Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 90 - 11. mai 2001 Nr. 90 - 11. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 C M Y K Nýrup hóttir við fýra ára skiftistíð, um sjálvstýrissamtyktin stendur við komandi árini. Kortini vil hann gera avtalu fyri blokkin í 2002 og so meta um støðuna næsta ár. Landsstýrið tulkar hetta sum val- stríð fyri føroysku andstøðuna SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen – Stjórnin hevur framvegis ta prinsipiellu uppfatan, at tað er samanhangur millum ábyrgd og búskap. Sostatt er støða stjórnarinnar fram- vegis, at ríkisstuðulin til Føroya má minka burtur eftir fýra árum. Soleiðis segði danski for- sætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, í røðu síni í Fólkatinginum undir spurn- arorðaskiftinum um Føroy- ar mikudagin. Hendan útmelding sigur greitt, at stjórnin uppfatar sjálvstýrissamtyktina sum eina fullveldisætlan, og tí stendur fast við, at Føroyar fáa eina búskaparliga skift- istíð á fýra ár. Ósamsvar Tá tíðindamenn hjá Útvarp Føroya á Christiansborg eftir orðaskiftið beinleiðis spurdu danska forsætisráð- harran, um avtalan um blokkin í 2002 skuldi fatast sum fyrsta árið í skiftistíð- ini, svaraði hann, at tað vildi hann ikki taka støðu til beint nú. – Lat okkum nú fara í gongd við tað praktiska. Lat okkum loysa tær báðar samráðingaruppgávurnar, vit hava í ár um blokkstuð- ulin og um yvirtøku av málsøkjum innan fyri heimastýrislógina. Og lat okkum so síggja, hvussu næsta stigið sær út næsta ár, segði Poul Nyrup Rasmuss- en í sama sambandi. Hetta kundi bent á, at danski forsætisráðarrin bíðar eftir einum løgtings- valið í Føroyum. Og at fýra ára skiftistíðin kemur í gildi, um komandi sam- gonga stendur við sjálv- stýrissamtyktina. Men at alt er í fínasta lagi, um ein komandi føroysk samgonga tekur frástøðu frá sjálv- stýrissamtyktini. Tað vil siga, at blokkurin skal burtur eftir fýra árum, um ein komandi samgonga vil yvirtaka eftir sjálv- stýrissamtyktini fram til 2012. Men um ein onnur samgonga vil yvirtaka, men ikki eftir sjálvstýris- samtyktini, er møguleiki fyri, at blokkurin heldur fram. Hetta kann tykjast eitt sindur ósamsvarandi. Ódemokratiskur Høgni Hoydal, varaløg- maður, sigur í tíðindaskrivi, at hetta er enn eitt dømi um, at eingin virðing er fyri fólkaræðinum í Føroyum. At lagt verður uppí innan- hýsisi føroyskan politikk, og at politisku meirilutin í Føroyum ikki verður vird- ur. Somuleiðis heldur Høgni Hoydal, at Nyrup beinleiðis stuðlar føroysku andstøðuni í einum val- stríði til komandi løgtings- val. Løgmaður er kortini ikki so bersøgin. Hann heldur ikki, at Nyrup meinar hetta um blokkin so álvarsliga, sum hann letur til. – Tað kann ikki bera til, at Poul Nyrup Rasmussenn kutar blokkin, bert vit tosa um at yvirtaka, sigur løg- maður, sum vónar at fáa greiðu á hesum, tá hann sleppur at samráðast við danska forsætisráðharran innan ikki ov langa tíð. Roynir at vera greiður Hinvegin ber eisini til at skilja danska forsætisráð- harran. Hann skal vera greiður móti sínum donsku veljarum, ið hava krav uppá at vita, hvørja støðu stjórn- in hevur til ta einu milliard- ina, hon sendir til Føroya hvørt ár. Somuleiðis hava føroy- ingar krav uppá at vita, hvørja støðu stjórnin hevur til eitt uppskot, sum viðvík- ur okkara egnu framtíð. Hetta ger sjálvsagt, at Poul Nyrup Rasmussen óbeinleiðis kemur at blanda seg í eitt føroyskt valstríð. Fullveldi hevur verið ovast á breddanum seinastu trú árini, og verður tað eisini ovast á breddanum til kom- andi val; sama hvat Nyrup sigur og ger. Um Nyrup einki segði um føroysku sjálvstýris- samtyktina, er ikki vist, at føroyingar høvdu verið serliga væl nøgdir. Nyrup ger blokkin til valstríð Blokkurin skal burtur eftir fýra árum, um ein komandi samgonga vil yvirtaka eftir sjálvstýrissamtyktini fram til 2012. Men um ein onnur samgonga vil yvirtaka, men ikki eftir sjálvstýrissamtyktini, er møguleiki fyri, at blokkurin heldur fram. Hetta er tað, ið kann tulkast úr nýggjastu útmeldingini frá Nyrup um Føroyar Mynd: Jens K. Vang Fólkatingið samtykti í gjár við stórum meiriluta at stuðla Nyrup í linjuni mót- vegis Føroyum SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Tað er við breiðum meiri- luta av Fólkatinginum í rygginum, at Poul Nyrup Rasmussen førir hørðu linjuna móti landsstýrin- um. Fólkatingið samtykti í gjár við stórum meiriluta at taka undir við linjuni hjá stjórnini. Fólkatingið mælir har- umframt stjórnini til at gera eina avtalu um blokk- stuðulin fyri næsta ár og tekur undir við, at stjórnin samráðist við landsstýrið um yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Uppskotið frá uttan- flokkamanninum, Frank Dahlgaard, um at tveita Føroyar úr ríkisfelagsskapin- um, fekk onga undir- tøku á Fólkatingi RÍKIS- FELAGSSKAPUR John Johannessen Uttanflokkamaðurin, Frank Dahlgaard, stóð ógvuliga einsamallur, tá uppskot hansara, um at tveita Føroyar úr ríkisfel- agsskapinum var til fyrstu viðgerðar í Fólkatinginum mikudagin. Allir flokkar søgdu seg meta uppskotið sum bein- leiðis óvirðiligt og óser- iøst. Eisini føroysku fólkatingsumboðini, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard tóku orðið og vístu á, hvussu óvirðiligt uppskotið var. Eftir stutta viðgerð varð uppskotið beint í 21- manna nevndina, ið tekur sær av málum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Før- oya. SJÁLVSTÝRI John Johannessen Vit skrivaðu í gjár, at Fólkataingið hevði sam- tykt, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt. Hetta er ikki heilt beint. Tí Fólkatingið staðfesti, at tað er føroyska fólkið, ið avgerð sambandið við Danmark, bæði tá tað snýr seg um at fáa fullveldi, og tá tað snýr seg um, hvørt vit ynskja at víðka verandi skipan. Hetta er ikki tað sama, sum at staðfesta, at Føroy- ar eru ein tjóð við ómiss- andi sjálvsavgerðarrætti. Hevur Fólkatingið í rygginum Tað er við meginpartinum av Fólkatinginum í ryggin- um, at Poul Nyrup Ras- mussen førir hørðu linjuna móti Føroyum Vilja ikki tveita Føroyar út Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard vóru millum teirra, sum á Fólkatingi harðliga mótmæltu upp- skotinum frá Frank Dahl- gaard um at tveita Føroyar úr ríkisfelagsskapinum Mynd: Jens Kristan Vang Eingin sjálvs- avgerðarrættur Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum stuðlar framvegis donsku stjórnini í royndunum at forða føroyskum fullveldi. Hetta er almenna við- merkingin frá Høgna Hoydal, landsstýris- manni í sjálvstýris- málum, eftir orða- skiftið á Fólkatingið mikudagin SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum stuðlar framvegis donsku stjórnini í royndunum at forða føroyskum fullveldi. Ein meiriluti á Føroya Løgtingi hevur staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og at Føroyar skulu taka full- veldi: Heimastýrislógin skal avriggast og donsku peningaveitingarnar skulu fella burtur. Kortini verður samtykt Løgtingsins ikki vird: – Danska fólkatingið viðger framvegis ikki før- oyingar sum tjóð við sjálvs- avgerðarrætti, men tosar um “den færøske befolkn- ing”. – Danska fólkatingið vil ikki gera avtalur um at leggja burturminkingina av heildarveitingina í fastari legu. – Danska fólkatingið mælir ístaðin til at samráð- ast um eina “sjálvstýris- skipan innanfyri ríkisfel- agsskapin” ella at gera ábøtur á verandi heimastýr- islóg, soleiðis sum ynskini eru frá andstøðuflokkunum í Føroyum. – Og danska stjórnin og danska fólkatingið leggur seg framvegis beinleiðis uppí innanhýsis føroysk viðurskifti, hóast sagt verð- ur at “den færøske be- folkning afgør Færøernes tilknytning til Danmark”. Søgan endurtekur seg: Hetta er enn eitt dømi um, at ongin virðing er fyri fólkaræðinum í Føroyum, at lagt verður uppí innan- hýsis føroyskan politikk, og at politiski meirilutin í Før- oyum ikki verður virdur. Roynt verður ístaðin framvegis við politiskum og búskaparligum trýsti, at fáa løgtingsmeirilutan og føroyska veljararan at sleppa sínum rættindum og fullveldisvilja. Tí er alneyðugt, at allar royndir at gera nýggjar heimastýris- ella sjálvstýr- islógir verða afturvístar. Tær kunnu binda okkum enn fastari og lima okkum endaliga inn í danska ríkið. Og tí er alneyðugt, at hildið verður fast við sam- tykt Løgtingsins, so at vit skipa okkara egnu skiftis- tíð, gera okkum leys av fíggjarligum og umsitingar- ligum bindingum og stað- festa føroyska fullveldið sjálv. Høgni Hoydal um orðaskiftið á Fólkatingi: Ongin virðing fyri fólkaræðinum