Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 185 - 25. september 2007 tíðindi Eyðfinn Tausen úr Vági hevur búð í Am­erika í m­eiri enn 30 ár. Men hóast hann vitj­ar aftur heim­a í Føroyum­ á hvørj­um­ ári, er hann rættiliga avgj­ørd­ur: Eg kom­i ongantíð aftur til Før­ oya at búgva ÚTISETI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroyingar finnur tú alla­ stað­ni, verð­ur sagt. Og helst man nakað­ vera í hesum. Tá undirritað­i fyrr í mán­ að­inum var í USA og vitjað­i var mær sagt, at ein føroy­ ingur var búsettur í Seattle, og gjørdi tí av at heilsa upp á við­komandi, með­an eg var har. Talan er um Eyð­finn Tau­ sen úr Vági, og vit gjørdu avtalu um at hittast á fiska­ virkinum, har hann starvast sum annar av stjórunum. Virkið­, talan er um, nevnist Select Fish, og varð­ stovnað­ í 1987 av Scott Bar­ ber, sum byrjað­i í bilskúrin­ um við­ einum pick­up last­ bili. ­ Í 1991 kom eg fyrstu ferð­ í samband við­ Scott og byrjað­i sama ár eitt samstarv við­ felagið­. Hetta samstarv helt fram til 1997, tá eg fór í fast starv hjá Select Fish, sigur Eyð­finn Tausen. Í 1999 keypti hann seg so inn í felagið­ sum minniluta­ eigari, men í dag hevur hann selt sín part aftur, og starvast tí sum vanligur stjó­ ri. Men gongdin hevur verið­ góð­ hesi árini, Eyð­finn hev­ ur sitið­ við­ róð­rið­. ­ Afturi í 1997 høvdu vit ein umsetning upp á 2,5 milliónir dollarar. Í dag ligg­ ur hann um tær 30, sigur Eyð­finn Tausen. Hann leggur aftrat, at stó­ ra framgongdin hjá felag­ num hevur gjørt, at tað­ í dag eru tveir stjórar. Sjálvur tekur hann sær av framleið­s­ lu, innkeypi, góð­skustýring og líknandi, með­an ein ann­ ar nú tekur sær av sølu og marknað­arføring burturav. Í uttanríkistænastu Eftir lidna skúlagongd í Før­ oyum fór Eyð­un Tausen nið­­ ur til Danmarkar á kenda Niels Brock skúlan at útbúg­ va seg víð­ari. Hað­ani gekk leið­in aftur til Vágs, har hann gjørdist virkisleið­ari á Polarfrost. Men skjótt dró ferð­ahug­ urin, og í 1975 fekk hann starv hjá danska uttanríkis­ málaráð­num, sum sendi hann vestur um hav. Har før­ di starvið­ hann til New York, New Orleans, Los Angeles og síð­ani norð­ur í kuldan í Alaska. ­ Seattle er ein av heims­ ins størstu fiskaríhavnum, og eg fekk hug at starvast innan hendan ídnað­in aftur. So eg arbeiddi í eina tíð­ fyri týsku fyritøkuna Baader, sum framleið­is framleið­slu­ útgerð­ til fiskiídnað­in, sigur Eyð­un Tausen. Tað­ er first og fremst Alaska sum ger, at Seattle hevur so stóra fiskaríhavn, tí tað­ verð­ur nógv fiskað­ fram við­ Alaskastrondini. Her kann til stuttleika nevnast, at sjónvarpsrásin Discovery sendir eina røð­, sum teir nevna The Dead­ liest Catch, ið­ snýr seg um krabbafiskarar í Berings­ havinum. Hetta eru fyri allarstørsta parting skip úr Seattle, og Eyð­finn sigur, at hann persónliga kennir fleiri av monnunum, ið­ eru við­ í hesum sendingum. Eyð­vitað­ treivst Eyð­finn væl í tí amerikanska, og tað­ var eisini í Los Angeles, at hann hitti komandi konu sína. Hon var kortini ikki amerikanari, men dani og nevnist Ulla. Fyri ein føroying var Los Angeles tó I heitara lagi, og arbeið­ið­ sum Baader umboð­smað­ur gjørdi, at hann var oftani í Alaska, so tey bæð­i gjørdu eitt slag av semju og búsettust mitt ímillum, nevniliga í Seatt­ le. Heima á hvørjum ári Eyð­finn hevur ikki verið­ serliga umgyrdur av føroy­ ingum, síð­ani hann fyri 32 árum síð­ani endað­i í USA. ­ Foreldrini hava einaferð­ verið­ her yviri og vitjað­, og tað­ var í 1979, tá Ulla og eg giftust. Annars siglir yngsti bróð­urin, Kaj, úti, og hann plagdi onkuntíð­ at koma inn í Tacoma í nakrar tímar. Hann hevur verið­ her nakrar ferð­ir, men annars hevur verið­ smáligt við­ vitjan, sigur Eyð­finn Tausen. Men hann trívist væl sum flakavirkisstjóri í Seattle, og er vorð­in ein partur av amerikanska samfelagnum. Hann tosar um baseball, amerikanskan fótbólt og basketball. Hann hevur eitt sesong­atgongumerki til Seahawks, sum er amerik­ anska fótbóltsfelagið­ í býn­ um – sum Microsoft stovn­ arin Paul Allen annars eig­ ur. Og virkið­ gongur sum nevnt væl. Teir framleið­a fyri tað­ mesta laks og kalva á virkinum í Seattle, umframt nakað­ væl av tos­ ki. Hetta eru eisini størstu sølubólkarnir hjá virkinum, sum sendir um alt landið­. Men eisini krabbar og meiri eksotisk fiskasløg sum tun­ fiskur er á vøruskránni. Virksemið­ økist í veru­ leikanum so nógv, at teir í løtuni eru í ferð­ við­ at hygg­ ja seg um eftir størri hølum. Í løtuni arbeið­a 52 fólk á Select Fish. Men með­an veturin gong­ ur sína gongd í Seattle, so er Eyð­finn Tausen at finna í Føroyum á hvørjum ári um Ólavsøkutíð­. Onkuntíð­ er konan við­, onkuntíð­ annar av synunum, men hvørja ferð­ Eyð­finn sjálvur. Ikki, at hansara otium stendur beint fyri durum, men hann er kortini avgjørd­ ur, tá vit spyrja, um hann ætlar sær heim til Føroya at búgva, tá hann leggur frá sær sum flakavirkisstjóri í Seattle. ­ Nei, til Føroya fari eg bara aftur at ferð­ast, slær Eyð­finn Tausen fast. Amerikanskur føroyingur í Seattle Fáa ikki fisk at turka Íslendska fyritøkan Samherji hevur gjørt av at gevast við­ at turka fisk á Hjalteyri. Tí boð­að­i felagið­ frá í gjár. Tað­ merkir tó ikki, at tey, sum hava arbeitt við­ turkingini, missa arbeið­ið­, tí leið­slan hevur funnið­ teimum annað­ arbeið­i í fyritøkuni. Samherji hevur eitt virki í Dalvík, sum turkar høvd, og ætlanin er at turka eitt sindur av fiski har. Leið­slan dylur ikki fyri, at turkingin minkar, tí kvotuskerjingin ger tað­ trupult at fáa nóg nógvan tosk av turka. Havið sum ruskpláss Í Kanada eru talsmenn hjá inuittunum í øð­ini um, at kanadisku myndugleikarnir ætla at loyva sjóverjuni at tveita ymiskt burturkast í havið­, tá skipini eru á eftirlitsferð­ á havleið­unum norð­anfyri. Ætlanin sigur millum annað­, at eru skipini meiri enn 1,25 fjórð­ing úr landi, kunnu tey koyra matleivdir og spillvatn á sjógvin. Men inuittarnir mótmæla. Teir siga, at havið­ er ikki naka ruskpláss og vilja hava myndugleikarnar at taka málið­ uppaftur. Eyðfinn Tausen, stjóri á Select Fish, frammanfyri virkinum í Seatlle, saman við hálvu føroyingunum, Vilmund, Allen og Kathrinu Boggs Mynd: Leo Poulsen