mánadagur 24. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 184 - 24. september 2007 ]
Amager aftur á toppinum
Fremad Amager vann í gjár á Slagelse í triðbestu donsku
fótbóltsdeildini, og við sigrinum togaði føroyska liðið í danska
høvuðsstaðnum seg upp aftur á oddasessin í 2. deild eystur.
Dysturin endaði við 4-2 sigri til Fremad Amager, og tá ið
oddaliðið Roskilde samstundis spældi javnt í sínum dysti, fór
Fremad Amager fram um teir. Sunnudagin verður enn ein
spennandi dystur á Amager, tí tá kemur Skjold á vitjan.
Leita eftir nýggjari rødd
Fremad Amager skrivar á heimasíðu sínari, at
stadionspeakarin mongu seinnu árini hevur valt at gevast.
Chris Thorvald Christensen hevur verið ein føst rødd í
hátalarunum á Sundby Idrætspark, men nú takkar hann fyri
seg. Fremad Amager søkir tí eftir nýggjum
stadionspeakara. Nú er Fremad Amager meira ella minni
eitt føroyskt felag, so hvør veit um ikki ein væl smurd
føroysk rødd verður headhuntað til starvið.
Við trivaligum 5-0
sigri á GÍ í seinasta
dystinum staðfestu
KÍ-kvinnurnar, at enn
er eingin, sum tekur
tær
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast KÍ-kvinnurnar her-
fyri vendu hóttandi tapið til
javnleik í heimadystinum
móti B36, so var tað ikki
fyrr enn um vikuskiftið, at
gullið kundi staðfestast.
Og talan gjørdist als ikki
um nøkur gummibein, tá
KÍ vitjaði í Gøtu.
Hóast GÍ sum bronsuvinn-
ari hevur víst sínar dygdir á
vøllinum, so megnaðu tær
lítið móti gullgrammu klaks-
víkarkvinnunum.
Olga
Kristina Hansen setti hol á
um miðjan fyrra hálvleik,
og so var tað Malena Joseph-
sen, sum átti restina. Tvær
ferðir hvørju megin steðgin
beindi hon bóltin í GÍ-mesk-
arnar, og so var eingin sum
helst ivi um, hvar gullið
skuldi fara.
Umframt FM-heitið, so
vann KÍ eisini steypafinal-
una fyrr í ár, og tí kunnu
tær enn einaferð rópa seg
greipuvinnarar. Hetta fyri
sættu ferð í átta ár.
Áttanda gullið á rað
Hóast tað er blivið mest sum
til vani, so er fagnaðurin
framvegis eins stórur, tá KÍ-
kvinnurnarn lyfta FM-steypið
Enn einaferð prógvaði
NSÍ vinnaravilja og
drepara-instinkt.
AB hevði stríðst og
barst í 83 minuttir,
tá Jónhard Frederiks-
berg punkteraði AB-
vónina og festi í aftur
gullvónina hjá NSÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Meira enn nakað annað lið,
so hevur NSÍ í ár prógvað
eitt seigtrekk, sum væl kann
gerast gull vert hjá odda-
liðnum. Ferð eftir ferð hava
teir gjørt bart, tá dystir mest
sum hava verið dømdir til
javnleik, og sunnudagin var
enn einaferð talan um slíkan
dyst.
Í nógva vindinum í Runa-
vík varð sjáldan talan um
nakað flótandi fótbóltsspæl.
Heimaliðið átti vindin und-
an fyri steðgin, og hetta
nýttu teir eisini til at leggja
eitt støðugt trýst mótvegis
gestunum.
Nakrir møguleikar spurd-
ust eisini burturúr, men tað
var ikki fyrr enn tíggju min-
uttir undan steðginum, at
hol kom á. Bogi Løkin
sendi fríspark innfyri úr
vinstru, og har stóð Sjúrður
Jacobsen mest sum leysur,
soleiðis at hann kundi stýra
bóltinum í netið.
Hóast AB hevði vindin
undan í seinna hálvleiki, so
var tað framvegis NSÍ, sum
sat á tí mesta. Samanspælið
hekk betri saman móti vind-
inum, nú bólturin ikki rann
undan spælarunum, og Jón-
hard Frederiksberg var sera
nær við at økja, tá hann
langaði bóltin í tvørtræið ta
einu ferðina.
AB royndi tó eisini at
liggja framvið, og um hálv-
leikin gav hetta eisini úrslit.
Allan Mørkøre var sterkari
enn Óli Hansen í tvídysti, og
so smekkaði hann bóltin í
meskarnar umvegis stólpan.
Og so kom veruligt lív í.
Hvørgin
parturin
kundi
nýta javnleikin til tað heilt
stóra. Skuldi AB halda lív í
sínari vón, so var tað bara
sigurin, sum taldi, og teir
royndu støðugt at finna
áleypararnar við longum
sendingum. Hetta gav eisini
pláss til NSÍ, sum flutti Óla
Hansen niðan í álopið, men
leingi tóktust allar royndir-
nar tó at vera til fánýtis.
Sjey minuttir fyri leiklok
bragdaði tó. AB-verjan fekk
í fyrstu atløgu beint horna-
spark útfrá, men ikki longur
enn til Jónhard, sum langaði
bóltin í meskarnar.
FM-kós
Og so varð talan enn eina-
ferð um trý stig til runavík-
ingar. Aftur trý stig av tí
heldur tepra slagnum, men
tey telja tó eins nógv sum
øll onnur. Og tað hevur ofta
víst seg, at liðini, sum hava
orkuna og treiskni at avgera
dystirnar í evstu løtu, eisini
eru tey, ið standa heilt ovar-
liga, tá talvan verður tald
saman eftir kappingarlok.
Enn eru tó langt ífrá allar
súður syftar. Ein tann trupl-
asta uppgávan í so máta
verður helst komandi viku-
skiftið, tá HB kemur á vitj-
an við Løkin. Hinvegin hev-
ur NSÍ higartil víst stórt
hegni til støðugt at hugsa
um ein dyst ísenn. Og við
verandi tvídystinum við
B36 í huga er væl hugsandi,
at hvør einstakur av kom-
andi fýra dystunum verður
at rokna sum ein finala.
Tað er tað eisini hjá AB.
Saman við B71-sigrinum í
Vági merkti tapið, at AB nú
er níggju stig frá bjargingini.
Og tað er ein munur, sum
ikki verður lættur at vinna
aftur. Ikki minst, tá bæði
HB og B36 standa á dystar-
skránni, sum er eftir hjá
liðnum.
AB royndi at berjast fyri lívinum. Men tá Jónhard Frederiksberg langaði sigursmálið í kassan, sýndust royndirnar hjá gestunum at
vera ti fánýtis
Mynd: Álvur Haraldsen
NSÍ-AB 2-1 (1-0):
Vespur stinga
eisini í kulda
AB
NSÍ