Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 185 - 25. september 2007 Skip og bátar, sum verða nútímansgjørd ella skift út við nýggj fiskifør, gerast meira lønandi enn tey gomlu vóru Danmark Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Føroyum fóru vit á sinni úr eini djúpari studningsgrøv niður í eina aðra grøv, ið er næstan líka so djúp sum hin fyrra. Tað er ikki ”smart” long­ ur í okkara landi við almennum stuðli at eggja til endurnýggjan av okkara fiskiskipaflota, ei heldur at hjálpa eini møguligari alternativari vinnu í gongd. Og kortini skulu vit kapp­ ast ­ ikki á jøvnum føti ­ við okkara grannar, ið veita stórar upphæddir í studning­ um, eisini til vinnuna. Nógvir danskir skipa­og bátaeigarar fáa stuðul til nútímansgerð av fiskiskipa­ flotanum. Danmark og ES kunnu nevniliga veita heilt upp í 40% av íløguni til nútímans­ gerð í stuðli. Tað skrivar Fiskeri Tid­ ende. Danskir skipa­og bátaeigar­ ar skifta út gomlu skipini við nýggjari og betri skip ­ og aðrir lata nýggj skip byggja. Fyrimunirnir við hesum, siga danir eru, at tann part­ urin, sum eftir er av fiski­ skipaflotanum, gerst meira lønandi, tá hann er nú­ tímansgjørdur. Miðalaldurin hjá føroyska fiskiskipaflotanum er høg­ ur, serliga innan ávísar skipabólkar, eitt nú línu­ skipini. Stuðul til skipaíløgur Kinverska lastaskipið Fu Shan Ha, sum sakk út fyri Bornholm fyri fýra árum síðan, lekur framvegis olju. Skipið liggur á 68 metra dýpi. Donsk bløð skriva, at tað er ógjørligt at tøma eitt vrak heilt fyri olju, sum liggur á slíkum dýpi, sum kinverska skipið liggur. Einki verður sagt um, hvørt olja er tikin upp úr skipinum ella ikki, ei heldur, hvat slag av olju tal­ an er um. (-vilmund) Lekur framvegis olju Nøkur donsk skip, sum fiska norðhavssild eystan­ fyri Jan Mayen, landa veið­ ina í Noregi, meðan onnur sigla til Danmarkar og leggja fongin upp har. Fýra nótaskip úr Hirtshals hava seinastu tíðina roynt á leiðunum eystanfyri Jan Mayen. Tað veit norska blaðið Fiskaren at siga. Meðan Isafold og Baunir landa sildina í Noregi, hevur Strømnes valt at føra veiðina heim til Hirtshals. Sum skilst, hevði Strøm­ nes umrødda túr 600 tons. Sambært Fiskaren, kunnu donsk skip fiska tilsamans 28.000 tons av norðhavssild á hesum leiðum. (-vilmund) Fiska við Jan Mayen Skulu vit trúgva dønum, er tað ikki bara sum at siga tað at taka olju upp úr skipsvrakum Danmark og ES veita upp í 40% í stuðli til útskifting ella nýbygging av danska fiskiskipaflotanum Strømnes førir norðhavssildina til virkingar í Hirtshals, haðani hendan myndin er Trygdarhegn í Tjørnuvík Landsverk fer nú undir at seta trygdarhegn upp oman fyri vegin í Tjørnuvík. Hegnið skal forða fyri skalva­ og skriðulopi, og at grót kemur oman á vegin. Í hesum sambandi hevur stovnurin fingið fýra norskir serfrøðingar, sum eru serkønir á økinum, hendanvegin. Hegnið er 220 metrar langt, fýra metrar høgt og verður sett upp10 metrar oman fyri vegin. Arbeiðið byrjar í hesari vikuni og fer ætlandi at taka umleið ein mánað. Hetta fer at darva ferðsluni á tjørnuvíkarvegnum eitt sindur, og tí verður neyðugt at steingja vegin. Ferðslan sleppur tó ígjøgnum í sambandi við bussleiðina, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi. Á Havsbrún vænta tey ikki somu nøgdirnar av ráfiski í ár, sum virkið fekk seinasta ár. Orsøkin er, at avtalan um sildina ber við sær, at føroysku sildaskipini leggja ein stóran part av veiðini upp til matna í Noregi Havsbrún Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í fjør keypti Havsbrún í Fuglafirði tilsamans 305.000 tons av ráfiski. Í ár eru rávøruútlitini ikki eins góð, og á virkinum vænta tey, at knógvar virkið tey 250.000 tonsini, tá árið er umliðið, so verður tað alt. Tað, sum ger munin á ráfiskanøgdini í ár og í fjør, er sildin. Landa í Noregi Avtalan um sildina førir við sær, at landingarbannið, sum norðmenn hava havt á sild, er burtur, og í ár kunnu føroysk skip eisini fiska ein part av føroysku kvotuni í norskum sjógvi. ­ Sjálvandi er tað gott fyri skipini, at tey kunnu landa sildina til matna fyri ein munandi betri prís, enn prísurin er til ídnað. Hetta er ein partur av eini gongd, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún. Hann vísir á, at í fjør keypti Havsbrún millum 55.000 og 60.000 tons av sild tilsamans, men samlaða nøgdin av sild higartil í ár er bert 12.000 tons. ­ Soleiðis koma vit ikki at keypa helmingin av sild­ ini í ár, sum vit keyptu í fjør, leggur hann aftrat. Í august í ár keypti Havs­ brún umleið 5.000 tons av sild, men síðan hava skipini fiskað so norðarliga, at øll sildin er seld norskum virkjum til matna. Sein sild í ár ­ Sildin byrjaði lutfalsliga seint í ár og í juli, tá sildin var nærri okkara leiðum, keyptu vit smá 7.000 tons. Í fjør keyptu vit fyrstu nøgd­ ina frá Atlantsfarinum longu 11. mai. Hartvig vísir á, at við tað, at eingi føroysk skip heldur landa til matna í Kollafiðri, dettur einki á Havsbrún heldur. Havsbrún hels G! í svárari kreppu Framtíðarútlitini hjá G! Festivalinum eru ikki góð. Inntøkur og útreiðslur av ársins festivali hava ikki hingið saman, og Jón Tyril sigur við Dimmalætting og sjónvarpið, at síðsti G! Festivalurin møguliga hevur verið. ­ Enn er roknskapurin ikki liðugur, og havi eg ikki hug at siga nakað um talið, fyrr enn øll tølini eru avstemmað. Men tað sær ikki pent út. Tá fullfíggjaði roknskapurin fyriliggur, fara vit at tosa um, hvat skal gerast, sigur Jón Tyril.