mánadagur 24. september 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 184 - 24. september 2007 ]
Gamlir garpar aftur í eldin
Fleiri av royndu leikarunum, sum ikki vóru við H71 í fjør,
vera aftur at síggja í hópinum í ár. Halgir Dahl-Olesen, sum
hevur havt stórar trupulleikar við knøunum, verður partur av
hópinum í ár, men tað er tó ivasamt, hvussu nógv stórskjúttin
fer at spæla. Harafturat fer Jens Skipagøta at taka kappingina
up við Levi Nybo í málinum. Eisini Eyðun Højgaard, sum
hevur verið búsitandi í Danmark, er komin heim aftur, og
hann verður helst at síggja á høgra vongi hjá hoyvíkingum.
Hesir tríggir kunnu allir geva liðnum eitt sindur av tí
rutinuni, sum ungu spælararnir helst manglaðu í fjør.
Køhlert hómar framgongd
Brøndby tapti aftur í superliguni um vikuskiftið, og hesaferð
noyddust teir gulu at lúta fyri arvafíggindunum í FCK, men
hóast tapið, sá Brøndby-venjarin glottar fyri framman. - Eg
eri ikki nøgdur við at tapa, men eg síggi framgongd í okkara
spæli. Vit klára okkum væl í hesum dystinum, men FCK
klára at vinna 1-0, segði Tom Køhlert eftir tapið. Brøndby
hevur bert vunnið ein av 10 dystum í superliguni higartil, og
liðið liggur í botninum í deildini.
Troyttir FCK-spælarar
Hóast tað eydnaðist FC Keypmannhavn at vinna dystin ímóti
Brøndby í superliguni 1-0, var venjarin hjá FCK ikki heilt
nøgdur við avrikið. - Tað er sjáldan, at eg havi sæð so nógvar
av okkara spælarar spæla illa. Fleiri av spælarunum tykjast
sera tungir, eftir at teir hava verið úti við landsliðum, segði
Ståle Solbakken eftir dystin. Hann ætlar sær at spara onkrar av
teimum troyttu spælarunum í komandi dystum.
Landsliðsvenjarar í H71
Fyrrverandi føroysku landsliðsvenjararnir í hondbólti,
Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava skift tilveruna sum
landsliðsvenjarar út við eina tilveru sum venjarar hjá
H71 í Atlantic Airways deildini. Kári og Birgir hava fyrr
staðið á odda fyri Kyndli við sera góðum úrslitum, og tí
verður spennandi at síggja, hvussu góð úrslitini vera við
unga H71-liðnum. Í fjør gekst ikki so væl hjá H71, sum
endaði aftast í bestu mansdeildini, men unga liðið hevur
tó í fleiri umførum víst, at teir kunnu gera seg galdandi,
og tí verður uppgávan hjá Kára og Birgir bæði stór og
spennandi.
Hoyvíkingar hava
eitt bæði ungt og
spennandi lið í
bestu mansdeildini
í hondbólti, og Poul
Kjartan Dam sigur
eisini, at teir hava
hampiligar vónir til
komandi kappingarár.
– Allir eru eitt ár eldri
nú, og tað er heilt víst,
at vit hava betri vónir
í ár, enn vit høvdu í
fjør
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
H71 er eitt av teimum lið-
unum í bestu mansdeildini í
hondbólti, sum oftast hevur
livað eina tilveru í niðara
endanum av stigatalvuni.
Hoyvíkingar hava tó okkurt
árið verið við heilt uppi í
toppinum, tí fyri bert trim-
um árum síðani var tað
leingi líkt til, at teir skuldu
vera annað liðið, sum skuldi
spæla í finaluni um meist-
araheitið.
Árið í fjør var tó einki
undantak í so máta, tí liðið
endaði á aftasta plássi.
Hetta var tó als ikki nakað
óvæntað úrslit fyri nakran,
og kanska serliga ikki fyri
hoyvíkingar sjálvar, tí ætl-
anin hjá H71 var púra greið.
Felagið ætlaði at geva
teimum ungu spælarunum
møguleikan á besta liðnum,
og hetta tekur altíð sína tíð.
Ungu spælararnir vístu tó í
fleiri dystum bæði dirvi,
áhaldni og sera gott hond-
bóltsspæl, og hetta gjørdi
eisini, at teir í fleiri umfør-
um lupu hvøkk á liðini,
sum lógu og bardust í
toppinum.
Í
ár
eru
spælararnir
blivnir eitt ár eldri og eitt ár
royndari, og felagið hevur
eisini fingið nýggjar venj-
arar. Her er talan um nú
fyrverandi landsliðsvenjar-
arnar, Kára Nielsen og
Birgir Hansen, og spennandi
verður at síggja, hvat hesir
fara at fáa burtur úr ungu
hoyvíkingunum.
Sosialurin hevur tikið eitt
prát við ein av ungu spælar-
unum hjá H71, Poul Kjartan
Dam, har vit m.a. hava
spurgt hann um hansara
vónir fyri kappingarárið,
sum liggur fyri framman.
Hørð venjing
Eitt av eyðkennunum hjá
unga H71-liðnum hevur
verið teirra skjótu spæl og
teirra sera skjótu mótálop,
og hetta kunnu vit uttan iva
vænta at síggja aftur kom-
andi kappingarár. Tí Poul
Kjartan sigur, at liðið hevur
vant sera hart upp undir
kappingarárið.
- Ja, vit byrjaðu at venja
eina ferð í summar, og
síðani tá hava vit koyrt hart
alla tíðina. Eg trúgvi ikki,
at spælararnir nakrantíð
hava verið so væl fyri fyrr,
so hetta verður spennandi,
sigur sterki høgri bakkurin.
Fleiri spælarar
við aftur
Síðsta árið vóru vónirnar
ikki serliga stórar til H71-
liðið, tí fleiri av spælarunum
vóru blaðungir og royndu
seg fyri fyrstu ferð í bestu
deildini. Úrslitini vóru tó
ikki heilt av vegnum, og
Poul Kjartan dylur ikki fyri,
at vónirnar eru heldur betri
í ár.
- Allir spælararnir eru
blivnir eitt ár eldri, so rut-
inan er eitt sindur størri á
liðnum. Eg haldi eisini, at
vónirnar eru nógv størri í ár
enn tær vóru í fjør. Tað er
ringt at geva nakað boð um,
hvar vit fara at enda, so eg
haldi, at vit taka bara ein
dyst á gangin, og so fáa vit
at síggja, hvussu langt tað
røkkur.
Tað eru tó fleiri av eldru
leikarunum
í
felagnum,
sum eru byrjaðir aftur, og
hetta kann uttan iva vera til
teirra fyrimun.
- Halgir er byrjaður aftur
at spæla í ár, men tað er tó
enn sera ivasamt, hvussu
nógv hann verður við. Har-
afturat er Jens Skipagøta í
málinum byrjaður aftur, og
Eyðun
Højgaard,
sum
vanliga spælir høgri vongur,
er eisini komin heim aftur
úr Danmark. Hetta er sjálv-
andi got fyri breiddina á lið-
num, og hetta styrkir heilt
sikkurt um hópin hjá okkum
í ár, sigur Poul Kjartan.
Skjótleikin er styrkin
Poul Kjartan ivaðist slett
ikki, tá vit spurdu hann,
hvat hann metti vera sterk-
astu síðuna hjá liðnum.
- Sterkasti síðurnar hjá
okkum mugu vera skjóta
spælið og mótálopini. Vit
spæla ótrúliga skjótan hond-
bólt, og hetta ger tað ofta
trupult hjá hinum liðunum.
Harafturat eru vit sera
skjótir í mótálopunum, og
tað eru eisini nógvir spæl-
arar, sum renna mótálop hjá
okkum, so hetta má eisini
metast sum ein stór styrki.
Hann helt tó eisini, at
liðið hevði ávísar vansar.
- Fyrst og fremst mangla
vit nakað av rutina, tí vit
hava so øgiliga nógvar
ungar leikarar. Harafturat
haldi eg, at vit kanska eru
lægri enn hini liðini –
serliga tá Halgir ikki er við
- og hetta kann jú eisini
vera ein trupulleiki í hond-
bólti, metir Poul Kjartan.
Annars er ver at leggja
afturat, at hoyvíkingar hava
fingið eitt nýtt venjarapar
til komandi kappingarár.
Her er talan um nú fyrr-
verandi landsliðsvenjarar-
nar, Kára Nielsen og Birgir
Hansen, og Poul Kjartan
sigur seg vera sera væl
nøgdan við nýggju venjar-
arnar.
- Venjararnir eru topp-
seriøsir, og hetta er týdning-
armikið fyri okkum. Eg
haldi eisini, at vit hava
roynt nógv í venjing í ár,
sum vit ikki hava roynt
áður, og hetta ger alt sera
spennandi. Eg haldi eisini,
at hesir eru teir røttu
menninir til okkum, og at
teir veruliga kunnu lyfta
liðið, sigur Poul Kjartan at
enda.
Hvussu verður og ikki
hjá H71 fáa vit at síggja, tá
landskappingin
endar
í
mars mánaði. Eingin ivi er
tó um, at tað verður spenn-
andi at fylgja ungu hoyvík-
ingunum í kappingarárinum,
sum liggur fyri framman.
Hava betri vónir enn í fjør
- Allir spælararnir eru blivnir eitt ár eldri, so rutinan er eitt sindur størri á liðnum. Eg haldi
eisini, at vónirnar eru nógv størri í ár enn tær vóru í fjør. Hetta sigur ungir høgri bakkurin hjá
H71, Poul Kjartan Dam
Mynd: Álvur Haraldsen