Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 184 - 24. september 2007 ] Útskifting á málmans- postinum Tað hava ikki verið nógv­ ar útskiftingar í hópinum hjá Neistanum síðani kappingin endaði í mars, men á einum plássi á vøllinum hevur tó verið stór útskifting. Hvørki Jacob Larsen ella Ári, sum stóðu í mál fyri Neistan síðsta kappingar­ ár, vera við í ár, og í stað­ in hevur felagið funnið tveir nýggjar málmenn. Finn á Svøð, sum seinast hevur vart málið hjá StÍF, hevur verið fyrsti málmaður undan kapp­ ingarbyrjan, og harafturat hevur Neistin fingið fat­ ur á einum nýggjum mál­ manni úr Serbia, sum sostatt skal taka kapping­ ina upp við Finn ímillum stengurnar. Jacob Larsen Spæli- loyvið flutt Venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, hevur eftir øllum at døma lagt skógvarnar á hillina fyri at taka sær av venjara­ starvinum í Neistanum. Men tá vit spurdu hann, um hann nú var givin at spæla hondbólt á hægsta stigi, var svarið frá venjaranum tó ikki heilt greitt. – Eg gavst í Vest­ manna eftir síðsta kapp­ ingarár, og nú ætli eg mær at fokusera upp á mína venjarauppgávu her í Neistanum. Eg kann tó siga, at spæli­ loyvi hjá mær er flutt til Neistan, legði Ingi aftur­ at við einum brosi. Atli varð útvístur Tað gekk illa hjá Frem í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Frem spældi á heimavølli ímóti Kolding FC, og tað endaði við einum 4­2 tapi. Í hálvleikinum var Kolding á odda 2­0, og hóast Frem skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, so nyttaði tað einki, tí Kolding skoraði eisini tvey mál afturat. Atli Danielsen spældi við frá byrjan, men stutt fyri leiklok fekk hann annað gula kortið í dystinum og varð vístur av vøllinum. Roknað verður við, at Atli fær tveir dystir leikbann. Blackpool bert javnt Enska 1. deildarfelagið Blackpool, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum, fekk bert javnleik, tá ið Colchester vitjaði leygardagin. Teir á heimaliðnum ætlaðu sær avgjørt sigurin í dystinum, og tá ið teir skoraðu til 2­1 seks minuttir fyri tíð, hildu tey flestu, at tað var sigursmálið. Men tað eydnaðist Colchester at javna tveir minuttir seinni, og so endaði dysturin 2­2. Blackpool liggur sum nummar 9 í ensku 1. deild. Nýggi venjarin hjá Neistanum, Ingi Ol­sen, sigur seg vera sera spentan til­ uppgávurnar, sum l­iggja fyri framman. Hann vil­ tó ikki tosa um nakað møgul­igt meistaraheitið. – Eg ætl­i at fáa spæl­­ ararnar at fokusera upp á komandi upp­ gávurnar og ikki hyggja fram ímóti eini møgul­igari final­u HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Neistin er ikki eitt av mest sigursvandu feløgunum í føroyskum manshondbólti. Nógv av teimum síðstu árunum hevur felagið tó meldað út undan kapping­ arbyrjan, at í ár skuldi tað at vera, men meistaraheitini hava hóast hetta ikki verið tey heilt nógvu, sum eru endað hjá bláa mansliðnum í høvuðsstaðnum. Síðstu tvey ella trý árini hevur felagið tó roynt at sett egið fólk við á besta liðnum, og hetta hevur partvís rigga rættiliga væl. Úrslitini hava kanska ikki altíð verið tey bestu hesi árini, men ungu spælararnir hjá Neistanum hava víst betri og betri taktir. Síðsta kappingarár vístu teir eisini, at teir kunnu gera seg gald­ andi ímóti einum hvørjum liði í landinum, og so er spurningurin, um hetta er árið, har Neistin skal aftur skal spæla við um meist­ araheitið. Felagið hevur ikki gjørt serliga nógvar broytingar í sjálvum spælarahópinum. Hinvegin er ein broyting hend uttan fyri vøllin, har Neistin hevur fingið ein nýggjan mann at standa á odda fyri liðnum. Her er talan um vestmenningin, Inga Olsen, sum seinastu 20 árini hevur útmerkað seg sum ein av bestu føroysku hondbóltsspælarunum yvir­ høvur. Ingi vandi síðsta kappingarár besta kvinnu­ liðið hjá Neistanum, umframt at hann spældi við VÍF sjálvur, men í ár skal hann í staðin standa á odda fyri besta mansliðnum. Sosialurin hevur tikið eitt prát við Inga Olsen, har vit hava spurgt hann, hvat hann væntar av komandi kapping­ arárinum. Góður hópur Ingi Olsen segði seg fyrst og fremst vera sera spentan um uppgávurnar, sum liggja fyri framman. Hann helt eis­ ini, at spælarahópurin hjá Neistanum sá rættiliga spennandi út upp undir kappingarbyrjan. ­ Ja, vit hava nógvar spæl­ arar til venjing, og eg haldi, at hópurin hjá okkum sær ógvuliga spennandi út. Her eru nógvir sera góðir, ungir spælarar, men eg haldi eis­ ini, at vit hava fleiri eldri leikarar í hópinum, sum skapa ein góðan balansa á liðnum, sigur nýggi venj­ arin. Tá vir spurdu Inga, hvussu hann metti liðið at vera fyri, helt hann, at tað kundi ikki verið nógv betri. ­ Vit hava sjálvandi vant leingi og hart, og eg haldi, at vit eru hampiliga væl fyri. Tað er sjálvandi ikki meiningin, at vit skulu toppa so tíðliga á kappingar­ árinum, men eg haldi tó, at vit eru so væl fyri, sum til ber so tíðliga á árinum. Fokusera upp á komandi uppgávur Ingi Olsen leggur eisini stór­ an dent á, at ein av hansara fyrstu og størstu uppgávum er at útvikla teir ungu spæl­ ararnar, sum eru í felagnum. Hann ætlar tó ikki bert at útvikla teirra hondbóltsevni. Hann vil eisini fegin læra teir at fokusera upp á kom­ andi uppgávurnar. ­ Liðini í Føroyum tosa ofta um meistaraheitið und­ an kappingarbyrjan, men hetta ætli eg mær ikki at gera. Eg ætli mær at útvikla spælararnar við at fokusera upp á komandi uppgávur og læra teir at lata vera við at hyggja fram ímóti eini møguligari finalu beinan­ vegin. ­ Sjálvandi vilja vit vinna hvønn dyst, sum vit fara út til, men tað er týdningar­ mikið at taka ein dyst á gangin og so síggja, hvussu tað gongur. Tað kann jú so nógv henda í hondbólti, sigur Ingi Olsen. Neistin er annars eitt av teimum liðunum í bestu mansdeildini, sum hevur breiðasta hópin, og hetta gleðist Ingi eisini um. Hann leggur tó afturat, at hetta eis­ ini kann hava sínar vansar. ­ Tað er altíð ein stórur styrkur hjá einum liði at hava ein breiðan hóp, og tað hava vit. Tað kunnu tó eisini vera ymsir vansar við einum breiðum hópi. Um teir tveir ella fýra spælarar­ nir, sum kanska ikki sleppa við gerast ónøgdir, so er hetta jú ikki so gott. Finna teir seg hinvegin í síni rollu, so er hetta ein sera stór styrki, metir Ingi. Botnstøðið má hækka Tá vit spurdu Inga, hvørjar hann metti størstu styrirnar hjá unga neistaliðnum at vera, var hann greiður á málinum. ­ Spælararnir eru ótrúliga raskir og áhaldnir, og so haldi eg eisini, at teir orka ómetaliga væl. Harafturat spæla teir kvikan og skjótan hondbólt, og hetta er jú nak­ að, sum mær eisini dámdi væl sum spælari, so hetta er nakað, sum eg ætli mær at halda fast um. Ingi ivaðist tó heldur ikki, tá vit at enda spurdu hann um, hvørjir størstu veikleik­ arnir hjá liðnum vóru. ­ Størsti veikleikin er uttan iva tann, at botnstøðið hjá liðnum og einstøku spælarunum er ov lágt. Tað sá man m.a. síðsta kapping­ arár, tá úrslitini vóru rætti­ liga svingandi. Spælararnir mangla helst eisini rutinu, og etta er jú nakað, sum eis­ ini ávirkar botnstøðið hjá spælarunum. Hesi tingini mugu vit sjálvandi arbeiða við, men eg vænti, at tey nokk skulu koma upp á pláss, segði ein spentur Ingi Olsen at enda. Venjarin spentur til uppgávuna - Her eru nógvir sera góðir, ungir spælarar í Neistanum, men eg haldi eisini, at vit hava fleiri eldri leikarar í hópinum, sum skapa ein góðan balansa á liðnum, sigur nýggi venjarin, Ingi Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen