Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 25. september 2007 13 viðmerkingar Tjóðveldið eigur størsta útreiðslu­ vøkstur í Føroya søgu Høgni Hoydal: 335 milli­ ónir størsti útreiðslu­ vøkstur í Føroya søgu! 23. september 2007 sigur Høgni Hoydal, at 335 milliónir er størsti útreiðsluvøkstur nakran­ tíð í Føroya søgu. Hetta er ikki rætt. Størsti einstaki vøksturin var í 2001/2002, tá átti Tjóðveldið fíggjarmála­ ráðharran, tá vaks fíggjarlógin við 361 milliónum krónum. Eisini skal eg upplýsa Høgna Hoydal um, at tykkara samgonga 1998/2003 vaks fíggjar­ lógina frá 2428 milli­ ónum til 3454 milliónir, hetta er ein vøkstur uppá 1026 mill. ella 42,2% , tað vil eg halda er verðins­rekord! So harra hoydal, tá tú sleingir um teg við tølum, so lat eitt sindur av skili vera í, ikki sannheit? 1. Minnist hetta eru nógv ár síðan, at eg kom at hoyra tveir gamlar útróðrar­ menn hittast, annar kom við skríninum undir arminum, hin kom út á trappuna at forvitnast hvussu dagurin vignaðist. Har stóðu teir, annar á trappuni hin í túninum, tvær havsins kempur. Hendurnar sum pottalok, og rakdropin hekk úr nøsuni. Maðurin á trappuni spurdi, hvar hin hevði ver­ ið, men hann visti betur. Maðurin í túninum svarar, hvar teir royndu, tá sigur maðurin á trappuni, sum so sannuliga visti hvat hann tosaði um. Nú góðin leyg tú aftur við óvart, men eingin ósemja stóðst av hesum. 2. Eg kundi hugsað mær at spurt, uttan at vera for­ nermaður, eru tíðindafólk komin í ta støðu, at tey lúgva av óvart ella við vilja. Sjálvur meti eg, at tann sum fær ta triðju statsmaktina í móti sær, hann er illa stæddur ella hvat?! Eg haldi meg vera alvorliga órættaðan av bløðunum nú um dagarnar. 3. Ein skrivar, at Gerhard Lognberg hevur snýtt við telduskipanini. Hetta er beinleiðis lygusøgur frá blaðmanninum fyri at niðurgera meg. Nei Gerhard hevur á ongan hátt forbrotið seg í hesum samanhangi, lúgva blaðmennirnir við óvart, og hvat stendir eftir hjá lesar­ anum, Gerhard sum for­ brydarin og blaðmaðurin við eini søgu. Ongan týdn­ ing fyri blaðmannin, um tað er lygn ella sannleiki. 4. Guðhjálpi mær, um ein ikki er frammi aftur og tekur kvørkratak á Ger­ hard. Hann byrjar at skriva um tíðina hjá tingmonn­ unum, síðan tingið byrjaði aftur, tað er absolut einki galið í tí at fylgja við í tinginum, men hvat byrjar hann alt við. Gerhard Lognberg løg­ tingsmaður fyri Sandoyar sýslu hevur verið 0 minuttir og 0 sekund á ting­ sins røðarapalli. Men so heldur hann helst, at hetta var ov groft, so hann skrivar víðari, at sannlíkt er hetta helst ein feilur er í telduskipanini. Longri inni í greinini sigur hann ella vísur hann á, hvat eg havi tosað um á tingið, altso á tingsins røðarapalli, hví so byrja við, at eg hevði tosað í 0 minuttir og 0 sekund. Síðan verður víst á aðrari síðu, hvat talutíð eg havið havt. Var byrjanin ein lygn við óvart? 5. Tað man neyvan vera dagur í tinginum, at Ger­ hard ikki er eina ella fleiri ferð á tingsins røðarapalli. So kann ein og hvør meta um, hvat dugur er í tí, sum sagt verður. Ella hvat er meiningin, kanska at pilka sjálvsvirðingina úr ávísum persónum. Eg veit væl, at hesi blað­ fólk skulu hava breyð á borðið hvønn dag, men vælsignaðir roynið at lata tað vera so nøkunlunda rættvíst, sum tit servera lesarunum, tí so sanniliga kunnu vit ikki vera tykkum fyri uttan, tí tit gera hóast alt eitt gott arbeiði. Men ein verð er uttan fyri eingjagarðarnar í Havn, so tað er ikki bara uttan fyri tinghúsið, tíðindi finnast og harvið jarðleggja summar politikkarar sum kanska ikki eru í krithúsi hjá miðlunum. Nú hetta valskeiðið er um at verða úti, er tað próv­ fast, at innlimingarætlanin hjá Javnaðarflokkinum er komin væl áleiðis við góðari hjálp frá m.ø. Fólka­ flokkinum, sum sigur seg vera loysingarflokk. Men sum hevur svølgt øllum, sum danskt er hesi seinastu fýra árini Tað, sum nú er eftir hjá hesum danska tjóðskapar­ flokki í Føroyum, er, at teir fáa tað føroyska fólkið á einari atkvøðu at staðfesta eina orðing um, at Føroyar eru partur av Danmark. Tá tað er hent, sum Javnaðar­ flokkurin droymir um skal henda, hevur flokkurin rokkið sínum endamálið um at gera Føroyar til ein danska landslut til ævigar tíðir, og sum ger enda á øllum fullveldisstríði í Føroyum. Men eg kann upplýsa øllum føroyingum, at tað fer ongantíð at henda, orsakað av at sjálv­ stýrisneistin hjá fólkinum er so mikið sterkur, at hvørki danska stjórnin ella hennara fylgisneytar í Føroyum megna at bróta hurðina til tað innasta hjartakamarið. Til tað er hon alt ov sterk. Sjálvt ein mokari fer ongantíð at megna at bróta hesa hurðina. Tíbetur fyri tjóð okkara. Síðani hetta sambands­ landsstýrið tók við í 2004, er eingin ivi um, at tað danska statsvaldið hevur fingið ræðið yvir Føroyum. Vit kunnu fyrst nevna hernaðarmálið, sum Dan­ mark fekk í gávu frá lands­ stýrinum, so at teir nú hava fult ræði á økinum. Síðani hevur gongdin verið eyðsýnd, at lands­ stýrið hevur bakkað eftir hæli fyri donsku stjórnini alt hetta valskeiðið. Og tann størsta vanlukk­ an fyri Føroyar í hesum val­ skeiðnum er, at løgmaður, sum er reindyrkaður dansk­ ur tjóðskaparmaður, sat á Christiansborg og tók undir við tí, sum danska stjórnin samtykti. 25. apríl kom veruliga til sjóndar, hvørjum leiri javnaðarmenn eru í, tá tað kemur til tjóðskap, tá ein løgtingsmaður og ein av størstu Dannebrogsfjepp­ arunum í Føroyum, helt flaggrøðu á Eiði. Hann segði m.a. at tað gjørdi einki, um føroyingar ikki sluppu at flagga við Merkinum alla staðni. T.v.s. at hann hálovaði Dannebrog upp um skýggja. Eisini segði Andrias Petersen, at vit sluppu allastaðni uttan spyrja nakran eftir. Altso, álvaratos, hvar sleppa vit uttan at spyrja nakran eftir, Norður­ landaráðið, EFTA, IWC, IOC, IAAF, EAAF, altjóða róðrarsambandið, altjóða súkklusambandið, altjóða fimleikasambandið. Hetta eru bara nøkur dømir. Eisini segði hann, at framgongdin í Føroyum var ikki skapt her heima, tí framgongdin kom uttan­ ífrá. T.v.s. at framgongdin stavar frá donskum blokki og ikki frá teimum virðum, sum hettar fólkið, sum her býr, skapar hvønn dag. Ikki so løgið, tí sbrt. Javnaðarflokkinum og oddvita floksins skal eingin arbeiðari vera í Føroyum eftir 2015, tí tá skulu vit einans liva av kunstigum pengum úr Danmark. So samanumtikið kann man staðfesta, at flagg­ røðan hjá Javnaðarflokk­ inum hevði stórar trupul­ leikar av, at vit hava egið flagg. Tað er ikki so løgið. Tí stóð til hendan danska tjóðskaparmann og flokk hansara, høvdu vit flaggað við tveimum fløggum á Føroyingar fara neyvan nakrantíð at gerast ES borg­ arar – tí er ríkisfelagsskap­ urin okkara portur til Evropa. Tjóðveldisflokkurin skifti fyri kortum ham og stytti seg sjálvan til bara Tjóðveldi – eitt sera vakurt navn. Samstundis vóru orðini loysing og fullveldi strik­ aði, sum fremstu mál flokksins og onnur meira tíðarhóskandi orð vóru sett í staðin – “altjóða sam­ starv” – “full ábyrgd” ­ “veruligt frælsi”. Elsta politiska rørslan í Føroyum – Sambands­ flokkurin – hevur í meira enn eina øld víst á ríkis­ felagskapin, sum sterkasta amboðið fyri framtíðar menning av hesum sam­ felagnum – men hondina á hjarta – sjálvt sambands­ fólk fóru at ivast tá banka­ kreppan leikaði harðast á fyrst í 90 unum. Tað at vit komu heilskap­ aði undan bankakreppuni var fyrst og fremst okkum sjálvum fyri at takka – men tað var eisini ein hjálp at danska stjórnin til endans livdi upp til sína ábyrgd. Og ikki at gloyma tey mongu sum stóðu við ongum í Føroyum ­ men funnu sær livilíkindi og eina framtíð í Danmark. Føroyingar og ES Kjakið um føroyar og ES er vorið alt meira sjónligt, og eitt nú hevur føroyska vinnulívið ferð eftir ferð víst á at stórar forðingar liggja í tí skipan vit hava í dag har Føroyar ikki eru partur av ES samveldinum. Men soleingi fiskivinnan verður okkara høvuðsvinna er tað neyvan nakar sum trýr uppá, at føroyingar nakrantíð fara, at atkvøða fyri at gerast ES borgarar – tí eru Føroyar lítlubeiggi í ríkisfelagsskapinum – so eru vit pinka­lítlir í ES høpið. Løgmaður og aðrir loysingarmenn hava víst á, at Føroyar ikki eiga at gerast limir í ES fyrr enn Føroyar gerast fullveldi. Høvuðsorðsøkin skal vera, at um Føroyar gerast limir í ES, sum partur av Danmark – so fáa vit als onga ávirkan á politikkin, sum verður førdur út frá Bruxell. Men spurningurin er um Føroyar, sum fullveldi høvdu fingið meiri ávirkan – tí hóast vit kanska høvdu fingið ein ES tinglim, so hevði ávirkan okkara á eitt nú fiskivinnupolitikkin hjá ES verið minimál – um før­ oyska røddin yvir høvður hevði gjørt seg galdandi. Niðurstøðan er at líkamikið fullveldið ella ikki, so sleppur føroyska vinnulívið neyvan nakran­ tíð at gerast partur av innara marknaðinum í ES. Ríkisfelagsskapurin 2007 og fram í næstu øld Tað er eingin føroyskur politikari, sum í dag ikki hevur, sum mál at Føroyar skulu gerast fult sjálv­ bjargnar og til tess fáa vit vónandi ein einastandandi møguleika um ein nýggj oljuvinna tekur seg upp. Ríkisfelagskapurin hevur tí fingið ein nýggjan møguleika – eisini í framtíðini at verða portur føroyinga inn í Evropa. Føroyingar hava í dag ávirkan á danskan politikki tóat hendan ávirkan ikki altíð er so stór, sum vit kundu ynskt okkum, men hesa ávirkan eiga vit at brúka munandi meira fyri at føroyska samfelagið kann fáa betri atgongd til ES. Ríkisfelagsskapurin verður tí borgan fyri altjóða samstarvið, fullari ábyrgd og veruligum frælsi – sum tað so flott eitur á heimasíðuna hjá Tjóðveldinum – nú teir endiliga stigu inn í nýggju øldina. Mítt føðiland tað er ei stórt Sum onnur lond, Men so væl hevur Gud tað gjørt Við síni hond, At alla tíð tað til sín dregur Hjarta mítt; Tí rúm tað best í Føroyum hevur At sláa frítt. Gud signi mítt føðiland Føroyar. Soleiðis yrkti fyrsti for­ maður Sambandsflokksins Fríðrikkur Petersen langt áðrenn nakað tjóðveldið ella loysing vóru upp­ funnin og ynski mítt er at okkara fólkavaldu síggja teir møguleikar ­ sum hetta samfelagið í dag hevur og duga at brúka teir fult út. Nú leyg tú aftur við óvart Løgtingsmaður Gerhard LoGnberG Formaður í Norðoya Sambandsfelag John WiLLiam Joensen Ríkisfelagsskapurin er framtíð Føroya Javnaðarflokkurin droymir um at lima Føroyar inn í Danmark Framhald á næstu síðu JørGin evaLd soLmundi Miðvágur erLinG simonsen