestir løg
maður, at tað hevði verið
ein ólukka fyri samfelagið
at traðka ov hart á brems
urnar nú.
Tvørturímóti mugu vit
halda fast um bjartskygni og
framburðin og tí sambandi
mugu vit fáa fleiri hendur í
arbeiði fyri at sleppa undan
teimum fløskuhálsum, sum
eru, sigur løgmaður.
Løgreglan í Føroyum gjørt
størsta narkotika-kvett í søguni
Um vikuskiftið fann løgreglan í Føroyum størstu nøgd av
hørðum rúsevnum, sum nakrantíð er funnin í Føroyum. Hetta
er ein partur av einum rúsevnamáli, sum fevnir um fleiri lond
Savnsmynd
Ejdesgaard errin av
samgonguni
Jóannes Ejdesgaard fegnast um at tað eydnaðist at finna
semju í samgonguna. Hann heldur, at forkláringin upp á
hækkingarnar er bæði skilagóð og natúrlig