mánadagur 24. september 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 184 - 24. september 2007
tíðindi
Umrøða
Hans Olivur Joensen
Myndir: Sunva Ey. Lassen
Haydn og Kór Føroya
Symfoniorkesturs
Fyrsti partur av konsertini var
framførsla av kórverkinum
”Missa in angustiis” eisini nevnt
”Nelson Messa”. Verkið er
skrivað síðst í 1790unum. Haydn
hevur skrivað tólv messur og
hendan var ímillum tær síðstu
seks, hann skrivaði. Hetta
tíðarskeiðið verður mett sum
hæddarpunktið í hansara
liturgiska kompositiónsvirksemi.
Verkið bleiv framført av
symfoniorkestri, úrvælskóri og
fýra ungum útlendskum
sangsolistum.
Tónleikurin og latínski teksturin
vekja kenslur, sum fevna frá
djúpum vónloysi til stóran fagnað.
Verkið er skrivað í tíðini beint
undan at oratoriið ”Skapanin” var
skrivað. Á konsertini leygar
kvøldið hoyrdist og sást skjótt, at
bæði orkestur, dirigentur og
sangarar vóru væl fyri. Verkið er
býtt í satsir, sum svara til katólsku
messuna við pørtunum Kyrie,
Gloria, Credo, Sanctus, Benedictus
og Agnus Dei. Nakrir av hesum
pørtum vóru býttir í minni partar.
Verkið vardi í umleið 40 minuttir.
Tónleikurin peikaði í støðum aftur
í móti baroktónleiki. Fleiri av
satsunum vóru lívligir, serliga 2.
satsur, 3. satsur og endin. Verkið er
skrivað fyri 4 sangsolistar, tveir
kvinnuligar, sopran og mezzo
sopran og tveir mannligar, tenor og
bass. Tað var tó serliga sopran
røddin, sungin av norsku Lina
Johnson, sum hevði størsta sang
leiklutin. Ein stuttur partur í 2.
parti var sungin av bassinum
Thomas Christian Sigh. Hinir
solistarnir vóru mezzosopranurin
Diana P. Vistisen og tenorurin Otte
Ottesen. Í 3. parti var bert kór og
orkestur. Sum heild eitt orkumikið
tónleikaverk við einum veti av
eingilskum tóna í sær. Kórparturin
í hesum verkið var sera stórur og
berandi. Burtursæð frá at balansan
millum solistarnar ikki altíð var
heilt góð og einkultum ikki heilt
neyvum innsatsum frá kórinum,
var talan um eina góða og
væleydnaða framførslu.
Frumframførsla av
”The Puzzle”
Aftaná kórverkið hjá Haydn var
steðgur. Áðenn frumframførsluna
hjá Tróndi Bogasyni, vóru
ymiskar broytingar gjørdar í upp
stillingini, m.a. kom flygil,
umframt ymisk slagverk á pallin.
Tróndur Bogason fekk í summar
prógv sum komponistur á
konservatorium í Keypmanna
havn. Symfoniorkestrið hevði
umbiðið verkið til hesa kon
sertina. Við einum sentralum
klarinettlagi, glíðandi tónum og
rútmiskum avbjóðingum í
violinum, alternativum slái
teknikki á sello, jarnplátu
(thunderplate), sum verður rist
og skapar eitt torukent ljóð
saman við stórari basstrummu,
gonggong og minimalistiskum
klaverfigurum, hoyrdu við
nýggja verkið The Puzzle.
Prinsippið í verkinum er ein
uppdeiling av orkestrinum í
instrumentbólkar við ymiskum
motivum ella klangum, sum
verða settir upp ímóti hvørjum
øðrum á ymiskan hátt. Tá hesir
ymisku bólkar verða settir saman
ljóðliga, gerst tað ljóðbílæti
fullkomuliga øðrvísi enn í
traditionellum harmoniskum
tónleiki, hetta krevur at
komponisturin hevur serligan
kunnleika til tey ljóðføri sum
skulu nýtast. Har vóru bæði
neoklassisk og atonal eyðkenni í
tónleikinum. Talan er um eitt
vælsamanhangandi verk uppá
góðar 15 minuttir, rytmiskt
Eldri og
yngri tónar
Leygarkvøldið var konsert í Norðurlandahúsinum
við Føroya Symfoniorkestri, kóri og solistum,
umframt handan av virðislønum. Konsertin
fevndi víða bæði stílsliga og í tíð, frá síðst í 1700-
talinum fram til í dag, frá klassiskum kórverki til
modernaðan symfoniskan tónleik. Elsta verkið var
ein kórmessa eftir Joseph Haydn. Umvegis tónleik
hjá W.A Mozart, Edvard Grieg og Jacob Gade, fingu
vit heilt nýggjar tónar frá Tróndi Bogasyni, hvørs
verk The Puzzle var frumframført á konsertini
Heiðrun Petersen, violinspælari, fekk gávugóðs upp á 15.000 kr frá Jacob Gade
Fonden