mánadagur 24. september 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 184 - 24. september 2007 ]
Stórur UEFA-áhugi í Aalborg
Áhugin fyri seinna UEFA Cup dystinum hjá AaB ímóti Samp
doria er sera stórur. AaB stóð seg heilt væl í fyrra dystinum
ímóti italska liðnum á útivølli, og javnleikurin, sum danska liðið
hevði við sær heimaftur, er gott útgangsstøði til seinna dystin.
Fyrsta tíman eftir fyrra dystin, vórðu 1000 atongumerki til
seinna dystin, sum verður spældur í Aalborg, seld, og nú er talið
á áskoðarum komið upp á 11.000.
Notodden vann aftur
Norska felagið Notodden, sum hevur leigað vágbingin
Símun Samuelsen frá Keflavík, vann í gjár í næstbestu
norsku fótbóltsdeildini. Notodden hevur ligið í botni
num, men við næsta sigrinum á rað, eydnaðist tað Not
odden at toga seg burtur frá hinum botnliðnum. Símun
Samuelsen spældi við allan dystin, men tað var topp
skjúttin Kenneth Kvalheim, sum stjól myndina, tí hann
skoraði øll málini í 52 sigrinum hjá Notodden á úti
vølli ímóti Sparta Sarpsborg.
GÍ var nógv
grammari enn
heimaliðið, sum
tóktist verða farið í
vetrarfrí, og so fóru
gøtumenn avstað við
øllum stigunum og
trivaligum sigri
KÍ-GÍ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ og GÍ hava ikki tað stóra
at spæla fyri í Formula
deildini. Bæði liðini eru
leys av niðurflytingarvand
anum, og hvørki av liðunum
kann náa liðunum, sum eru
stødd langt frammanfyri.
Tí var dysturin í Klaksvík
sunnudagin ein stór av
bjóðing fyri spælararnar.
Hvør hevði motivatiónina
til at vinna ein dyst, sum
hevði lítið at siga, og sum
varð spældur í illfýsnum
veðri.
Her var GÍ nógv tað
grammara liðið, og gøtu
menn vunnu stórsigur á
teimum
illa
uppløgdu
klaksvíkingunum.
Fyrri hálvleikur var rím
iliga javnur, men GÍ hevði
gott tak á miðvøllinum.
GÍ’arnir vóru skjótari á
leysum bóltum, teir vunnu
nógvar nærdystur, og so
komu teir til einstakar
kjansir.
Í løtum vóru glottar at
hóma á KÍliðnum, men
tann ferðin og tann inn
satsur, sum eyðkendi liðið
fyrr í summar, var als ikki
til staðar.
GÍ var vandamiklari
KÍ var sjálvt við til at seta
GÍ í gongd. Ein langur
bóltur fram í KÍbrotsteigin
tóktist vandaleysur. Jan And
reasen hevði tak á støðuni,
men tann ídni Christian
Lundbjerg fekk lirka bóltin
frá honum, og tá hann spældi
upp á tvørs í brotsteignum,
segði álopsfelagin Hendrik
Rubeksen takk fyri og sendi
bóltin í málið til 10.
KÍ hevði lítið at bjóða
upp á í fyrra hálvleiki. On
kra einstaka ferðina var eitt
sindur av vanda á ferð eftir
innlegg, men opni kjansurin
kom ongantíð.
Í seinna hálvleiki var
myndin tann sama. Heima
liðið kom ikki upp í ferð,
og GÍ helt á fram við sínum
ágangandi spæli. Tá ið ein
lítil tími var spældur, økti
Christian Lundbjerg upp í
20 eftir innlegg úr vinstru.
KÍ royndi at svara aftur
og hevði sína frægastu løtu
eftir hetta málið, men Geza
Turi hevði tvær góðar
bjargingar, og so hevði
heimaliðið
ikki
meira
skjúts.
Sverri Jacobsen stútaði
eitt hornaspark í málið eitt
korter fyri tíð, og so setti
Hendrik Rubeksen puntum,
tá hann gjørdist leysur,
fintaði málmannin og sendi
í tóma málið til 40.
GÍspælararnir
kundu
fara stoltir aftur til Gøtu,
meðan teir á heimaliðnum
kundu sníkja seg undir
brúsuna og so heim at
sleikja sárini eftir dyggasta
ósigurin í hesum kapp
ingarárinum.
GÍ
KÍ
GÍ-viljin søkti KÍ
Christian Lundberg stórtreivst í bláa KÍ-búnanum í fjør. Nú er tað GÍ, sum málini verða skotin fyri, og hetta mátti KÍ sanna
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Sunnudagin verður
FM-kapping í 1/4
triathlon
TriaThlon
Tíðindaskriv
Kappingin byrjar klokkan
13,
men
fyrireikararnir
heita tó á tey íðkandi um at
møta
ein
tíma
undan
hesum.
Svomið verður 1500m í
svimjihøllini. Súkklað verð
ur frá høllini, til Kaldbaks,
Kaldbaksbotn,
Kaldbak,
rundkoyringina við R.C.
Effersøesgøtu, og oman til
Plantusøluna. Teinurin er
40 km. Runnið verður so
frá
Skógrøkt
Landsins,
fram við Strond til Eik
Bankan,
og
aftur
til
Skógrøkt Landsins. Tein
urin er 5 km og skal rennast
tvær ferðir.
Vinnarin hjá monnum tey
seinastu nógvu árini, Gunn
ar Dahl Olsen, hevur lítið
og einki gjørt við triathlon í
ár. Hann hevur hildið seg til
súkklingina, har er hann
sterkur, men hann hevur
kappingarandan og letur
ongan sleppa fram um við
góðum.
Hinvegin
eru
Gudmundur Joensen og
Andrass Joensen væl fyri.
Báðir vóru við triathlon
liðnum á Oyggjaleikunum,
og stóðu seg væl.
Áslakur Nesá er júst skor
in í knæið, so hann verður
tí ikki við, og Ottar í Hjøll
um er farin av landinum.
Eli Christiansen stóð seg
væl í tíðarsúkklingini í
Íslandi, hann er gamal
svimjari og kann við næstan
ongari rennivenjing renna
frá teim flestu, so frá honum
fáa vit uttan iva eitt gott
úrslit.
Einasta kvinna, ið íðkar
triathlon fast her á landi er
Súsanna Skylv, og verður
spennandi at síggja hvat
hon ætlar, aftaná sera góða
úrslitið a Oyggjaleikunum.
Men ikki bara elitan
hevur víst áhuga fyri FM
1/4triathlon
kappingini.
Kári Simonsen og Evald
Rasmussen,
sum
hava
myndað eldra ættarliðið í
triathlon, hava báðir sagt
seg fara við, sjálvt um
formurin ikki er av tí besta.
So her er pláss fyri øllum.
Men er tað onkur, ið
heldur teinin verða ov lang
an, so er eisini møgulleiki
at kappast á einum styttri
teini, sum er
Skipað verður nevnliga
eisini fyri 1/12triathlon, har
svimjast skulu 350 metrar,
áðrenn 10 kilometrar verða
súkklaðir og 2,5 runnir.
Fyrst verður svomið í
Svimjihøllini í Gundadali,
síðani út á súkkluna, og
verður súkklað frá Svimji
høllini til rundkoyringina
við Skansan og aftur til rund
koyringina R.C. Effersøes
gøta/Norðari Ringvegur 1,5
ferðir, og so oman til Skóg
røkt Landsins.
Her
verður
skift
til
renning, og runnið verður
frá Skógrøkt Landsins nið
an eftir Hvítanesvegnum til
høgru eftir Skraddaragøtu,
inn á gøtuna kring Skóg
røktina og aftur til málið
við
Skógrøkt
Landsins.
Runnið verður 3 ferðir
runt.
Tilmeldingin til kapping
arnar fer fram á www.
triathlon.fo
FM í triathlon