mánadagur 24. september 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 184 - 24. september 2007
Tað var ein fjálturstungin
landsstýrismaður, sum
varpaði nakrar onkisigandi
plansjur upp á bróstið úti í
Albert Hall seinrapartin
fríggjadagin. Sum ein
groggy nevaleikari, ið eftir
ein ordans lúsing, ein
uppercut, er knock outaður,
royndi hann sum frægast at
selja produktið, ið Jørgen
og Kristian høvdu fatlað
um ennið hansara. Tað
gjørdi Komiski Ali,
propagandaministarin hjá
Saddam Hussein, eisini,
sjálvt um yvirskeggið
mundi fløkst uppí
rotorarnar á amerikansku
hernaðartyrlunum, ið
longu tá høvdu fingið
tamarhaldið á Bagdad. Í
mínum stilla sinni kom
mær hugs einu ferðina vit
lógu í Casablanca.
Kokkurin, Tummas Pauli,
pápi hin navnframa
miðvallaran á landsliðnum,
Súna Olsen, hevði
føðingardag. Vit royndu at
gera honum dagin so
makaleysan sum gjørligt.
Fóru í samráðingar við ein
marokkanskan
útróðrarmann, ið nýliga
var komin á støð. Keypti
nakrar gevaldigar krabbar
frá honum. Komnir
umborð aftur sleptu vit
kríatúrini niður í pottin,
settu speadin upp á
kabússini og svaldu okkum
vælindini, meðan vit
hugagóðir bíðaðu eftir
ársins delikatessu.
Áhoyrarnir fingu at vita,
at samgongan var samd
um, at búskapurin var
ovurhitaður, og at neyðugt
var við tálming. Tøl komu
tó at kalla ongi á bróstið í
hesi óprofessionellu fram
løguni, ið eittans hevði til
endamáls at káva útyvir,
at leggja Waterloo
landsstýrismansins undir
eina dýnu av mjørka. Hann
royndi mest bluffkenda
trickið í landinum, at
lancera ein faktor, 0,7
procentstig av mettari
bruttotjóðarinntøku í 2008,
sum eitt gandatal, ið skuldi
verja tálmingina, og táið
hann legði einasta trumfin
á borðið í teknisku oyði
markarferðini, at danin
Kallesen, sum designaði
hvítusunnupakkan hjá
donsku stjórnini og
Jóannesi Eidesgaard á
sinni, skuldi hava
blástemplað fíggjarlógar
uppskotið, tá roknaði hann
ikki við at nakað eyga var
turt. Ævinligi sannleikin
logerar sum vit vita í
Keypmannahavn. Hevur
hann tala, eru spurningar
óneyðugir og til fánýtis. Tá
hava vit flutt okkum úr
faktuellu og rationellu
sferuni yvir í trúðarheimin.
Hetta er okkara klassiska
passión, sum tíanverri
ongan logiskan botn hevur.
Útreiðslur landskassans
økjast við 255 milliónum í
2008. Skattalættin, fyri
landskassans viðkomandi,
verður á 70 milliónir
krónur. Óendaligu
ávaringar Magna um
ovurhitaðan búskap,
tálming og at taka trýstið
av speadaranum eru
endaðar í eini vanlukku,
har hann sjálvur hevur
trýst pedalin niður
ígjøgnum dúrkið. Ongin
fíggjarlóg síðani kreppuna
hevur verið so ekspansiv,
og hartil ovurupphitandi,
sum hendan, og lands
stýrismaðurin oysir pøsir
av petroleum út yvir bálið.
Sveiggini verða styrkt og
handlað verður diametralt
mótvegis retorikkinum,
sum hevur syvja úr borgini
undir Kongavarða, síðani
stórtjarnarstjórin í óðum
verki leyp út av rókini. So
galið er tað vorðið, at
fíggjarnevndarformaðurin,
Anfinn Kalsberg, helt seg
vera kallaðan at traðka í
karakter, og sissa fólkið,
táið hann í Degi og Viku
lovaði skattaborgarunum,
at hann nokk skuldi steðga
búskaparliga ørskapinum
hjá Magna Laksáfoss í
parlamentarisku skipanini,
táið nevndin um korta tíð
fór at pilka uppskotið
sundur og seta tað saman
aftur so skynsamt sum
møguligt. Óvanligt at
politiski tryggleikin kemur
frá hasum bordanum.
Hvat ið er hent úti í
Albert Hall í seinastu viku,
undir samráðingunum um
fíggjarlógina, vita bara tey
sum vóru ástødd. Somikið
lak tó út ímillum rivja
beinini á tíðindafundinum,
at Kristian og Jørgen
høvdu býtt á skinninum.
Javnaði og Fólkaflokki so
líkt. Hans Pauli sleppur á
eina ordans ballónferð
hiðani til valið 19. januar
og Óli fekk skattalættan.
Magni, sum ikki hevur
megnað at peila hesar
dystin lærdu menninar av í
snildi, situr nú fullur upp
undir hendur í trupul
leikum. Sveinastykkið
krakeleraði. Ein fossur av
fíggjarfæi kemur nú
skolandi út ímillum teori
og praksis og tað tók bara
ACpaktini ein fyrrapart at
spreingja politiska
moydóm hansara. Einasta
hálmstráðið hann hongur
seg í, er at skattalættin er
minkaður við einum
triðingi, og tað eru
kolasvørt ósannindi. Í
samgonguavtaluni var
semja um 240 milliónir í
lætta. Tað talið er rokkið
og væl tað, longu í 2007.
273 (316 milliónir
kommunurnar incl.)
milliónir eru longu
spolaðar upp á hasa
hespuna, og varð hildið
fram sum um onki var
hent, so hevði avtalan um
tær 240 milliónirnar verið
endað á 397 milliónum
(454 milliónir kommun
urnar incl.) við ársendað í
2008. Eftir broytingina nú
endar hetta talið á 363
milliónum, tvs. at Óli
Breckmann í hesum
samgonguskeiðnum fekk
363 milliónir í skattalætta
til tey múgvandi ístaðin
fyri tær avtalaðu 240
milliónirnar. Ei dáni í, at
propellirnar undir
Adamseplinum gerast alt
meira eksotiskar í sínum
víðfevnda litbragdi. Og at
løgmaður er farin at ganga
meira fattur, nú vissa er
fingin fyri, at hann sleppur
at vera sólkongur í eitt
triðingsár afturat.
Hví mundi tað nú ganga
so galið, í mun til tað sum
landsstýrismaðurin ætlaði,
og hví endaði útbasuneraða
tálmingin nú við eini
uppaftur størri ovurhiting,
og hvør var konsistensuirn
í ísinum, sum hann ætlaði
at køla skipanina av við?
Sambært einum uppriti,
sum Magni Laksáfoss
hevði við sær til ein lands
stýrisfund um fíggjar
lógaruppskotið, gongur
fram, at hann rættiliga
hevði hvest sær líggjan.
Hansara tilmæli eru púra
greið:
Ferðaavgjaldið skal
hækka úr 120 krónum,
fyri hvønn ferðaseðil úr
Føroyum, upp í 240
krónur, og verður mett,
at hetta skal geva
landskassanum 12
milliónir meira í
ferðaavgjaldi í 2008.
Inntøkutrygdin hjá
fiskimonnum skal
strikast og mett verður,
at hetta skal geva
landskassanum 25
milliónir í 2008.
Fiskimannafrádrátturin
skal lækka úr 14
procentum niður í 11
procent og markið úr kr.
470.000 niður á kr.
300.000. Hetta verður
mett at geva landskass
anum umleið 21
milliónur í 2008.
Serliga brenniolju
avgjaldið var nevnt á
landsstýrisfundinum.
Ætlanir hava eftir øllum
at døma verið at hækka
tað, men tað fram
gongur ikki av uppriti
num hvussu ítøkiliga
landsstýrismaðurin
ætlaði at fara til verka
viðvíkjandi hesi
kontuni.
Skattalættin fyri 2008
skal strikast, og sagt
verður, at búskapar
støðan ikki er tann rætta
til at lata fleiri skatta
lættar, eisini tí, at komið
er longu upp um loftið á
240 milliónir frá sam
gonguavtaluni frá 2004.
Rentustuðulin til sethús
skal lækka úr 40%´um
niður í 35%. Ætlanin er,
at land og kommunur
skula rinda hvør sína
helvt av hesum. Hetta
átakið hevði givið
landskassanum 26 og
eina hálva millión
krónur.
Arvaavgjaldið hevur
eisini verið til viðgerðar
á fundinum. Tað sæst
ikki í uppritinum
hvussu nógv Magni
hevur ætlað at hækka
tað, men táið tað hevur
verið partur av dags
skránni, so er ongin
ivingur um, at partur av
tálmingini skuldi koma
úr einum øktum pro
centstigi á arva
avgjaldinum.
Tilfeingisgjald skal
leggjast á uppsjóvar
vinnuna og flaka
trolararnar í Barents
havinum. Mælt verður
til ein yvirskotsgrund
aðan skatt. Og mett
verður, at hetta kann
geva landskassanum
einar 30 milliónir í
meðal um árið.
MVGendurgjaldið til
kommunurnar skal
takast av. Í stigum yvir
3 ár, og skal hetta geva
landskassanum umleið
37 milliónir árliga.
Hetta var líkasum sam
ráðingarbotnurin, og poli
tikkurin sum Sambands
flokkurin, ígjøgnum
Magna Laksáfoss, spældi
út við, táið samráðingarnar
byrjaðu. Harumframt hevur
verið nevnt, at hann ætlaði,
at fíggjarlógin skuldi javn
viga við einum yvirskoti á
600 milliónir krónur.
Vit, sum hava verið við
til samráðingar av hesum
slagi fyrr, kunna bara gita
okkum til hvussu leikur
fór. ACpaktin er ein
dynamisk eind, táið
pragmatikkurin verður
pallsettur. Gamlir og
royndir politiskir revar,
sum eru ógvuliga tilvitaðir
um hvørjum teir skula
leska, flokseksistensinum,
og hartil eru teir ógvuliga
málrættaðir. Jørgen &
Kristian eru sum
siamesiskir tvíburðar.
Standa øksl við øksl um so
himmal og hav ganga
saman í eitt. Teir slaka tó
fyri eitt gott orð, um valdið
er farið at ríða undan
teimum. Í hesum førinum
var tað ein svong ACpakt,
sum samráddist við eitt
Samband í góðari kondi
tión. Veljarakanningin í
vikuni styrkti samráðingar
støðuna hjá Magna & Co.,
og Sambandið kundi uttan
hóvasták leggja somikið av
trýsti á, at samgongan
skrædnaði. Landsstýris
maðurin, sum hevði givið
teimum vind í seglini og
sum sjálvur hevði glorvað
inn í tingið við risafetum,
um val varð útskrivað,
kundi gøllhalda politisku
bøllingarnar hjá AC
paktini eftir vild. Hann lat
kjansin fara. Ella var tað
Lisbeth L. Petersen, sum
bað um eitt timeout í
samráðingunum, og fekk
etablerað eina nýggja heita
linju millum formannin
yviri í SThúsunum í New
York og ACpaktina. Og tá
sat Magni sum lús ímillum
tvær naglar við ongum
mandati. Síggi Breckmann
fyri mær hendan fríggja
morgunin, táið hann læandi
innantanna hevur rørt sær
mjølkina út í báðar the
kopparnar, eygleiðandi
hesa fyri tey flestu
óvæntaðu hending og sjón,
har Laksáfoss spakuliga
bræðist niður í grund. Sum
at síggja eitt kjarnorkuverk
spreingjast í luftina.
Giti mær til, at the point
of no return hevur verið
táið Magni forroknaði seg
við skattalættanum. Hann
hevur hildið, at hesin var
heilagur fyri Fólkaflokkin,
og tí valdi hann strategiina,
at slaka í sínum kravi um
at strika lættan fyri 2008.
Úr 104 milliónum niður í
70 milliónir. Tá helt hann
at Fólkaflokkurin fór at
reisa seg upp á afturbeinini
og provokera fram eitt val,
men tað hendi sjálvandi
ikki. Jørgen smekkaði til
umgangandi, segði topp,
nýggj avtala um skattin var
komin í hús og Magni sat
skoraður fastur í AC
felluni, sum løgd var út
fyri hann. Nú vendist ikki
aftur. Og Fólkaflokkurin
hevur eftir semjuna fingið
123 milliónir meira í
skattalættum í hesum
valskeiðnum, enn hinir
báðir flokkarnir bundu seg
til í avtaluni frá 2004. Táið
klassakampurin allíkavæl
er erkleraður deyður av
sosialdemokratiska
generalinum av Tvøroyri,
so er hetta lítið og onki at
tosa um millum vinir.
Krøvini hjá landsstýris
manninum um at hækka
ferðaavgjaldið, at taka av
inntøkutrygdina hjá
fiskimonnum, at lækka
fiskimannafrádráttin, at
hækka brennioljuavgjaldið
til sethús, at strika
skattalættan í 2008, at
minka munandi um
rentustuðulin til sethúsa
eigarar, at hækka arva
avgjaldið, at leggja til
feingisgjald á uppsjóvar
vinnuna og flakatrolararnar
í Barentshavinum og at
strika MVGendurgjaldið
til kommunurnar vóru
síðani foykt av borðinum.
Fíggjarmálaráðharrin
situr nú eftir við einum
uppskoti, harið útreiðsl
urnar vaksa við 255
milliónum krónum. Har
umframt kemur skatta
lættin á 70 milliónir
krónur. Yvirskotið, sum
ætlandi skuldi verða 600
milliónir krónur, er tódnað
niður í 150200 milliónir
krónur. Umframt tað sum
er lagt uttanfyri lands
kassan, eitt nú Markna
gilsdepilin. Og hann roynir
at selja hetta tekniska
knockoutið við einum
danskt blástemplaðum
fiktivum tali á 0,7 procent
av eini mettari brutto
tjóðarúrtøku í 2008.
Ímeðan hevur Fólka
flokkurin fingið stundir og
skotbrá at fremja val
strategiina líka fram til 19.
januar. Hon er tvíeggjað.
At lynsja Miðflokkin og at
krossfesta Magna
Laksáfoss. Seinra átakið er
longu vunnið, skilagóðu
borgarligu veljararnir
kunna nú eins væl velja
Óla sum Magna, nú hesin
seinri er farin at selja
fólkaflokssemjuna sum
sína egnu, er vorðin
handilsreisandi í radikalt
sjálvstýrandi parfumu
politikki, og nú hava
Jørgen og teir heilar fýra
mánaðir til at royta nakað
innaftur av tí, sum er mist í
svinginum til Jenis & Co.
Loysingaratkvøðurnar eiga
tó onga aðra trygd enn
hana, sum tær kunna finna
í Tjóðveldinum.
Nú eru gigantisku
krabbarnir frá útróðar
manninum í Casablanca
kókaðir. Vit oysa upp úr og
tað vætir úr munn
klivunum. Spenningurin er
øgiligur. Væl setstir loysa
vit skelirnar omanav
kroppunum. Og løtan
gjørdist tíanverri líka so
tragikomisk sum við
politiska stórkrabbanum, ið
hevur boltrað sær á
fjølmiðlapallinum síðani
15. mai í ár, har var ikki
matartuggan í teimum. Teir
vóru skralltómir innan.
Royndi at tosa við seljaran
um hetta, táið hann kom
aftur á støð kvøldið eftir,
men hann ypti bara akslar,
og segði, at samsvarandi
árstíðini átti hetta at vera
so. Eg helt tó, at vit høvdu
keypt undir skeivum fyri
treytum, men hann lat ikki
við seg koma. Handilin var
gjørdur.
Sic transit gloria mundi
– soleiðis forgongur
verðsins herligheit.
Tómi krabbin
Løgtingsmaður
Tórbjørn
jacobsen
viðmerkingar