Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 24. september 2007 23 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Estetiski fimleikurin í Føroyum skal mennast. Tí hevur Fimleikasambandið saman við russisku Polinu Notchevnova skipað fyri skeiði fyri venjarum og fimleikarum FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Í farnu viku hava føroysku fimleikafeløgini havt russ­ iska vitjan. Talan er um Polinu Notchevnova, sum er dugnaligur og royndur venjari í estetiskum fim­ leiki. Polina hevur tvær ferðir áður verið hjá Havnar Fimleikafelag og hildið skeið, sum hava verið so væleydnað, at fimleikasam­ bandið í ár avgjørdi at bjóða øllum fimleikafeløgunum sama frálíka møguleika. Skulu fimleikararnir mennast og gerast betri innan estetiska fimleikin, krevst nógv, hørð og mál­ rættað venjing. Hetta veit Polina Notchevnova alt um, og tí legði hon hart út, tá ið hon í 2005 fyri fyrstu ferð var hjá Havnar Fim­ leikafelag og helt skeið. Við fimleikararnar segði hon, at um teir veruliga vildu gera estetiskan fimleik, mugu teir arbeiða hart – ordiliga hart. Tað var eitt heilt annað slag av venjing, sum kravdi nógv meira av fimleikarunum, enn foreld­ ur og fimleikararnir sjálvir vóru vanir við; men góðu úrslitini, ið hava verið at sæð seinastu árini til est­ etisku kappingarnar, próg­ va, at hetta er vegurin fram. Hóast venjingarnar eru sera harðar, ger reglugerðin til estetiska fimleikin øllum greitt, at tað er umráðandi, at venjingarnar eru heilsurættar. Skeiðið var ætlað øllum fimleikarum og venjarum hjá kappingarliðunum í estetiskum fimleiki. Feløg­ ini í Havn, Ljósið og Havnar Fimleikafelag, fingu undir­ vísing í Eysturskúlanum, meðan Støkk, Flog og Klaksvíkar Fimleikafelag vóru í Glyvra skúla. Venj­ ararnir eru sera væl nøgdir við skeiðið, men vegna hølistrupulleikar fingu fimleikararnir tó ikki eins nógv burturúr, sum ynski­ ligt hevði verið, av tí at bæði tíð og høli vóru avmarkað, og ov nógvir fimleikarar vóru til skeiðini samstundis. Polina Notchevnova hevur óivað spælt ein stóran og týðandi leiklut í menningini av estetiska fimleikinum í Føroyum, og feløg, fim­ leikarar og venjarar halda nú áfram við beinhørðu venj­ ingini, sum vit fara at síggja úrslitini av í januar, tá ið fyrstu kappingarnar í estetiskum fimleiki hetta fimleikaárið verða á skránni. You have to work hard – really hard! Russiska Polina Notchevnova hevur lagt nógv eftir sær, síðani hon fyri fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 2005