týsdagur 25. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 25. september 2007
Sosialurin
Vaktarskifti á
Jarðfeingi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Hóast verandi stjórin ”bara” fer í farloyvi í tvey
ár, so er tað kortini rættiliga týdningarmikið,
hvør situr við róðrið á Jarðfeingi, sum er ein av
okkara almennu stovnum, ið fer at fáa størri
og størri samfelagsligan týdning komandi árini.
Bæði tí at hesin stovnurin stendur á odda fyri
oljuleitingini og ikki minst tí hann hevur týðandi
uppgávur á orkuøkinum í framtíðini. Vit fara tí
at hoyra meira og meira til og frá hesum stovni
komandi ári.
Tí er tað eisini áhugavert at vita, hvat íkast
komandi oddamaðurin á Jarðfeingi fer at koma
við, hvat hann stendur fyri og hvørjar møguligar
broytingar hann fer at gera. Í samrøðu við blaðið
í dag kemur Petur Joensen, sum fer at loysa
Sigurð í Jákupsstovu av tann 1. november, við
nøkrum sera áhugaverdum hugleiðingum, ið eru
verdar at taka upp eitt nú á hesum stað.
Higartil hevur øll oljutilgongdin mest snúð seg
um tøkni, seismikk, boring ol. Einki løgið í tí,
tí oljan skal jú finnast, áðrenn vit kunnu gera
okkum tankar um...! Ja her er nettupp poingið
hjá avloysaranum, at vit longu nú, hóast eingin
olja er funnin, eiga at hugsa um avleiðingarnar
gera vit eitt ella fleiri oljufund. Higartil hevur
annars verið ført fram av teimum flestu, sum
fáast við oljuleiting, at góð tíð er til at hugsa um
hetta. Latið okkum fyrst finna oljuna. So kunnu
vit fara at tosa um, hvørja ávirkan hon kann hava
á samfelagið og hvussu vit tá fyrihalda okkum til
nýggju avbjóðingarnar.
Helst er rætt, at vit eiga ikki at venda samfelagið
á annan enda longu nú fyri at leggja upp fyri
møguligum kolveltandi avbjóðingum frá stórum
oljufundum. Tí tað ganga í minsta lagi eini fimm
ár frá at eitt fund er gjørt, til olja flýtur. Men tað
er eisini greitt, at í sjálvari útbyggingarfasuni
verður sera stórt virksemi.
Tí taka vit undir við Peturi Joensen, tá hesin
sigur, at vit longu nú eiga at gera okkum
greitt, hvussu eitt ella fleiri oljufund kunnu
ávirka samfelagið. Lat okkum taka hesi orð
hansara til okkum, bæði politikarar, býar- og
landsplanleggjarar og onnur við. Eitt nú hava
hagtøl stóran týdning í so máta fyri bara at
nevna eitt øki, sum eigur at vera væl fyri sum
tænastuveitari fram til eina oljuvinnu. Her er
vissuliga nógv at tríva í.
Vit ynskja verandi stjóra góða eydnu í Íslandi og
avloysaranum góðan byrð og eydnu til við sínum
skilagóða íkasti til henda so týðandi stovn.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fjølmiðlanevndin hevur nú
gjørt úrskurð í eini kæru
um tíðindainnslagið í Degi
og Viku 15. juni 2007, har
Dagur og Vika kom við
sera grovum skuldsetingum
móti tekniska stjóranum
hjá Tórshavnar kommunu.
Fjølmiðlanevndin stað
festir, at Kringvarpið í
fleiri førum fremur brot á
góðan fjølmiðlasið, og
niðurstøðurnar hjá nevnd
ini avdúkað ein skelkandi
hugburð, har talan er um:
• reingjan av veruligum
umstøðum
• nýtsla av skjølum til at
geva ábendingar um
óreglusemi, á ein hátt
sum onki grundarlag var
fyri
• at sera týðandi upp
lýsingar, sum ikki styðja
uppundir tíðindavinkulin
hjá Degi og Viku, vóru
tagdir burtur
• at Dagur og Vika segði
ósatt um, at tekniski
stjórin ikki hevði
viðmerkingar til
Sjónvarpið
• at fleiri faktuellir feilir
vóru í innslagnum
• at Dagur og Vika dróg
óviðkomandi persónar
uppí sítt innslag
Harumframt hevur Fjøl
miðlanevndin víst á, at
rættingin hjá Degi og Viku
25. juni 2007 var ikki nøkt
andi, og fær Kringvarpið
átalu fyri hetta
Fjølmiðlanevndin kemur
til tí niðurstøðu, at grund
arlag er fyri at finnast at
Kringvarpinum, av tí at
fleiri faktiskir upplýsingar
eru skeivir í innslagnum í
Degi og Viku. Harumframt
metir Fjølmiðlanevndin at
Kringvarpið gevur eina
misvísandi mynd av
gongdini í málinum við at
lata vera við at nevna
upplýsingar, sum nevndin
metir Kringvarpið hava í
hendi, og sum kundu sett
søguna í eitt annað ljós, og
hetta átalar
Fjølmiðlanevndin, og
áleggur at enda Kringvarp
inum at almannakunngera
sína úrskurð í eini Degi og
Viku sending.
Trúvirði hjá Degi og Viku
fingið eitt skot
fyri bógvin
Kærararnir hava fingið
viðhald í, at Dagur og Vika
hevur ”fabrikerað” eina
søgu sum tað ikki var
grundarlag fyri, og teir eru
tí sjálvandi nøgdir við av
gerðina hjá Fjølmiðla
nevndini. Samstundis
staðfesta kærararnir, at
feilirnir hjá Kringvarpinum
eru so álvarsligir, at trú
virði á Degi og Viku stend
ur upp á spæl. Kærararnir
eru tí av tí áskoðan, at
Kringvarpsleiðslan kann tí
neyvan gera annað enn at
fylgja málinum upp við
eini kanning av leiklutinum
hjá tíðindakvinnuni, ið
gjørdi innslagið, hjá redak
tørinum og ikki minst hjá
leiðsluni á Tíðindadeildini
í Sjónvarpinum, tí kærar
arnir eru av tí áskoðan, at
hetta mál í veruleikanum
eisini avdúkar ein púra
skeivan hugburð hjá
leiðsluni á Tíðindadeildini.
Kringvarpsleiðslan má
síðani eisini taka avleið
ingarnar av eini slíkari
kanning, og fremja tær
broytingar sum neyðugar
eru, fyri at trúvirði hjá
Degi og Viku kann endur
skapast
Tíðindadeildin hjá Sjón
varpinum má eisini nú
síggja í eyguni, at gott og
proffessionelt journalistiskt
og redaktionelt arbeiði er
ikki bert at verða kritiskur.
Tað er eisini neyðugt at
verða sjálvkritiskur.
Tórshavn 24. sept. 2007
Notat:
Fjølmiðlanevndin átalar Kringvarpið
JÁKUP EgHoLM
HANSEN
Áhugin fyri Clintonvitjan
ini er stórur, bæði her heima
og uttanlands. Og longu í
dag
koma
tey
fyrstu
útlendsku tíðindafólkini við
Atlantsflogi úr Aberdeen
Millum teirra, sum fara
at fylgja Clinton í Føroyum,
eru tær tvær stóru altjóða
tíðindastovurnar
AP
og
AFP. Eisini Sky News koma
til Føroyar, umframt fleiri
skrivandi journalistar og
ein útvarpsjournalistur frá
BBC World.
Hóast gott 500 fólk verða
í Norðurlandahúsinum til
fyrilestrarnar
hjá
Bill
Clinton og Hans Blix, fáa
bert eini 50 høvi at heilsa
upp á fyrrverandi forsetan.
Hesi eru umboð fyri tey
virkini, sum Føroya Arbeiðs
gevarafelag
hevur
sam
starvað við fyri at fáa Bill
Clinton til Føroyar.
Nú er bert ein vika til
fyrrverandi amerikanski for
setin Bill Clinton kemur til
Føroyar. Við sær á ferðini,
hevur hann, Hans Blix sum
av álvara gjørdist kendur, tá
ið hann var leiðari hjá ST
vápnaeftirlitsfólkunum und
an Irak krígnum.
Teir báðir fara at halda
fyrilestur á Vinnuráðstevn
uni í Norðurlandahúsinum,
sum Vinnuhúsið skipar fyri
1. oktober.
Stórur áhugi fyri
Clinton á Føroya vitjan