Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 90 - 11. mai 2001 Nr. 90 - 11. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 C M Y K PENSJÓNISTAÚTFERÐ Turið Kjølbro Útferðin hjá pensjónista- felagnum Hugna í Klaksvík kundi endað í óhugna nú ein dagin, tá ið bussurin, teir vóru í, steðgaði upp í bergholinum millum Sund og Árnafjørð. Komin væl inn í bergholið, framvið tveimum víkiplássum, steðgaði bussurin og hóast fleiri royndir, eydnaðist ikki føraranum at fáa gongd á motorin aftur. - Bussurin, sum var læntur úr Havn, var í ringum standi og høvdu vit vitað tað, høvdu vit kanska setst aftur. Men har varð eingin panikkur, einki gass var inni í tunnellini heldur, so vit vóru púra rólig, greiðir Jonhild Henriksen, formað- ur í Hugna frá. Bergholini í Borðoynni hava bert eina breyt, og skjótt var tí, at proppur kom í. Tveir mans, sum í skundi máttu til Viðareiðis, gjørdu skjótt av og komu aftur við einum enda, og bussurin varð sleipaður til Árna- fjarðar. Teir 28 pensjónist- arnir, sum høvdu verið inni í uppsteðgaða bussinum í hálvan tíma, fóru ein gongutúr í Árnafirði at bíða eftir farti heim. So hvørt bilar komu framvið, sum skuldu til Klaksvíkar, fór onkur uppí. Men nógv vóru eftir og tey vóru verandi í uppsteðgaða bussinum, meðan hann var sleipaður til Klaksvíkar. - Hetta var eitt upplivilsi. Vit høvdu ein fínan túr, ikki minst á Viðareiði, har vit heilsaðu uppá ein sera blíðan løgmann, greiðir Jonhild Henriksen frá. 28 pensjónistar fastir í bergholinum Útferðin á Viðareiði hjá pensjónista- felagnum Hugna í Klaksvík endaði við, at tey vórðu sleipað í einum uppsteðgað- um bussi aftur til Klaksvíkar Árnafjørður fekk nú eitt kvøldið óvæntaða vitjan av 28 pensjónistum Stásiligt skúlaskip við háskúlanæmingum Norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl frá 1914 fer at liggja við bryggju í Havn komandi dagarnar SKÚLASKIP Stefan í Skorini Fyri stuttum var eitt norskt skúlaskip og vitjaði í Før- oyum, og nú er aftur eitt slíkt skip komið á vitjan. Statsraad Lehmkuhl varð bygt í 1914 og hevur eina áhugaverda søgu. Stálbark- in við trimum mastrum varð upprunaliga bygt til tann týska handilsflotan, men onglendingar tóku skipið eftir fyrra kríggið. Í 1923 endaði tað í Noregi, har tað enn siglir sum skúlaskip. Í 1997 varð skipið um- bygt. Nógvar ábøtur skuldu gerast fyri at tað skuldi lúka altjóða trygdarkrøv. Skipið er ógvuliga stásiligt innan og kundi fyri tað verið kongaskip. Skipið er 1.516 brutto registartons, og tey 22 seglini spenna 2.026 fer- metrar. Skipið er 98 metrar langt, 12,6 metrar breitt og hæddin er 48 metrar. Stásiliga stálbarkin Statsraad Lehmkuhl úr Noregi liggur við bryggju í Havn komandi dagarnar Mynd: Álvur Haraldsen SØLUSTEVNA Stefan í Skorini 11. og 12. mai verður árliga sølustevnan hjá áhuga- felagnum hjá B71 hildin á Meginskúlanum á Sandi. Dýra Biðidag verður latið upp klokkan 14.45, tá Gerhard Lognberg, borgar- stjóri í Skopun, heldur røðu. Klokkan 15 verður 1. deildar dystur millum B71 og FS Vágar. Samstundis lata handlarnir upp, og sølustevnan er opin. Seinni um dagin verður millum annað mótasýning, og klokkan 21 letur stevnan aftur. Atgongumerkini kosta 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. Atgongu- merkið er samstundis ein lutaseðil, har vinningurin er eitt 28" Samsung sjón- varp, virðið er 6.600 krónur. Leygardagin verður latið upp klokkan 14, og fleiri ymisk spennandi tiltøk vera ígjøgnum dagin. Sølu- stevnan letur aftur klokkan 20, og seinni um kvøldið verður dansur í Virkinum á Sandi, har Jógvan Jón og vinmenn spæla til dans. Allur ágóðin fer til raksturin av B71. Luttakandi handlarnir eru Elding, Ellubitin, Fótprýði, Gardinbúðin, Hjá Sannu, Hygg Inn, Jallur, Kemilux industry, Klædna- búðin, MBM, Reyni Service, Rólant Vidtfeldt, Teldutænastan, The Body Shop og Wenzel. Sølustevna á Megin- skúlanum á Sandi Norðurlandasam- arbeiðsnevndin, har pensjónistafeløg úr Norðurlondum eru við, hava hósdagin og leygardagin fund, har kor pensjónistanna verða viðgjørd PENSJÓNISTAR Stefan í Skorini Norðurlandasamarbeiðsnev ndin ferkomandi dagarnar at hava fundir í Føroyum. Hósdagin verður ein inn- leiðandi fundur á Hotel Hafnia, og leygardagin verður avtalaði fundurin. Samarbeiðsnevndin hev- ur fund tvær ferðir um árið, og hesuferð verður hann sostatt í Føroyum. Gestirnir koma til landið hósdagin og fara avstað aftur sunnu- dagin. Endamálið við fundinum er at kunna aðrar pensjón- istar um umstøðurnar hjá pensjónistunum í teimum ymsu londunum. Eisini verður viðgjørt, hvussu kor pensjónistanna kunnu betr- ast. Tey ymsu feløgini kunnu soleiðis geva hvørj- um góð ráð. Tómas Tómasson, for- maður í Landsfelag Pen- sjónistanna, Símun P. Poulsen, skrivari í Lands- felagnum, og Jakobina í Lambanum, nevndarlimur, umboða føroysku pensjón- istarnar. Við í Norðurlandasam- arbeiðsnevndini eru Dan- mark, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Føroyar. Grønland er ikki við enn, men hevur søkt um lima- skap. Pensjónistar hava fund TÍÐINDASKRIV Fyri at vekja meiri ans og fyri at bøta um trygdina umborð á smábátum skipar Tórshavnar Bátafelag sam- an við Gummibátatænast- uni fyri framsýning á økinum frammanfyri høl- um felagsins í Vágsbotni leygardagin 12. mai kl. 14.00. Gummibátatænastan fer tá at vísa, hvørjar vørur hon hevur. Víst verður, hvussu neyðrakettir skulu skjótast upp, og hvussu neyðbluss skulu tendrast. Gummi- bátur verður blástur upp. Sýndir verða bjargingar- vestar til børn og vaksin, somuleiðis yvirlivilsis- og flótidraktir og annað, sum hoyrir trygdini umborð á bátum til. Gummibátatænastan sýnir fram Símun P. Poulsen (vm) og Tómas Tómasson skulu komandi dagarnar á fund við aðrar pensjónistar úr grannalondunum Mynd: Álvur Haraldsen