týsdagur 25. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 185 - 25. september 2007
Í Bretlandi vænta
fiskaframleiðarar, at
munn-og kleyvsóttin
í Suðuronglandi fer at
veksa um eftirspurn-
ingin eftir fiskavørum
Bretland
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at munn-og kleyvsótt
er staðfest í Suðuronglandi,
eru kjøtprísirnir í Bretlandi
hækkaðir, tí minni kjøt er á
marknaðinum.
Sea Fish Industry væntar,
at hækkaðu kjøtprísirnir
fara at føra til øktan eftir-
spurning eftir fiskavørum.
Kostnaðurin av fóðuri hjá
bretsku bøndrunum er næst-
an tvífaldaður, nú færri neyt
verða slaktað og fleiri kría-
túr eru at fóðra.
Umstøðurnar gera, at kjøt-
prísurin økist.
Herfyri varð flutnings-
bannið av kjøtið tó tikið av
aftur, og bretsku bøndurnir
sleppa aftur at framleiða
kjøt.
Men
spurningurin
er,
hvat umheimurin sigur, og
nær hann kennur seg trygg-
an við at keypa kjøtvørur
aftur úr Bretlandi.
Ein annar spurningur er,
hvussu gongdin verður í
nærmastu framtíð.
Tá fáa kríatúr verða slakt-
að, minkar útboðið, og prís-
irir fara upp. Hinvegin er
spurningurin, um útboðið í
Bretlandi ikki kann fara at
veksa, um umheimurin aftr-
ar seg við at keypa neytakjøt
úr Bretlandi.
Men, sum støðan er í løt-
uni, vænta bretskir fiska-
framleiðarar, at eftirspurn-
ingurin eftir fiskavørum fer
at veksa, tí kjøtprísirnir eru
hækkaðir, nú útboðið hevur
verið minni enn eftirspurn-
ingurin.
Økir eftirspurningin eftir fiski
Bretskir fiskaframleiðarar
vænta, at eftirspurningurin
eftir fiskavørum fer at veksa,
nú útboðið av neytakjøti er
minni, og prísirnir eru høgir
Leita eftir sjáldsomum fuglum
»Operation Færøerne« er í gongd. Talan er um eitt tiltak, har áhugaði fara
at nýta komandi dagarnar fara at hyggja eftir fugli runt oyggjarnar. Flestu
luttakararnir eru úr úr Danmark og komu við Norrönu í gjár. Tó so, onkur
føroyingur eisini við. Ætlanin við tiltakinum er at síggja sjáldsom
fuglasløg, sum roknað verður við eru í landinum fyri tíðina, skrivar
FaroeNature.fo. Ein lítlan tíma eftir at luttakararnir vóru komnir í land
varð fyrsta sjáldsama slagið funnið. Fyri fyrstu ferð varð ein mýrierla
»Motacilla citreola« sædd í Føroyum. Hetta var við tyrlupallin við
Landssjúkrahúsið.
- Heystið skuldi verið
besta tíð hjá virkinum í
Kollafirði, men nú sildin
stendur norðarliga, endar
lastirnar í Noregi.
Hann sigur, at tá ið fleiri
sildalandingar eru til matna
í Føroyum, dettur ein partur,
sum ikki kann fara til
matna, av í Fuglafirði.
- Men við sildaavtaluni er
alt mynstrið í heyst broytt,
leggur hann aftrat.
Hartvig sigur, at sjálvandi
gevur nýggja sildaavtalan
skipum og manningum góð-
ar inntøkur, og tað er eitt
kupp fyri teir.
- Sambært norskum fjøl-
miðlum sleppa fýra norsk
virkir at selja sildavørur til
Ruslands, men tað eru fleiri
enn hesi fýra virkini í Nor-
egi, sum keypa og virka sild.
Í fjølmiðlunum skilst eisini,
at kappingin í Noregi um
sildina hevur verið hørð.
Hetta hevur hildið prísunum
uppi, men hugsandi er, at
hetta
samstundis
hevur
gingið eitt sindur útyvir
avkastið hjá virkjunum.
Hartvig sigur, at tað, sum
tey á Havsbrún nú vóna, er,
at føroysku skipini fara á
svartkjaftaveiði aftur í nov-
ember og desember, so
virkið tá kann fáa nakað av
ráfiski aftrat.
- Síðan byrjar tann góða
svartkjaftavertíðin aftur um
hálvan januar, og hetta er
vanliga besta tíðin hjá okk-
um, sigur hann.
Seinastu svartkjaftalast-
ina keypti Havsbrún í juli.
Hetta var smá 200 tons,
sum Carlton legði upp í
Fuglafirði.
Alternativ veiða
- Nú teir eru lidnir á sildini,
hevur Carlton aftur verið
úti og gjørt eina roynd eftir
prikkafiski, men hendan
royndin gav einki.
Hartvig sigur seg fegnast
um, at alternativar royndir
verða gjørdar, nú ráfiskaút-
litini eru versnandi.
- Eitt er, at vit kunnu
vænta at fáa minni sild um
heystarnar, og annað er, at
svartkjaftakvotan
ætlandi
skal minka tey næstu árini.
Hetta ger, at alternativ eru
kærkomin og ein av møgu-
leikunum, ið vit vóna, at
meira verður gjørt við, er
royndin eftir prikkafiski.
Hann sigur, at teir á Carl-
ton áður hava sæð skriftir í
sjónum, sum ikki eru fingnar
í trolið, og tí høvdu teir eitt
serligt trol við hesaferð.
- Men nú sóu teir ikki
skriftina, ið teir vónaðu at
síggja á hesum túrinum,
sigur Hartvig Joensen á
Havsbrún.
Í gjárkvøldið var grøn-
lendski báturin, Erika á
Fuglafirði við sløkum 400
tonsum av sild. Teir skuldu
higar til lands eftir einum
troli, og tí løgdu teir veiðina
upp í Fuglafirði.
st 50.000 tons færri í ár
- Eitt er, at vit kunnu vænta at fáa minni sild um
heystarnar, og annað er, at svartkjaftakvotan ætlandi
skal minka tey næstu árini. Hetta ger, at alternativ
eru kærkomin og ein av møguleikunum, ið vit vóna,
at meira verður gjørt við, er royndin eftir prikkafiski,
sigur Hartvig Joensen á Havsbrún
Porkeri fær viðarlund
Kommunan í Porkeri er farin undir arbeiðið at gera
eina viðarlund. Ætlanin er at fáa eina viðarlund
vesturi í Mýridalinum. Kommunan hevur søkt um
stuðul til endamálið, og arbeiðið at drena og fríðka
økið er byrjað. Børnini eru við í verkætlanini, og í
summar hava øll skúlabørn og dagrøktarbørni í
Porkeri plantað trø við ánna niðri í bygdini.
Umframt hetta hevur kommunan breiðkað
Bakkavegin, skrivar Suðuroyarportalurin.