týsdagur 25. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 185 - 25. september 2007
nøvn
Eldri ein gerst, tess oftari frættist um góðar
vinir sum fara. Margretha var ein av teim
um. Hon var ein býarmynd í Havn. Víst er
tað nakað síðani, at vit hittust, men tað
kundi vera av tilvild.
Men hendan dagin hoyrist andlátið av
Margrethu í útvarpinum. Og kundi tað
veruliga passa, at hon var 85 ár? Hon sum
altíð virkaði so røsk og ung í sinni. Jú, hon
hevði fingið eitt strik á ólavsøku og kom
ikki fyri seg aftur.
Margretha hevur eitt serligt pláss í
mínum minni, og hetta gongur meira enn
50 ár aftur í tíðini.
Mamma mín, Lisa hjá Pola í Havn,
arbeiddi í sínum ungu døgum í bókahandl
inum hjá Hjalmari. Her kom mamma eisini
at kenna Margrethu, sum var 11 ár yngri,
og tær gjørdust væl longu tá. Mamma fór
niður til Danmarkar í 1938, giftist, fekk
børn og flutti til Gøtu í 1950.
Men hóast hesa longu fráveru var hon
ikki gloymd av teimum hjá Hjalmari. Hetta
kom eg eisini at merkja. Einaferð eg kom
til Havnar, kom eg inn í bókhandilin hjá
Hjalmari, helst saman við mammu. Hetta
var í 1955, beint tá ið 150 ár vóru liðin,
síðan H. C. Andersen var føddur. Tað var
nógv gjørt burtur úr hesum og millum ann
að vóru gjørdir pennar við figurum av per
sónum í ævintýrunum, sum vóru fest í
endanum á pennunum. Hetta var ein tíð, tá
ið børn ikki vóru so forvand sum í dag, og
ráð vóru ikki til at nýta pening til ”fjas”.
Men Margretha forerdi mær ein slíkan
penn, sum tey høvdu til sølu. Kanska hevur
Margretha ikki hugsað so nógv um tað,
men fyri hendan bygdadrongin var hetta
ein gáva, sum var nógv meira verd enn nak
að, og hetta minnist eg framvegis Margrethu
so langa tíð aftaná. Men hetta var eisini
eyðkent fyri lyndið á Margrethu, og tí vóru
so nógv góð við hana.
Pápi Margrethu var Hjalmar Jacobsen,
Hjalmar hjá Bøkjaranum, føddur í 1889.
Ein beiggi var M. A. Jacobsen, sum millum
annað er kendur frá teirri heiðursløn, sum
ber hansara navn. Hjalmar fór ungur niður
at læra til bókabindara, og har hitti hann
Elspu Mariu, sum var úr bygdini Elmelund
suðuri á Sjællandi. Elmelund gjørdist eisini
millumnavn hjá Margrethu.
Tey giftast og koma aftur til Føroyar.
Hjalmar byrjar bókabindarí í 1911 á Húsa
garði. Í 1918 flytir hann niðan í Niels Fin
sensgøtu, og hann opnar bókahandil her
sama dag sum H. N. Jacobsens bókahandil
opnaði í gamla realskúla á Vaglinum.
Í 1927 verður bókhandilin hjá Hjalmari
fluttur hagar, sum hann er nú. Tað vil siga,
at einaferð varð hann fluttur nakrar metr ar.
Hann lá í vegin, tá ið Bøkjarabrekka varð
gjørd, og tá varð húsið flutt eitt hanagleiv
hagar, tað er nú.
Her er talan um nærum eina øld, at
Hjalmar Jacobsens Bókahandil hevur verið
ein partur av handilslívinum í Havn. Kann
nevna, at eg sat saman við Halgir W Poulsen
til jarðarferðina. Hann minnist, tá ið hann
sum drongur saman við pápanum plagdi at
koma úr Skopun til Havnar. Ein fastur táttur
í vitjanini var at fara inn til Hjalmar Jacob
sen. Bert tað at kunna ganga runt í handlinum
og hyggja at bókum var ein heilur
ævintýrheimur hjá honum, og mong onnur
munnu hava havt tað á sama hátt.
Hjalmar og Elspa Maria fingu ikki fleiri
børn enn Margrethu. Men sum stór smá
genta fær hon eina fostursystir. Hetta er
Ingibjørg, systkinabarn hennara. Pápi henn
ara Zakaris var beiggi Hjalmar. Mamman,
Inga, var deyð, og tí kom Ingibjørg at vera
hjá teimum. Tað man vera sjáldan, at nakar
hevur sæð so góðar systrar, sum tær báðar.
Tær arbeiddu saman, og sást onnur teirra í
býnum sást hin eisini.
Margretha giftist við Mortan Petersen,
sum var úr Froðba. Hann var handverkari
og maskinmeistari, og hann var nógv ár
pedellur í kommunuskúlanum.
Tey fingu fýra børn, og nú passaði
Margretha bæði børn og handil. Hon helt
fast um tað gamla. Døgurðin var kl 12, og
hevði onkur ørindi í handlinum, so máttu
tey koma uppá, har Margretha búði vi
familju. Men hetta var ikki nakar trupul
leiki, og hon rann ímillum. Hjalmar doyði í
1950, og tá yvirtók Margretha handilin.
Ein gamal granni er Bjarki Ziska. Hann
minnist millum annað, at tað vóru heilt
serligir dagar, tá ið ferðamannaskipini komu
úr Danmark. Tá komu jú vikubløðini. Teir
dagarnar var opið út á kvøldið, so fólk kundu
fáa bløðini, so skjótt tey komu í land. Hesar
dagar var stórur trafikkur í grannalagnum.
Bjarki minnist tey sum sera góðar grann
ar og eisini fyri teirra umhugsan. Pápi
Bjarka, Marius, doyði tá ið Bjarki var 14
ár. Men tá ið Mortan var á útróðri var altíð
eitt kók lagt av til tey hjá Marius.
Trúfesti vísti seg eisini við, at Margretha
gekk til hvønn føðingardag og aðrar merk
isdagar hjá teimum.
Tey ferðaðust nógv, eisini tá ið tað ikki
var so vanligt. Margretha og Mortan vóru
fleiri ferðir í Ísrael. Mortan fekk nýrasjúku
og mátti hava dialysuviðgerð fleiri ferðir
um vikuna, og hana kundi hann ikki fáa í
Føroyum. Tískil komu tey at búgva á Hotel
Tórshavn í 2½ ár. Her kom hennara lætta
lyndi eisini til sjóndar. Á hotellinum vóru
nógv illa fyri, men Margretha lýsti upp
millum hini, sum búðu har, og hon hjálpti
teimum, hon var saman við. Sum nevnt var
í kirkjuni var ein liður í hesum at hjálpa
fólki at finna oman í Daells Varehus, har
føroyingar annars kendu seg sum heima!
Margretha og tey fóru í holt við eitt átak,
so tað kundi gerast møguligt at dialysu
sjúklingar kundu viðgerast í Føroyum.
Hetta eydnaðist. Tey komu aftur til Føroy
ar, her Mortan fekk eini tvey ár, áðrenn
hann doyði í 1995.
Margretha var framvegis virkin, og hon
kom at ganga nógv í Tilhaldið, sum gjørdist
sum eitt annað heim hjá henni. Javnan sást
hon í býnum, og hvørja ferð fingu vit eitt
prát, bæði um gamlar dagar og um aktuel
evni. Margretha var sera vitandi, og hon
hevði sannliga eisini sínar meiningar.
Sum sagt átti Margretha fýra børn. Tvær
døtur búgva í Danmark. Michala er gift við
Jørn, og tey eiga eitt barn. Brynhild og Ib
eiga eisini eitt barn. Elsa Maria er gift við
Hans Martin úr Kvívík, og tey eiga fýra
børn. Hjalmar, sum nú rekur bókahandilin,
er giftur við Tinnu úr Skopun, og tey eiga
trý børn.
Margretha var ein persónligheit, sum
mong fara at minnast við takksemi.
ó.
Til minnis um Margrethu hjá Hjalmari
Hjalmar Jacobsen, stovnari av Hjalmar Jacobsens Bókahandli, saman við
abbasoninum Hjalmar Petersen, sum nú rekur handildin
Margretha saman við børnunum. Frá vinstru Elsa Maria, Hjalmar, Michala, Brynhild og
Margretha