týsdagur 25. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 185 - 25. september 2007
tíðindi
Frá 1. november verð
ur nýggjur skipari
á brúnni á almenna
stovninum Jarðfeingi.
Petur Joensen loysir
Sigurð í Jákupsstovu
av, meðan hesin er í
farloyvi í tvey ár
AvloysAri
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað verður ein nýggjur mað
ur, sum fer at hava ábyrgdina
av eitt nú oljuleitingini við
Føroyar komandi tvey árini.
Petur Joensen, sum hevur
arbeitt á Jarðfeingi seinastu
10 árini, fer at røkja stjóra
starvið á stovninum frá 1.
november og tvey ár fram.
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri
á Jarðfeingi fer í farloyvi
komandi tvey árini og flytur
til Íslands saman við familj
uni.
Sigurð fer hesa tíðina m.
a. at arbeiða hjá íslendska
orkustovninum, har hann
skal taka sær av ráðgevara
uppgávum fyri Jarðfeingi,
her serstakliga á orku og
elveitingarøkinum.
Petur
Joensen, sum hevur búskap
arliga útbúgving, hevur eitt
nú tikið sær av mongu milli
ónunum,
sum
oljufeløg
hava latið til førleikamenn
ing av føroyska vinnulívi
num í oljuhøpi.
Sigurð heldur sjálvur, at
vit kunnu læra nógv av
íslendingum á ikki minst
elveitingarøkinum.
Hann
kann so eisini afturfyri geva
sítt íkast til komandi olju
leiting á íslendska land
grunninum. Íslendingar eru
júst í ferð við at leggja sein
astu hond á eina kolvetnis
lóggávu í sambandi við, at
teir fara undir fyrstu útbjóð
ingina nakrantíð. Útbjóðing
in verður um eitt ár ella so.
Tað er eitt øki á Jan Mayen
rygginum, sum liggur innan
fyri 200 fjórðinga markið.
Sigurð í Jákupsstovu held
ur ábyrgdin av Jarðfeingi
liggur í góðum hondum, nú
Petur Joensen tekur yvir.
Eitt tað seinasta, sum Sig
urð tekst við, nú áðrenn
hann fer í farloyvi er at fáa
3. útbjóðingina uppá pláss.
Uppá fyrispurning um treyt
irnar í komandi útbjóðing
fara at vera strangari sigur
hann, at sjálvandi eiga vit
fyrst og fremst at fremja før
oysk áhugamál, men sam
tíðis skulu vit gera tað
áhugavert hjá útlendskum
oljufeløgum at vera her.
Talan er um at finna ta
bestu javnvágina. Arbeitt
verður út frá hesum setn
ingi, nú ein nýggj útbjóðing
verður sett út í kortið.
Sigurð ivast ikki í, at eftir
maðurin fær nóg mikið at
gera, tí áhugin fyri økinum
Nýggjur maður á brúnni
Sigurð í Jákupssstovu, stjóri á Jarðfeingi, fer í farloyvi í tvey ár frá 1. november. Hesa tíðina fer Petur Joensen at røkja stjórauppgávuna