mánadagur 24. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 184 - 24. september 2007 ]
Besta liðið
vinnur ikki
FM
John Heri Dam, sum
var eyðsýndur á vinstra
bakki hjá EB/Streymi
staðfesti eftir dystin, at
trý stig vóru tað einasta,
sum teir kundu brúka
til nakað.
- Tað gjørdi tað
avgjørt. Vit høvdu bara
bronsuna eftir, og tað
máttu vit kempa fyri.
- Og samstundis haldi
eg, at hetta eru tey bæði
bestu liðini í landinum.
At so eingin teirra verður
meistari, er bara spell.
Men spælið í dag var
ikki nakað meistara-
spæl?
- Nei, tað var tað
kanska ikki. Vit vistu
av, at tað var ikki upp til
okkum at skapa dystin,
tí gert tú sjáldan í Gunda-
dali. So vit royndu at
halda tætt og bíða, til
okkara
møguleikar
komu. Og tíbetur megn-
aðu vit so at taka av.
- Nú hava vit so fram-
vegis møguleika fyri
bronsuni, og henni fara
vit eftir. Har má HB so
kiksa onkra staðni á
vegnum, tí teir hava ein
munandi betri málmun
enn vit.
Ætlaðu
at avgera
spurningin
Jákup á Borg var illa
nøgdur um tapið fyri
EB/Streymi. Men ikki
endiliga, tí hetta punkt-
eraði FM-møguleikan.
Tann møguleikin var
longu fokin, helt hann.
- Eg veit væl, at fólk
hava tosað um tað, men
hetta er so ikki nakað,
sum vit í hópinum hava
hugsað um.
- Hjá okkum ráddi í
dag um at vinna, so vit
vóru mest sum vísir í
bronsuni. Tað eydnaðist
tíverri ikki, og nú verð-
ur tað trupult. Enn hava
vit betri málmun enn
EB/Streymur, men teir
hava á pappírinum lætt-
ari uppgávur enn vit, so
tað verður hart, helt
Jákup.
Høvdu tey í HB-leguni
nakra vón um gullið,
so brast hendan,
tá Sorin Anghel
stútaði einsamalla
málið í Gundadali
sunnudagin. Ístaðin
er nú lagt upp til
knallharðan tvídyst
um bronsuna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spælararnir hava alla tíðina
sagt, teir vilja ikki hoyra
nakað sum helst tos um
nakran
FM-møguleika.
Men við seks sigrum á rað
var ikki sørt, at HB hevði
givið
viðhaldsfólkunum
eina vón um, at gylti enda-
spurturin frá í fjør kundi
endurtakast.
Skuldi nøkur vón haldast
um hetta, so var kravið
treytaleyst ein sigur sunnu-
dagin, men tað eydnaðist so
ikki.
Lítið flótandi
Bæði liðini á vøllinum hava
til tíðir hetta árið sýnt før-
oyska fótbólt frá síni allar
bestu síðu, men hetta sást
tó lítið til hesaferð. Partvíst
mundi vindurin eiga sína
ábyrgd av hesum, men eins
nógv mundi tað eisini vera
spæliætlanin, sum liðini
høvdu lagt.
Gestirnir sóu tað ikki
sum sína ábyrgd at koma í
Gundadal at skapa nakran
dyst. Við at halda eina kom-
pakta skipan á liðnum
royndu teir at halda HB frá
málmøguleikum, fyri síðani
at dúva upp á kontra.
Hinvegin hevði HB ongan
hug at geva vandamiklu
kontramaskinuni hjá EB/
Streymi nakað serligt rása-
rúm, og tí varð ferðin sjáld-
an skrúvað heilt í topp. Og
tá heldur einki mál kom
fyrstu longu løtuna, broyttist
útgangsstøðið ikki pettið
hjá nøkrum parti.
Einstakar ferðir var tó
smávegis vandi á ferð, men
heilt opnar møguleikar gjørd-
ist talan ikki um fyri
steðgin.
Í so máta gjørdist nakað
betri seinna umfarið. Fyrsta
veruliga bjargingin kom, tá
Tróndur Vatnhamar við eini
fantastiskari refleks-bjarg-
ing forðaði einum stútara
hjá Sorin Anghel at finna
meskarnar. Eins og flestu
møguleikarnir
hjá
EB/
Streymi, so kom hesin eftir
deyðbóltsstøðu, har HB-verj-
an ikki var nóg vaks, tá bólt-
ar skuldu ruddast burtur.
Og júst sama fyribrigdið
kostaði eisini málið. Hesa
ferð var tað eitt av fleiri
longum innkøstum frá John
Hera Dam, sum fann vegin
inn í málteigin, og har
kundi Anghel við skallanum
leingja bóltin yvir í handara
síðunet.
Arnbjørn bjargaði
degnum
Og so fekk HB av álvara
skund. Teir løgdu alt størri
trýst á, samstundis sum EB/
Streymur royndi at kontra.
Men tað var fyrst og fremst
HB, sum átti møguleikarnar.
Tann størsta mundi Vagnur
Mohr Mortensen hava, tá
hann stóð blankur eftir at
René Tórgarð og Egil á Bø
misskiltu hvønnannan. Men
fyri mest sum opnum máli
varð bólturin sendur langt
omanfyri.
Og tá Rasmus Nolsøe
móti dystarenda sendi eina
fríparksperlu avstað, vissaði
Arnbjørn Hansen sær heitið
sum dagsins EB/Streymari,
tá hann megnaði at flyta seg
til handaru stong og stúta
bóltin burtur av vandaleið.
Ein bjarging, ið mest sum
undirstrikaði, at hetta ikki
skuldi verða dagurin hjá
HB, sum altso heldur ikki
fekk hevnd fyri taptu steypa-
finaluna móti EB/Streymi.
Víðopið bronsustríð
Eftir stendur, at við fýra
dystum eftir at spæla, eru
HB og EB/Streymur nú aft-
ur púrasta jøvn í stríðnum
um
bronsukrónurnar.
Á
pappírinum
hevur
HB
kanska truplaru skránna,
men samstundis hava teir í
verandi løtu betri málmun,
so tað er mest sum vónleyst
at peika á nakran favoritt í
hesum stríðnum.
HB-EB/Streymur 0-1 (0-0):
Víðopin bronsudystur
Tað sá ógvusligt út, tá Ronnie Samuelsen noyddist bløðandi av vøllinum. Men tíbetur var talan ikki um álvarsligan skaða
Mynd: Sofus D. Johannesen
Bronsu-
dysturin
Dystarskráin
seinastu umførini
30. september
KÍ-EB/S
NSÍ-HB
7. oktober
EB/S-VB/S
AB-HB
21. oktober
HB-KÍ
EB/S-B36
27. oktober
B36-HB
B71-EB/S
EB/S
HB
AaB vann fjórðu ferð á rað
Føroysku spælararnir sleppa framvegis ikki upp í part í
superligaliðnum AaB. Hvørki Súni Olsen ella Jón Rói Jacobsen
vóru á vøllinum, tá ið AaB vitjaði í Lyngby sunnudagin. Heili
sjey mál vórðu skotin í dystinum, og Aab skoraði fýra av
teimum. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá AaB, sum eftir eina
heldur trilvandi byrjan er komið fyri seg.
Holst dagsins maður
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst
varð eftir dystin ímóti AaB í gjár valdur til dagsins mann
á heimaliðnum. Holst skoraði tvey av málunum hjá
Lyngby, men tað var ikki nóg mikið til at fáa nakað stig
burtur úr dystinum. Eftir dystin handaði dystarsponsoruin
Moelven Christian Lamhauge Holst eina fløsku av
sjampanju, tí hann var besti spælarin á heimaliðnum.