mánadagur 24. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 24. september 2007
19
tíðindi
variera, tó við nøkrum fáum
meira miðleysum pørtum.
Virðislønir frá Jacob
Gade grunninum
Eftir framførsluna kom Holger
Bisgaard, formaður fyri Jacob
Gade grunnin, fram á pall at
halda røðu. Hann greiddi frá
pørtum av lívsleiðini hjá Jacob
Gade (1879-1963), frá Vejle til
Keypmannahavn og víðari til
New York og um, hvussu
kendasta verkið hjá Jacob Gade
”Tango Jalousie” gjørdist kent
um allan heim, aftaná at tað var
innspælt í 1938. Floytuspælarin
Mia Káradóttir og violinleikarin
Heiðrun Petersen fingu báðar
virðisløn á 15.000 kr. hvør, og
Symfoniorkestrið eina á 50.000
kr. og musikkskúlin fekk fleiri
virðismikil ljóðføri til láns frá
grunninum. Síðan tók Toke Lund
næstformaður í grunninum orðið
og at enda takkaði Bo Isholm
leiðari á Tórshavnar Musikkskúla
grunninum fyri sýndan heiður.
Síðani var farið víðari í skránni.
Tríggir solistar og
Symfoniorkestrið
Klaverkonsertin hjá Grieg (1843-
1907) í A-mol er eitt sera
vældámt og kent verk. Talan var
nú um romantiskan tónleik.
Verkið er frá 1868 og er einasta
lidna klaverkonsertin hjá honum.
Hann arbeiddi við at gera eina
klaverkonsert i H-mol í 1882-83,
men hon gjørdist ongantíð liðug.
Klaversolistur var Elisabeth
Westenholtz, sum hevur spælt í
Føroyum áður. Elisabeth
Westenholtz var vælleikandi og
samspælið millum dirigentin
Bernhard Wilkinson, orkestur og
klaverleikaran riggaði heilt væl,
tá temaið skifti frá orkestri til
solist og umvent. Verkið er í
trimum satsum, fyrsti satsur
hevur eitt sermerkt byrjannar-
tema. Í 2. satsi, sum var meira
stillur, var leikluturin hjá
klaverinum nakað minni, meðan
3. og síðsti satsur var meira
lættur og lívligur og partvíst
dramatiskur. Seinni í hesum satsi
kom eitt vakurt tema, fyrst í
orkestrinum og síðani í klaveri.
Satsurin broytist rútmiskt á ein
áhugaverdan hátt til síðst. Hesin
satsur fer niður í tempo í
finaluni, men verkið endar við
øllum orkestrinum, bæði
strúkarum, blásarum og paukum
endar við stórari styrki í A-dur.
Aftur ein væleydnað framførsla
bæði hjá orkestri og solisti.
Tá Mia Káradóttir kom á pallin
við tvørfloytu at framføra
Andante í C-dur hjá Mozart,
hevði konsertin vart í næstan 2
1/2 tíma. Mia Káradóttir spældi
væl og hevði eitt vakurt vibrato í
sínum spæli. At enda framførdi
orkestri saman við Heiðrun
Petersen ”Tango Jalousie” hjá
Jacob Gade. Hon spældi reint og
sannførandi, við góðum tóna, á
violinina.
Lurtarin avbjóðaður
stílsliga
Samanumtikið var talan um eina
fjølbroytt samansetta skrá. Tað
var eitt sindur trupult at síggja
tann reyða tráðin í vali av
verkum.
Ein so fjølbroytt skrá krevur
eisini nógv av áhoyrarunum
stílsliga. Alt í alt ein tónlistarliga
væleydnað konsert, har vit
hoyrdu gamlar og nýggjar tónar
frá bæði ungum og royndum
tónleikarum. Eisini var hugaligt
at síggja, at talið av yngri
tónleikarum í Symfoniorkestri-
num er støðugt vaksandi.
Mia Káradóttir, sum spælir tvørfloytu, fekk eisini gávuðgóðs upp á 15.000 kr frá Jacob
Gade Fonden
Formaðurin í Symfoniorkestrinum, Poul Jákup Thomsen, tekur ímóti gávugóðsinum
upp á 50.000 kr frá Jacob Gade Fonden