mánadagur 24. september 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 24. september 2007
31
tíðindi
Stutt Sagt
Fujimori
latin Peru
Alberto Fujimori, sum er
skuldsettur fyri svik og
mannarættindabrot ta tíð
ina, hann var forseti í
Peru, kemur nú loksins
fyri rættin. Tey bæði sein
astu árini hevur hann ver
ið í Kili, men um viku
skiftið gjørdi myndugleik
arnir har av at senda hann
til Peru eftir áheitan fyri
peruansku stjórnini. Alber
to Fujimori var forseti í
Peru frá 1990 til 2000, tá
hann noyddist at flýggja
av landinum. Frá 2000 til
2005 búði hann í Japan,
men í 2005 valdi hann at
fara til Kili. Har bleiv
hann settur í húsavarðhald,
og leygardagin bleiv hann
koyrdur umborð á eitt
flogfar og fluttur til Peru.
Næstan
heimsmet
í skatti
Í fleiri ár hava sviar havt
tann ivasama heiðurin at
hava
heimsins
hægsta
skattatrýst, men við veran
di gongd fer Danmark
avstað við tí heitinum um
stutta tíð, skrivar Børsen.
Tað svenska skattatrýstið
er fallið í seinastuni, so
tað nú er komið niður í
48,0 prosent og nærkast
sostatt tí danska, sum er
47,7 prosent. Bæði sviar
og danir fáa skattalætta
næsta ár, men tann svenski
lættin er størri enn tann
danski, og tískil minkar
munurin á skattatrýstinum
uppaftur meiri næsta ár,
skrivar Børsen.
Høvundar
mæla
til frið
Fleiri av teimum fremstu
rithøvundunum í Ísrael
mæltu í gjár stjórnini til at
samráðast við tann víð
gongda palestinska felags
skapin Hamas við tí fyri
eyga at fáa eina vápnahvíld
í lag. Millum teirra, sum
hava skrivað undir áheit
anina, eru altjóða viður
kendir
høvundar
sum
Amos Oz og David Gross
man.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit halda eitt vakið eyga við, hvat
hendir í Myanmar, og hvat tað
harðrenda stýrið har ger
(Condoleezza Rice).
útlond
Buddhistisku
munkarnir í
Myanmar leggja
nú stórt trýst á
hernaðarstýrið
Umleið 30.000 fólk gingu í
morgun kravgongu í høvuðs
staðnum í Myanmar, Yang
on, har tey kravdu, at tað
harðrenda
hernaðarstýrið
skal leggja frá sær.
Fremstir í kravgonguni
gingu fleiri hundrað buddhi
stiskir munkar. Síðani í síðs
tu viku hava teir gingið
kravgongu í Yangon, og utt
an at siga eitt orð hava teir
lagt stórt trýst á hernaðar
stýrið, sum teir vilja hava
frá.
Í gjár valdu munkarnir at
fara til húsini hjá andstøðu
leiðaranum, Aung San Suu
Kyi, sum hernaðarstýrið set
ti í húsavarðhald. Í 1990
vann flokkur hennara tjóð
artingsvalið, men hernaðar
stýrið ógildaði valið beinan
vegin.
Politiskir eygleiðarar í
Asia siga, at mótmælini hjá
teimum buddhistisku munk
unum koma hernaðarstýri
num sera illa við, og endin
kann gerast, at generalarnir
noyðast frá. Munkarnir eru
høgt í metum ímillum fólk,
og spurningurin er, hvussu
leingi teir vanligu hermenn
inir megna at standa ímóti
trýstinum.
Teir buddhistisku munkarnir
eru størsta hóttanin higartil
ímóti hernaðastýrinum í
Myanmar
Portugisiska løgregl
an ætlaði at fáa Gerry
og Kate McCann at
viðganga, at tey høv
du beint fyri Madelei
ne.
Olegario Sousa, løgreglu
ovasti, fekk til uppgávu at
finna Madeleine McCann
livandi ella deyða. Nú er
hann frarin frá sum løg
regluovasti, og í einari sam
røðu greiðir hann frá, hví
hann valdi at siga starvið
frá sær.
Vit lótu ymsar upplýsing
ar leka út, og endamálið við
tí var at trýsta foreldrini til
at viðganga, at tey høvdu
beint fyri Madeleine og
fjalt líkið, skal Olegario
Sousa hava sagt sambært
bretska blaðnum The Times.
Sjálvur var hann ikki nøgd
ur við próvtilfarið, sum por
tugisiska løgreglan hevði, tí
tað var alt ov veikt til at
fara í rættin við.
Ein ónevndur portugiskur
løgreglumaður hevur sam
bært NTB sagt, at tá løgregl
an noyddist at ásanna, at
hon kundi ikki loysa gátuna,
royndi hon at fáa umheimin
at venda sær ímóti Gerry
og Kate McCann. Eitt kom
fram, at Kate McCann kun
di hava mist tolið við Made
leine og hevði doyvt hana
við sovitablettum.
The Times veit eisini at
siga, at foreldrini hjá Made
leine hava satt privatar agen
tar at leita eftir gentuni, tí
tey halda ikki, at portugisis
ka løgreglan ger nóg mikið
fyri at finna gentuna. Sam
bært blaðnum hevði Gerry
McCann samband við teir
privatu agentarnar longu
tríggjar vikur eftir, at Made
leine var horvin, men hann
noyddist at avsanna hetta, tí
portugisisk lóg góðtekur ik
ki privatar agentar í slíkum
málum.
Foreldrini skuldu trýstast
til at viðganga morð
Tað var portugisiska
løgreglan, sum kom við
ábendingum um, at Kate
McCann kundi hava givið
Madeleine ov nógvar
sovitablettir
Munkarnir hótta hernaðarstýrið