mánadagur 24. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 184 - 24. september 2007
tíðindi
Í morgin,
týsdagin 25.
september, verð
ur ráðstevna í
Norðurlanda
húsinum um før
leikar og arbeiðs
møguleikar hjá
fólki, ið hava
stutta ella onga
útbúgving
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Tað eru nógv fólk, ið ikki
hava nakra framhaldsút
búgving eftir loknan fólka
skúla. Hvat kunnu vit gera
fyri at bjóða teimum skeið
og útbúgving? Skulu øll
hava møguleika at menna
sín førleika í mun til fakliga
støði teirra og eftir egnum
ynski? Hvussu kunnu fólk,
ið hava lítla ella onga út
búgving ella eina gamla
útbúgving, menna og dag
føra sín førleika? Og hava
øll tørv á at dagføra sín før
leika? Hesir verða nakrir av
spurningunum, sum settir
verða á ráðstevnu í Norður
landahúsinum í morgin.
Lívsneyðug
lívslong læring
Fyrireikarbólkurin fyri ráð
stevnuna er mannaður av
Róa Patursson, háskúlarekt
ara, Hildur Patursson, mast
er í pedagogikki, Jenny Lyd
ersen, undirvísingarleiðara
í
fólkaskúladeildini
og
Holger Arnbjerg frá Altjóða
Skrivstovuni. Tey siga, at
stórur tørvur er á útbúnum
fólki í einum framkomnum
samfelag. Í samsvari við
sjónarmiðið um lívlanga
læring er tí neyðugt at virka
fyri at styrkja kunnleika og
førleikarnar hjá vaksnum.
Sagt verður, at hesir førleik
ar eru fortreytin fyri persón
ligari menning, og at fólk
framhaldandi kunnu vera
virkin í arbeiðslívi og taka
lut í samfelagslívi sum
heild. Kappingarførið í sam
felagnum og hjá tí einstaka
setur eisini alsamt størri
krøv til útbúgving og før
leikamenning, soleiðis at
borgarin er førur fyri at dag
føra sín kunnleika og ogna
sær nýggja vitan.
Økið er fjøltáttað, um
vit skulu hava eina fleksibla
og mobila arbeiðsmegi og
hava útbúgving og eftirút
búgving á ymsum stigum,
soleiðis at tilboð eru til øll,
siga fyrireikararnir.
Tað eru hesi viðurskifti,
vit fara at viðgera og skifta
orð um á ráðstevnuni saman
við pørtunum á arbeiðs
marknaðinum, skúlum, ráð
um og øðrum áhugaðum. Á
ráðstevnuni verður eisini
greitt frá, hvørjar møguleik
ar vit hava at luttaka í norð
urlendskum
verkætlanum
um læring hjá vaksnum, og
hvørjir stuðulsmøguleikar
eru.
Íblástur úr granna
londunum
Fyrilestrarhaldarar
úr
Noregi, Danmark og Íslandi
fara at greiða frá, hvussu
gjørt verður í hinum Norð
urlondunum, og hvussu ar
beiðið at útbúgva og endur
útbúgva vaksna fólkið verð
ur skipað. Vit hava uttan iva
okkurt at læra av teirra
royndum á økinum, sum vit
kunnu nýta í okkara arbeiði
at taka støðu til, hvussu vit
bøta um útbúgvingar og
eftirútbúgvingar møguleik
arnar hjá okkum.
Á ráðstevnuni hevur tú
møguleika at hitta fólk, ið
hava drúgvar royndir á øki
num viðvíkjandi vaksna
mannalæring, og at fáa
kunning og íblástur til at
síggja avbjóðingarnar og
møguleikarnar innan økið.
Eisini fært tú í arbeiðsbólk
unum høvi til at viðgera
evnið saman við øðrum, ið
arbeiða við og vilja virka
fyri, at øll hava møguleika
at luttaka í fólkaupplýsing,
útbúgving og eftirútbúgv
ing. Soleiðis at vit kunnu
menna fólkaræði og vón
andi
gerast
dugnaligari
borgarar í einum samfelag,
sum alsamt tekur við nýggj
um avbjóðingum og gevur
øllum javnbjóðis menning
armøguleikar, eisini teim
um, ið hava lítla ella onga
útbúgving.
Sambært Holger Arn
bjerg, frá Altjóða Skrivstov
uni, hava 60 fólk longu boð
að frá luttøku, men fólk eru
hjartaliga
vælkomin
at
møta upp í Norðurlandahús
inum í morgin árini klokkan
9.30. Skrá og annað er at
finna á heimasíðuni hjá
Norðurlandahúsinum
og
hjá Mentamálaráðnum.
Lívslong læring
í Norðurlandahúsinum
Høvuðsevnið á ráðstevnuni
verður, hvørji útbúgvingar
átøk vit eiga at seta í verk
fyri fólk, ið ikki hava
framhaldsútbúgving eftir
loknan fólkaskúla ella sum
hava eina eldri útbúgving,
sum ikki nøktar fakliga
tørvin í dagsins samfelag
Tað er Mentamálaráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni í
samstarvi við NVL, sum er norðurlendsk
netverksskipan fyri vaksnamannalæring, Cirius, sum
umsitur Nordplus skráirnar, Demos Føroyar og
fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum. Málbólkurin er
álitisfólk, nevndarlimir í fakfeløgum,
arbeiðsgevarafeløg, skúlafólk og onnur, ið arbeiða við
og hava áhuga fyri fólkaupplýsing.
FAKTA
Kappingarførið í samfelagnum og hjá
tí einstaka setur eisini alsamt størri
krøv til útbúgving og førleikamenning