týsdagur 25. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 25. september 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Olav Askildsen í Tórshavn fer til gravar úr Ebene
zer mikudagin klokkan 13. Bønarhald verður í
Ebenzer í dag klokkan 15. Tey, ið vilja minnast
Olav kunnu lata Kristnastovu eina peningagávu.
Konta í peningastovnunum
Martin Jakobsen, ættaður av Glyvrum, fer til
gravar úr Havnar Kirkju mikudagin kl.14. Bønar
hald verður í Havnar Kirkju týsdagin kl. 17
Andlát og jarðarferðir
Góði Martin
Tungt er at sita og skriva miningar
orð um teg. Hóast vit vistu, at tú
stríddist við svára sjúku, so varð tank
in um, at vit kundu missa teg, skúgv
aður til viks. Vit hava sæð teg í nógv
um ringum løtum, men altíð komst
tú víðari. Tú gav ongatíð upp. Tú
gramdi teg ongantíð. Tað var sum
hevði tú hangandi á tær eitt skelti, ið
segði “ Eg klári tað nokk”. Altíð
fanst tú eina leið víðari. Góði Martin,
tú vart ein kempa.
Nógvar eru løturnar at minnast aftur
á, tí vit hava upplivað so nógvar væl
signaðar løtur saman. Stuttligir vóru
túrarnir um sumrarnar, tá vit saman
við Katrini og tær og øllum okkara
børnum fóru í leir at liggja í tjaldi. Vit
fiskaðu og gingu nógvar trúrar.
Gjørdu bátar av mjólkarpakkum til
børnini at sigla kapp við. Og ikki
minst, hvussu vit hugnaðu okkum í
tjaldinum um kvøldarnar. Har vórðu
settir og svaraðir stórir spurningar og
loystir líka stórir trupulleikar. Øll
børn okkara nutu hugnan, og tí bera
tey arvin víðari við teirra børnum.
Og túrarnir á floti – hóast tú seinastu
túrarnar mátti góðtaka at draga teir
flesu sitandi á toftubekkinum.
Altíð var tað spennandi at tosa við
teg. Tú kundi altíð finna ein annan
vinkul at síggja tingini út frá. Tíni
evni at síggja ljóst upp á lívið hjálptu
tær eisini, so hvørt heilsan viknaði
alt meira. Góði Martin, vit fara at
sakna teg. Ein uggi er nú, at tú ikki
líðir longur, at tú ert komin til ein
betri stað, har eingin pína ella neyð
er til.
Góða Katrin, Høgni, Tóra, Edith
og Jóan Pauli, tit hava mist ein góðan
mann, pápa og abba. Men tit hava
nógv góð og stuttlig minni um hann,
ið tit fara at gleðast um.
Má Harrin hjálpa tykkum at finna
leið í sorgini á sama hátt, sum Hann
hjálpti Martini gjøgnum lívið.
Vit vilja við hesum lýsa frið yvir
minnið um Martin. Hann verður
verandi í minni okkara.
Hans Eli og Birna
Minningarorð um
Martin Jacobsen
f. 25.09.1951 – d. 21.09.2007
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Martin Jakobsen
ættaður av Bakka á Glyvrum
andaðist fríggjadagin 21.september, 55 ára gamal.
Bønarhald verður í Havnar Kirkju týsdagin kl.17.
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju mikudagin kl. 14.
Familjunnar vegna
Katrin, Høgni, Tóra, Edith og Jóan Pauli
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Sølvi Reinert
Hansen hevur tikið
við sum nýggjur
stjóri í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd eftir
Jón Kragesteen, sum
hevur verið stóri
seinastu mongu árini.
Í hesum sambandið
var móttøka á Hotel
Hafnia mánadagin
Móttøka:
Myndir Magnus Gunnarsson
Almenn móttka var á Hotel
Hafnia mánadagin 24. sep
tember í sambandi við at
Jón Kragesteen fer úr starvi
og Sølvi Reinert Hansen
hevur tikið við stjórastarvin
um á Ráðnum fyri Ferðslu
trygd.
Umframt nýggja og frá
farandi stjóran og formannin
í Ferðslutrygd hildu eisini
hesir røðu undir móttøkuni:
Petur J. Sigvardsen, fyrrver
andi formaður og heiðurs
limur í Ferðslutrygd, Jón
Klein Olsen frá politinum,
og Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður.
Sølvi Reinert Hansen er
36 ára gamal. Hann hevur
lisið søgu og danskt og hev
ur haraftrat undirvíst í mið
námsskúla, har hann sam
stundis var lestrarvegleiðari.
Seinastu fimm árini hevur
Sølvi Reinert Hansen verið
ítróttaráðgevi hjá ÍSF.
Sølvi Reinert Hansen hev
ur síðan hálvan august
arbeitt saman við fráfarandi
stjóranum, Jón Kragesteen.
Tað er starvsnevndin í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
sum hevur sett Sølva Rein
ert Hansen sum stjóra. For
maður í RFF er Høgni í
Stórustovu.
mg
Sølvi stjóri í Ferðslutrygd
Sølvi Reinert Hansen, nýggi stjórin í Ferðslutrygd, Høgni í Stórustovu, formaður í
Ferðslutrygd, og Jón Kragesteen, fráfarandi stjóri
Jón Kragesteen (h.m.) ynskir Sølva Reinert Hansen alt tað
besta við nýggja starvinum
Dagurin
26. september. Adolf, deyður umleið 824. Sonur mus
limskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til Cor
doba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men varð
klagaður og tikin av døgum. Týskt navn ið merkir
aðalborin, úlvur.