Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 185 - 25. september 2007 Á tíðindafundi í morgun kundi Lena Lindenskov Mohr, blaðstjó­ri á Kvinnu, handa forkvinnuni í Bó­t til Bata, Heidi Hvidbro, ein kekk áljó­ðandi 182.242,30 kró­nur, sum eru kom­ nar inn við sølu av serligu sloyfunum, ið felagið hevur tikið stig til at gera BRÓSTKRABBI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit skilja ikki bróstkrabba og hvat ið orsakar sjúkuna. Tað er ein av niðurstøðun­ um frá tíðindafundi, sum Føroya Felag móti Krabba­ meini helt í Miðlahúsinum í morgun. Formaðurin, Jákup N. Olsen, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari, Margreth Mortensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur og Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til Bata, greiddu frá um bróstkrabba á fundinum. 24 kvinnur fáa staðfest henda serliga formin fyri krabba um árið í Føroyum, og í meðal fær tíggjunda hvør kvinna einaferð í lívinum staðfest herviligu sjúkuna. Tó at kvinnur verða mun­ andi oftari raktar av bróst­ krabba, so er ikki talan um kvinnusjúku burturav. Ein út av hvørjum eitthundrað monnum fáa eisini staðfest sjúkuna. Eisini varð staðfest, at til­ burðirnir eru tvífaldaðir seinastu tjúgu árini. Enn rakar sjúkan mest tilkomnar kvinnur, og tveir triðingar av tilburðunum raka kvinn­ ur yvir 50 ár, men gongdin tykist kortini vera hon, at kvinnurnar gerast altsamt yngri, tá sjúkan rakar. Hinvegin gerast eisini fleiri og fleiri kvinnur frískar eftir at hava fingið staðfest bróstkrabba, og tað skyldast betri og skjótari viðgerð. Pengar til gransking Jansy Gaardlykke greiddi víðari frá, at tá kvinnur fin­ na knútar í bróstunum, er tað tíbetur í flestu forum ikki óndartað, men tá tað hendir, verða kvinnurnar sendar á sjúkrahúsið til mammografi­screeningar. Og millum annað hetta hev­ ur ført til, at deyðstíttleikin er minkaður. Hon vísti annars á, at Hans Pauli Strøm, heilsu­ málaráðharri hevur lovað at seta mammografikanningar í verk fyri allar kvinnur í 2008, nakað, sum Føroya Felag móti Krabbameini fegnast almikið um. Margreth Mortensen greiddi síðani eitt sindur frá mannagongdini, tá kvinnur hava fingið staðfest krabba­ mein. Fyrsta viðgerðin er tá vanliga kirurgisk, og síðani verður viðgjørt við kemo­ terapi ella strálum. Viðgerðin verður altíð gjørd eftir bestu meting læknans og í samráð við ynski kvinnunnar. Ikki fyrr enn í 1992 var gjørligt við kemoviðgerð í Føroyum, undan tí mátti øll viðgerð fara fram í Danmark. Aftur varð undirstrikað, at bæði kanningar og við­ gerðir eru munandi betraðar seinastu árini. Men kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróst­ krabba, ganga til kanningar í tíggju ár. Men hjálp og stuðul finst. Felagið Bót til Bata, sum varð stovnað í 1988, er ætlað kvinnum sum hava ella hava havt bróstkrabba. Og í fjør tók felagið stig til, saman við blaðnum Kvinna, at gera og selja hesar serligu ljósareyðu sloyfurnar, og á tíðindafundinum kundi blað­ stjórin á Kvinnu handa for­ kvinnuni í Bót til Bata heil­ ar 182.242,30 krónur, sum inn vóru komnar við sølu av sloyfuni. Hon fór fram við at ein sloyfa fylgdi við blaðnum, sum í hesum sam­ bandi var 30 krónur dýrari, umframt vanligari sølu. Ein stórur partur av pengunum, 130.000 krónur, eru markaðar til gransking. Men tað ganga helst eini fýra til fimm ár, áðrenn ein slík gransking kann setast í verk reint fíggjarliga. Sloyfur fyri 180.000 Varðhald staðfest Teir fimm menninir, sum vórðu tiknir í Íslandi í sambandi við tað stóra rúsevnamálið, skulu verða verandi í varðhaldinum. Teir fimm vórðu dømdir í varðhald, men skutu avgerðina inn fyri íslendska hægstarætt. Men tað hjálpti ikki. Í gjár staðfesti hægstirættur avgerðina hjá undirrættinum, og sostatt skulu teir fimm fyribils sita í varðhaldi til tann 18. oktober. Ein sætti maður situr í varðhaldi í Føroyum og tveir í Danmark. Motzfeldt leyp framav Grønlendski landstingformaðurin, Jonathan Motzfeldt, noyddist í gjár at biðja tingmannin Jens B. Frederiksen um umbering fyri nøkur orð, sum fullu á einari samkomu í Nuuk seinasta fríggjadag. Á samkomuni fór Motzfeldt yvir til tingmannin hjá Demokratunum og segði sína hjartans hugsan um Demokratarnar og teirra politikk. Jens B. Frederiksen sendi formansskapinum eitt mótmæli, men sigur, at hann góðtekur umberingina. Lena Lindenskov Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, handaði Heidi Hvidbro, forkvinnuni í Bót til Bata, kekkin Mynd: Eydna Skaale Sigrid Rasmussen undirhelt við sangi á tíðnadafundinum Mynd: Álvur Haraldsen