Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 185 - 25. september 2007 Løgmaður sigur, at samgongan fer nú at viðgera spurningin um at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy, men um nakað spyrst burtur­ úr, ber ikki til at siga VakstraraVtala Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samgongan fer nú at um­ røða møguleikan fyri at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy. Tað er úrslitið eftir fundin í Tinganesi síðsta mánadag ímillum kommunurnar í Suðuroy, løgmann, Jacob Vestergaard, landsstýris­ mann í innlendismálum, Óla Breckmann úr A og suð­ uroyartingmenninar, Johan Dahl úr B og Hendrik Old úr C. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, staðfestir, at skal nakað henda í málinum er fyrsta treytin, at málið kemur til politiska umrøðu í samgonguni og tað kemur tað nú, tí málið er avgjørt áhugavert. Men um nakað spyrst burturúr, er óvist, tí løgmað­ ur staðfestir, at málið er ikki einfalt. Fyri tað fyrsta er talan um nógva pening, heldur hann. Í hesum sambandi kann nevnast, at talan er um at landið skal binda seg til at seta átta milliónir um árið í fimm ár í eina slíka ætlan, ella 40 milliónir tilsamans. Harafturat staðfestir hann, at tað er arbeiði til all­ ar hendur og skulu nýggjar vinnur setast á stovn, mugu fólk takast úr øðrum vinn­ um, ella fáast aðrastaðni frá, og heldur ikki tað verð­ ur lætt, tí tað er nóg mikið av arbeiði allastaðni. Sjálvt um arbeiði er til allar hendur, er semja um, at Suðuroy hevur ein stóran bygnaðarligan trupulleika, tí ongi størv eru til fólk við útbúgving og tí er tað neyð­ ugt við eini vakstraravtalu? ­ Tað vita vit av og tí er avbjóðingin at skapa førleikakrevjandi størv í Suðuroy, sigur løgmaður. Men í hesum sambandi heldur hann, at skjøtil er longu sett á eina jaliga gongd í Suðuroy, hóast ongin vakstraravtala. Hann vísir til skúladepilin í Hovi, sum krevur fólk við útbúgving. Hann vísir eisini til ætlanina at byggja ellis­ og røktarheim og heim fyri fyri sinnisveik í Vági. Hann vísir eisini á, at Strand­ ferðslan er flutt til Suður­ oyar og at enda vísir hann til ætlaða eftirskúlan í Hvalba, sum eisini krevur førleikakrevjandi størv. ­ Tað er avgjørt ein góð byrjan og spurningurin er, hvussu skjótt farast kann fram fyri ikki at renna okkum í tann fløskuhálsin, at vit ikki fáa manna tey størvini, vit skapa. Merkir tað, at eftirskúlin í Hvalba er á fíggjar­ lógini? ­ Í skrivandi løtu er fíggjarlógin ikki løgd fram, so tað verður spennandi at síggja. Í øllum førum kann sigast, at ætlaði eftirskúlin hevur stóra politiska væl­ vild, sigur løgmaður Samgongan skal umrøða vakstrarætlan fyri Suðuroy Nú verður ein roynd gjørd afturat at seta gongd á eina menning­ arætlan fyri Suðuroy VakstraraVtala Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður ein roynd gjørd afturat at gera eina menn­ ingarætlan fyri Suðuroynna. Hetta er ein ætlan, sum hevur til endamáls at sparka veruligt lív aftur í Suður­ oynna. Í hesum sambandi vóru umboð fyri kommunurnar í Suðuroy í Tinganesi á fundi við løgmann og umboð fyri Innlendismálaráðið mána­ morgunin at tosa um eina menningarætlan fyri Suðuroy. Tað eru nú meiri enn tvey ár síðani, at spurningurin varð reistur um at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy. Hetta arbeiðið skuldi skipast sum ein beinleiðis vakstraravtala fyri Suður­ oynni, har allir partar, eisini landið og kommunurnar, beinleiðis bundu seg til at seta nøkur tiltøk í verk. Ætlanin var, at Magni Laksáfoss, búskaparfrøðing­ ur og Jógvan Mørkøre, sam­ felagsfrøðingur, skuldi gera eina umfatandi kanning fyri at vita, hvørjar vinnugreinar, tað kundi verið hóskandi at sett í verk í Suðuroy og so skuldi allir partar binda seg til at stuðla ætlanini. Fyribils er mett, at tað fer at kosta einar 50 milliónir at seta eina slíka ætlan í verk og tað síðsta, sum hev­ ur ligið í kortunum er, at landið skal játta 40 millión­ ir tilsamans tey næstu fimm árini og kommununar skulu játta 10 milliónir. Summi hava hildið, at tað er ikki so átrokandi við eini ætlan fyri Suðuroy, tí har er óvmikið av arbeiði. Hinvegin hava aðrir ført fram, at hóast nóg mikið er av arbeiði, hevur oyggin ein stóran bygnaðarligan trup­ ulleika við tað, at tað eru alt ov fá størv til útbúgvin fólk og tað er hendan trupulleika, sum vakstraravtalan skuldi bøta upp á. Ikki komið úr stað Hóast tað nú eru meiri enn tvey ár síðani, at tankin varð fostraður, er arbeiðið ikki komin nakran veg yvir­ høvur enn, tí tað er langt síðani, at steðgur kom í. Sostatt er onki hent í máli­ num í langa tíð. Tí verður roynt einaferð enn at fáa gongd aftur á mál­ ið og í hesum sambandi var fundur í Tinganesi síðsta mánadag ímillum tær ymsu kommunurnar í Suðuroy og Løgmann umboð fyri Inn­ lendismálaráðið, og har Jóg­ van Mørkøre, samfelagsfrøð­ ingur eisini var til staðar. Á fundinum greiddu allir partar frá málinum. Komm­ unurnar greiddu frá sínum sjónarmiði og samfelags­ frøðingurin greiddi frá, hvat liggur í eini slíkari vakstraravtalu. ­ Á fundinum varð ongin niðurstøða gjørd og vit fingu ongi lyfti heim aftur við okkum. Hinvegin varð semja um, at løgmaður skal nú tosað við landsstýrið og kanna eftir, hvat kann spyrj­ ast burturúr, sigur Eli Fred­ eriksen, borgarstjóri í Pork­ eri, sum hevur verið tals­ maður hjá kommununum í Suðuroy í hesum máli. Sjálvur er hann sera væl nøgdur við fundin. ­ Hetta vísir, at málið er ikki deytt, men at tað verður arbeitt við tí og eg haldi eis­ ini, at tað var gott fyri málið at fáa umboð fyri samgong­ una á tal, leggur hann afturat. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løg­ manni áðrenn blaðið fór til prentingar. Ein roynd afturat at sparka lív í Suðuroy Tað var ein góður fundur, sum tær sjey kommunurnar høvdu við løgmann og nú er ætlanin at kanna møguleikarnar fyri at nakað ítøkiligt skal spyrjast burtur úr. Frá vinstru eru tað Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, Niclas Hentze, borgartstjóri í Sumba, sum heilsar upp á løgmann, Kirstin Strøm Bech borgarstjóri í Vági og Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba Lesarabræv bleiv til fyrispurning Eitt lesarabræv hjá Páll Ismarson Joensen í Sosialinum mánadagin er nú endað sum tingmál. Tórbjørn Jacobsen vil hav Jógvan á Lakjuni at greiða tinginum frá, hví hann í lesarabrævinum verður lagdur undir tilvitað at krógva skjøl fyri løgtinginum í einum ávísum máli. Hann verður eisini lagdur undir at hava lokkað Páll I. Joensen á loynifund á privtaum øki, har eingir embætismenn vóru hjástaddir, har loyniligu skjølini vórðu lisin upp fyri honum. Løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldinum vil eisini hava at vita, hvat tað meinast við, tá sagt verður, at ”landsstýrismaðurin skipar fyri myrka­ spæli og loynifundum av slagnum non existing meeting, sum Páll I. Joen­ sen sigur seg hava upplivað. Vágur nýggja heimasíðu Vágs kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu, sum tey ætla skal stytta fjarstøðuna millum kommununa og borgaran. ­ Nýgg­ ja heimasíðan fer at verða ein av okkara størstu miðlum til at kunna borgaran um, hvat hendir á býráðsborðinum. Umframt at tíðindastubbar um eitthvørt, sum gongur fyri seg í kommununi eisini fara at liggja á forsíðuni, sigur Vágs kommuna í tíðnda­ skrivi. Tað er blivið alsamt meira vanligt, at tú kann avgreiða síni ørindi yvir alnetið, og tí er eisini ein sjálvavgreiðsla gjørd til eitt nú umsóknarbløð, umframt tað, at nógv annað tilfarð er gjørt teldutøkt fyri tey, sum vitja heimasíðuna. Nýggja heimasíðan er at finna á www.vagur.fo