leygardagur 12. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 90 - 11. mai 2001
Nr. 90 - 11. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
C
M
Y
K
– Tað, sum vit hava
bjóðað, er ein lønar-
hækking, sum er nógv
hægri enn væl er fyri
samfelagið, sigur
Vilheml M. Johannesen,
formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Vit halda, at verkfallið er
ábyrgdarleyst. Hetta er eitt
verkfall, sum kostar bæði
vinnulívi
og
samfelagi
dýrt.
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, harmast um, at
tað ikki eydnaðist at fáa
semju ílag ímillum Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag.
Uppskotið, sum feløgini
vrakaðu, líktust tí, sum
Havnar
Arbeiðsmanna-
felag, Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag og Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag góð-
tóku seinnapartin í gjár.
– Samanlagt er talan um
ein lønarvøkstur upp á sløk
12%, og er hetta í neyvum
samsvari við aðrar avtalur,
sum eru gjørdar bæði á
privata og almenna arbeiðs-
marknaðinum, sigur Vil-
helm M. Johannesen.
Hann sigur, at tað kom
óvart á hann, at Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag vrak-
aðu semingsuppskotið.
– Her stóð teimum í boði
at fáa størsta lønarvøkst-
urin í nýggjari tíð.
Formaðurin í Arbeiðs-
gevarafelagnum sigur, at
onnur fakfeløg hava verið
væl nøgd við støðið, sum er
lagt.
– Hinvegin hava arbeiðs-
gevarar himprast við tann
lønarvøksturin, sum feløg-
ini hava fingið, tí hann er
so ógvusligur, at hann kann
skeikla føroyska búskapin.
Hann sigur, at Arbeiðs-
gevarafelagið heldur, at
verkfallið er púra óneyð-
ugt, tí hvørki Føroya Ar-
beiðarfelag ella Havnar
Arbeiðskvinnufelag kunnu
rokna við betri úrsliti
aftaná
eitt
møguligt
verkfall.
Frammanundan er eitt
sera høgt støðið lagt í
semjum við onnur feløg á
arbeiðsmarknaðinum og tí
skulu Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar arbeiðs-
mannafelag ikki vænta at
fáa meiri.
– Tað støðið, sum er lagt,
fara vit at halda okkum til,
eisini í samráðingunum,
sum nú eru slitnaðar, sigur
Vilhelm M. Johannesen.
Stríð ímillum feløg
Hann sigur, at Arbeiðs-
gevarafelagið
ásannar
eisini, at ósemjan ímillum
arbeiðarafeløgini
kann
verða ein av orsøkunum til,
at Føroya Arbeiðarafelag
gjørdi av at fara í verkfall.
Hann vísir á, at í semjuni,
sum týsdagin varð gjørd
við Havnar Arbeiðsmanna-
felag og arbeiðarafeløgini í
Klaksvík, vunnu tey inn
aftur tann lønarmun, sum
kom í undir seinastu sam-
ráðingunum, tá ið Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag fingu
ein betri sáttmála á ávísum
økjum, enn Havnar Ar-
beiðsmannafelag og feløg-
ini í Klaksvík fingu.
– Vit taka undir við, at
arbeiðsfólkið fær somu løn
fyri sama arbeiði um alt
landið, og tí var tað sjálv-
sagt at javna tann mun, sum
var íkomin, sigur Vilhelm
Johannesen
Kappingarførið
versnar
Annars vísir Vilhelm Jo-
hannesen á, at við teimum
lønarhækkingum,
sum
semja nú er gjørd um á
arbeiðsmarknaðinum, fer
kappingarførið
í
fram-
leiðslu og útflutningsvinn-
uni ar versna munandi.
Í meðal er lønarvøksturin
í Evropa lum 3 % um árið.
Vit kunnu eisini staðfesta,
at grundlønin í Føroyum nú
verður 6,7 % hægri enn í
Danmark, sigur hann.
Hann sigur, at hendan
gongdin kann ikki halda
fram, tí missur útflutn-
ingsvinnan kappingarførið,
fara bæði arbeiðstakarar og
arbeiðsgevarar at tapa í
longdini.
– Men hendan
gongdin kann ikki
halda fram og tí má
leggjast á annan bógv,
sigur Vilhelm M.
Johannesen, formað-
ur í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Gongdin, sum hevur
verið nú í nógv ár, er
ómealiga óheppin.
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, heldur, at tað
er neyðugt, at stór broyting
kemur í tær sáttmálasam-
ráðingar, sum nú eru á
marknaðinum.
Sum støðan er, skilir
hann væl, at arbeiðara-
feløgini krevja meiri í løn,
tí skattatrýstið er so høgt.
– Men tað ber ikki til at
blíva við at hækka lønirnar,
tí tað førir bara við sær, at
prísirnir eisini hækka- og
so kemur aftur kravið um
fleiri lønarhækkingar o.sfr.,
o.s.fr.
Hann heldur, at vit eru
longu nú á blóðskeivari
kós, tí lønarvøksturin í Før-
oyum er størri enn í
londunum, vit kappast við.
– Í Evropa er lønar-
vøksturin í miðal 3% um
árið. so tá ið okkara lønir
hækka meiri, versnar kapp-
ingarførið.
Tí heldur hann, at tað er
avgerandi neyðugt, at vit
leggja á annan bógv.
– ístaðin fyri at eggja til
áhaldandi lønarkrøv, eiga
vit í staðin at virka fyri, at
vit tálma prís og kostn-
aðarvøkstrinum.
– Ístaðin fyri lønarhækk-
ingar, eiga vit tí at hækka
keypiorkuna við at lækka
skattin.
– Men skal hetta eydnast,
krevst ein góður vilji frá
myndugleikunum, tí tað
vera teir, sum skulu taka lut
í einum slíkum átaki, sam-
an við pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum, sigur Vil-
helm Johannesen.
Neyðugt við
skattalætta
Upp undir hesar samráð-
ingarnar, hevur Føroya
Arbeiðarafelag lagt út-
rokningar hjá statsgóð-
kenda
grannskoðaranum
Rasmussen
og
Weyhe,
fram. Tær útrokningarnar
siga, at hesi bæði seinastu
árini eru prísirnir so nógv
hækkaðir, at tað er ikki eitt
oyra eftir av lønarhækk-
ingini, sum arbeiðarafeløg-
ini fingu seinast.
Men tað skilst á arbeiðs-
gevarunum, at teir hava ikki
treytaleyst álit á hesum
útrokningum.
– Ein lítil kanning, sum
vit hava gjørt, vísir, at ger-
andisvørur eru ikki hækk-
aðar nakað serligt hesi bæði
seinastu árini, tvørturímóti
eru summar vørur blivnar
bíligari.
Tó viðgongur hann, at
oljan og bensinið er hækk-
að so nógv, umframt at tað
er dýrari at keypa hús, ella
at leiga, at tað kann gera
allan munin.
Men hann heldur ikki, at
tað ber til at seta príssteðg
ella vinningssteðg í verk, tí
tað er ov trupult.
– Men vit eiga at lætta
trýstið á lønirnar við at
geva skattalætta, so at
keypiorkan hækkar, hóast
lønirnar ikki hækka, sigur
Vilhelm M. Johannesen.
– Verða lønirnar tálm-
aðar, fer tað eisini at tálma
prísvøkstrinum. Hinvegin
verður tað dýrari at baka
eitt breyð, hvørja ferð, løn-
in fer upp. Tí hanga lønar-
vøkstur
og
prísvøkstur
neyvt saman.
Óvart tá
Annars sigur formaðurin í
Arbeiðsgevarafelagnum, at
tað kom ógvuliga dátt við,
at Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag skuldi fara ío verkfall.
– Eg helt, at samráð-
ingarnar gingu upp á stás.
Men tá ið vit komu til at
tosa um løn, skramblaði alt
saman, tí krøvini vóru so
hørð.
Hann sigur, at umframt
vanliga lønarkravið upp á
15 krónur afturat um tíman
hesi bæði næstu árini, hava
feløgini onnur krøv um
viðbøtur og annað av yms-
um slag, sum kosta eini
30% afturat í lønarhækk-
ing og tað kemur ikki upp á
tal, tí støðið er longu lagt
við teimum 12%, sum hini
feløgini hava fingið.
– Hetta vóru krøv, sum
feløgini als ikki vildu tosa
um og tí skrædnaði, sigur
Vilhelm M. Johannesen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag:
Verkfallið er ábyrgdarleyst
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag:
Eg skilji væl at arbeiðarafeløgini krevja meiri í løn
– Sum støðan er, er tað
sjálvsagt, at arbeiðarafeløgini
blíva við at koma við
lønarkrøvum. Men hetta er
ikki ein gongd leið og tí er
neyðugt at vendua gongdini
á høvdið fyri at tálma
prísvøkstrinum, og sostatt
eisini lønarvøkstrinum, sigur
Vilhelm M. Johannesen,
formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag