Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 184 - 24. september 2007 ] Við tapinum á heimavølli fyri B71 misti VB/Sumba eisini teoretiska møguleikan at lívbjarga sær í Formula-deildini. Tað merkir, at suðuroyggin als ikki er umboðað á Formula-kortinum komandi kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sæð burtur frá allar fyrsta umfarinum, tá VB/Sumba við heimasigri á AB byrjaði árið í ovaru hálvu av stiga­ talvuni, so hevur sæð hamp­ uliga svart út við fótbólts­ útlitunum í Vági í ár. Ikki fyrr enn átta umfør seinni – tá teir hittu AB aftur – vórðu stig fingin til høldar, og síðani hevur liðið spælt við knívinum á barkanum. At talan í seinasta enda var um vónleysa uppgávu varð staðfest sunnudagin, tá B71 vitjaði. Hóast heima­ liðið kom á odda við máli frá Suna úr Hørg, so hevði B71 svarað aftur heili tvær ferðir, áðrenn farið varð til hálvleiks. Eftir steðgin royndu vertirnir at stríðast, men tá Clayton Soares skor­ aði við brotssparki stutt undan leikloki, var spenn­ ingurin at kalla fokin. Og so munaði lítið, at heima­ liðið minkaði um munin í seinastu løtu. Stig fekst ikki burtur úr dystinum, og so var niðurflytingin veruleiki. Bert sjey ár eftir, at VB fyri fyrstu og higartil einastu ferðina vann FM­heitið í fremstu føroysku mans­ deildini. Samanlegging er neyðug Finn Johannesen, sum er landsliðsvenjari hjá U17­ landsliðnum, hevur seiansta góða árið verið heilt nær fót­ bóltinum í Vági. Í fjør virk­ aði hann sum venjari seinnu helvt av kappingarárinum, og í ár hevur hann traðkað til, meðan høvuðsvenjarin hevur havt dystarbann. Og hann er ikki í iva um, at samanleggingin, sum tos­ að hevur verið um, er ein­ asta gongda leiðin, um Suð­ uroyggin skal aftur á Føroy­ arkortið, hvat Formula­fót­ bólti viðvíkur. ­ Soleiðis sum gongdin hevur verið í oynni ígjøgn­ um nógv ár, so er eingin ivi um, at grundarlagið fyri fótbólti í fleiri feløgum er viknað heilt munandi. Tú kanst eisini samanbera við onnur øki í landinum. Í Norð­ oyggjum er tað bara KÍ, og í Vágoynni hava tey roynt samanleggingar av ymsum slag, fyri at fáa eitt nóg sterkt felag. Bæði hvat viðvíkur spælaratilfeingi, men eisini fyri at fáa fíggjarliga grund­ arlagið at røkka. ­ Nú er sjálvandi ymiskt, hvussu samanleggingar hil­ nast, men sammett við hini økini, og við aktuellu støðuni hjá fótbóltinum í Suðuroynni í huga, so eri eg ikki í iva um, at hetta er einasta gongda leiðin. Royndir hava nú eisini verið gjørdar við at leggja yngru liðini saman. Geva hesar royndir ikki eisini vónir fyri, at ein samanlegg­ ing kann virka positivt? ­ Avgjørt. Hesar royndir­ nar hava í øllum førum verið sera positivar. Bæði tí liðini hava vunnið, men eisini tí fleiri spælarar á hes­ um eru mentir nógv og hava roynt seg á besta liðnum hjá VB/Sumba ella TB. ­ Samstundis hava vit í dag ein veruleika, sum svart upp á hvítt staðfestir, at bæði VB/Sumba og TB spæla í fyrstu deild komandi kappingarár. So tí haldi eg, at ein yvirbygningur við einum felags liði avgjørt er tað, sum farast skal eftir. Fáa vit tá eitt sterkari felag, har spælaragrundarlagið er betri, og har skikkaðir venj­ arar eru til allar deildir, eig­ ur hetta avgjørt at kunna virka positivt. Og verður samanlegging­ in gjørd, so sum alt bendir á. Verður Suðuroyggin so aftur í Formula­deildini í 2009? ­ Har kann eg so bara svara, tað sum eg haldi. Men við spælinum, sum TB sýnir í løtuni, og við spæli­ num, sum VB/Sumba til tíðir hevur sýnt í ár, so eigur ikki at vera minsti ivi um, at talan tá verður um eitt lið, sum bara steðgar eitt ár í fyrstu deild. Og alt annað líka vildi eg mett, at vit tá eisini hava eitt lið, sum í øllum førum stendur mill­ um tey bestu átta í Formula­ deildini eisini, sigur Finn at enda. B71 VB/Sumba VB/Sumba-B71 2-3 (1-2): Suðuroyggin úr Formula-deildini Til tíðir hava glottar verið í spælinum hjá VB/Sumba. Men samlaða úrtøkan hevur verið ov lítil, og tí má Suðuroyggin fyribils veittra farvæl til Formula-fótbólt Messi bjargaði Barcelona Spanska stórfelagið Barcelona hevði trupulleikar við at vinna á Sevilla á heimavølli leygarkvøldið, men seinastu løtuna av dystinum sló tannáringurin Lionel Messi til við tveimum málum. Fyrst skoraði Messi eftir upplegg frá Thierry Henry, ið kemur til Føroya at spæla landsdyst í næsta mánaði, og síðani økti Messi til 2­0 við brotssparki, sum danin Christian Poulsen hevði gjørt. Sevilla minkaði um munin til úrslitið 2­1. Kongaliðið fekk bert javnleik Real Madrid fekk bert javnleik burtur úr dystinum ímóti Valladolid sunnukvøldið, og tað var stórt vónbrot hjá kongaliga felagnum, sum longu er komið fleiri stig aftur um Barcelona í La Liga. Valladolid legði seg á odda í seinna hálvleiki av dystinum ímóti Real Madrid, og tað var ikki fyrr enn tríggir minuttir vóru eftir at spæla, at Real javnaði við máli, sum Javier Saviola skoraði.