týsdagur 25. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 185 - 25. september 2007
Hann er harmur um,
at tað er farið at ljóða,
sum um hann ikki
vil hava fund við ein
bólk av kvinnum um
at fáa meiri javnstøðu
á tingi
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vilja kvinnurnar fáa fund
við meg, skal tað ikki
standa á.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, leggur dent á, at
hann hevur onki ímóti at
tosa um møguleikarnar fyri
at fáa fleiri kvinnur upp í
politikk.
Seinastu tíðina hevur ein
bólkur av kvinnum roynt at
fáa fund í lag við løgmann
um at broyta vallógina, so
at tað verður lættari at fáa
kvinnur á ting.
Men tvær ferðir hevur
løgmaður avlýst fundin og
tað hevur fingið umboð fyri
kvinnubólkin
at
rógva
framundir, at løgmaður er
ikki serliga sinnaður at tosa
við tær um málið.
- Tað harmar meg at tað
er farið at ljóða sum um, at
eg renni undan fundinum,
sigur løgmaður.
- Eg havi aldrin í lívinum
borið meg undan at hitta
fólk á fundi, men í hesum
føri havi eg rætt og slætt
verið so upphongdur, at tað
hevur ikki borið til, leggur
hann afturat.
Hann vísir á, at hetta var
um tað mundi, at tað leikaði
allar harðast á í samgonguni
at finna semju um fíggjar-
lógina og hann heldur, at
tað vildi verið ábyrgdarleyst
at farið frá teimum tinging-
unum, tí tað kundi sett sam-
gonguna í vanda, sum løg-
maður hevur evstu ábyrgd-
ina av.
- Men kvinnubólkurin
skal nokk fáa sín fund við
løgmann. Seta tær seg ikki í
samband við meg, skal løg-
mansskrivstovan nokk seta
seg í samband við tær við
eini nýggjari fundartíð, sig-
ur løgmaður.
Løgmaður ivasamur
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hann er sjálvandi sinnaður
at lurta eftir tí, sum kvinnu-
bólkurin hevur at føra fram
og so at arbeiða víðari hag-
ani frá.
Sjálvur hevur løgmaður
eisini onkrar spurningar til
kvinnubólkin um málið.
Men í útgangsstøðinum
er hann ivasamur um tað, at
broyta vallógina, er rætti
máti at fáa fleiri kvinnur á
ting upp á.
Hann heldur, at tað er
ikki bara ein fyrimunur at
broyta vallógina, soleiðis
sum kvinnurnar vilja tað, tí
atkvøðurnar kunnu eisini
fella so, at tað fer at forða
kvinnum at koma á ting.
Tað kann henda, vissi ein
mannfólkalisti fær so nógv-
ar atkvøður, at hann fer við
øllum tingumboðunum.
- Heldur enn at broyta val-
lógina, haldi eg, at flokkar-
nir hvør sær, eiga at syrgja
fyri at fáa javnstøðu á val-
listunum og at føra kvinnur-
nar fram í politiska arbeiðn-
um.
Hann heldur eisini, at
hetta er nakað, sum teir ym-
isku flokkarnir hugsa um.
Sjálvur ivist løgmaður
ikki í, at hetta er seinasta
landsstýrið, sum bara er
mannað við monnum, tí tað
krevur tíðarandin.
Løgmaður rennur ikki undan
Løgmaður er sinnaður at lurta eftir kvinnunum, men hann er ivingarsamur um uppleggið um javnstøðu