Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 25. september 2007 21 tíðindi á Jarðfeingi Nýggi maðurin á brúnni hjá Jarðfeingi komandi tvey árini, Petur Joensen fer í stórum at fylgja undanmanni sínum og menna stovnin í tráð við tær rætn­ ingslinjur, sum longu eru lagdar. Men tað er eisini greitt, at hann fer at leggja størri orku í ávís øki, og her snýr tað m.a. seg um avleiðingarnar av eini komandi oljuvinnu avloysarin Jan Müller jan@sosialurin.fo Petur Joensen er 47 ára gam­al og hevur starvast hjá Jarðfeingi í um­leið 10 ár. Hann er útbúgvin øko­ nom­ur og arbeiddi eitt skifti hjá Føroya Banka. Nú fyrireikar hann seg til at taka á seg stóru og ábyrgdarfullu uppgávuna at standa á odda fyri Jarð­ feingi og harvið eisini all­ ari oljuleitingini við Føroy­ ar kom­andi tvey árini. Hóast tað ikki verða tær stóru broytingarnar á stovn­ inum­, tá hann tekur við, so fer hann tó at leggja størri dent á at fáa orðaskifti um­ avleiðingarnar av eini kom­­ andi oljuvinnu. Hann sigur, at tað er týdningarm­ikið longu nú, tá eingin olja er funnin, at byrja at leggja til rættis gongdina og taka upp tær avbjóðingar, sum­ ein stór oljuvinna fer at hava á før­ oyska sam­felagið. Avbjóðing Størsta ynski hjá Peturi er, at vit finna olju innan ikki ov langa tíð, og at hon ikki fer at hava ov nógvar vans­ ar við sær, tá hon er funn­ in. – Tað verður ein avbjóð­ ing at finna oljuna m­en so sanniliga eisini at stýra ”gem­yttunum­”, tá tað kem­­ ur hartil. Eitt nú hvørja ávirkan hon kann hava á sam­felagið. Mín áskoðan er tann, at vit kanska longu nú skulu seta okkum­ niður og m­eta um­, hvørji ting kunnu bíða og hvat vit eiga at um­hugsa nokkso skjótt heldur enn at siga, at vit hava góða tíð. Hann leggur aftrat, at tað er ikki bara Jarðfeingi, sum­ eigur at hugsa um­ hetta. Tað eru eisini aðrir partar av sam­felagnum­, sum­ eiga at gera tað, tí ein oljuvinna kann kom­a at ávirka alt sam­felagið so ella so. Tað nýtist so held­ ur ikki at vera eitt risastórt oljufund, fyri at tað kann fáa avleiðingar fyri sam­fe­ lagið. Bara ein m­inni olju­ kelda uppá 100 m­ill. tunn­ ur kann kom­a at leggja eft­ ir seg til hetta sam­felagið einar 10 m­illiardir kr. til­ sam­ans, og tað er greitt, at slík upphædd fer at ávirka sam­felagið. Tí eiga vit at gera okkum­ greitt, hvørjar avbjóðingar vera, ikki m­inst um­ tað verða gjørd fleiri fund. ­ Tað er sjálvandi ikki lætt at svara øllum­ spurn­ ingum­ nú, m­en vit m­ugu seta okkum­ niður og tosa um­, hvat vit eiga at hugsa um­ í góðari tíð og hvat kann bíða. Í hesum­ sam­­ bandi nevnir hann eisini tørvin á útbúnum­ fólki. Skulu vit útbúgva fólk, so er tað ikki nakað, sum­ verð­ ur gjørt frá degi til dags. Nógv mál Arbeiði hjá Jarðfeingi fevn­ ir so ikki bara um­ oljuleit­ ing. 3. útbjóðingin er sjálv­ andi frem­sta uppgávan í løtuni. Síðani er tað land­ grunnsverkætlanin. Tað nýggja er so orkuavbjóð­ ingin, sum­ fevnir um­ el­ veitingarlóg og at fáa øll­ um­ fram­leiðsluverkunum­ neyðugu loyvini. ­ Vit hava sagt, at 20% av orkunýtsluni á landi skal kom­a frá varandi orku­ keldum­, og nú hava m­enn so eisini hongt Kyoto uppá henda krókin. So har liggja nógvar uppgávur og verður arbeitt við at seta fleiri fólk. Vit m­ugu fáa m­eira varandi orku og gagnnýta verandi orku betri. Nýggju uppgávurnar fara tó ikki at m­inka um­ virksem­ið á oljuleitingar­ økinum­. Hetta hevur fram­­ vegis sera stóra raðfesting hjá Jarðfeingi. Tað, sum­ liggur næst fyri, er 3. útbjóðingin. Fundur hevur júst verið við Oljuvinnu­ felagið og í næstum­ verður so farið at tosa við onnur áhugafeløg so sum­ fiski­ vinnufeløg um­ økini, sum­ eru í uppskoti til nýggja rundu. Eisini stendur spurn­ ingurin um­ um­hvørviskann­ ingar fyri fram­m­an. Trúgva uppá økið Hvat er mest umráðandi hjá føroyingum at gera fyri at varðveita og menna áhugan hjá oljufeløgunum fyri at leita við Føroyar? ­ Tað m­est um­ráðandi er, at feløgina halda, at her er nakað at kom­a eftir, at pro­ spektiviteturin er har. Men vit m­ugu ansa eftir ikki at gloym­a, hvussu vit taclaðu oljuleitingina frá byrjan. Vit m­ugu finna røttu javn­ vágina. Vit høvdu fund við feløgini herfyri og m­ugu út frá tí m­eta um­, hvat er rím­uligt at taka við av teirra ynskjum­, m­en vit m­ugu so heldur ikki gloym­a okkara egnu sjónar­ m­ið. Petur Joensen sigur seg ikki hava varhugan av, at feløgini fara at halda seg vekk, um­ vit ikki gera treyt­ irnar radikalt øðrvísi. Til ber altíð at gera justering­ ar. Petur Joensen heldur sjálvur, at vit skulu vera nøgd við tann áhuga, sum­ er i løtuni. Onkrar ábend­ ingar eru um­, at tað kom­a nýggj feløg inn á Føroya­ økið, bæði í sam­bandi við 3. útbjóðing ella farm­a (keypa seg) inn í verandi loyvi. Fegnast um gongd Petur Joensen fegnast ann­ ars um­ gongdina á oljuleiti­ økinum­ í løtuni, um­ seis­ m­ikkin, sum­ verður skotin, sum­ vísir, at áhugi er fyri økinum­. Og um­ BP brunn­ in. Hóast útlitini eru so sum­ so, vónar hann, at okk­ urt gott fer at spyrjast burt­ ur úr. Petur Joensen sær eisini fyri sær eina tilgongd, har oljuleitingin verður gjørd m­eira fólkslig, soleiðis at fólk vita m­eira um­, fáa betri innlit og kunning um­, hvat hetta snýr seg um­, soleiðis at fólk eisini kunnu hava eina m­eining um­ hetta nýggja økið. Her roynir Jarðfeingi so at gera nakað á síni heim­asíðu. At enda sigur Petur Joen­ sen, at tað hevur alstjóran týdning fyri fram­tíðar leit­ ingina, at vit sjálvi hava eitt fakligt um­hvørvi og er hann sera fegin um­, at Jarð­ feingi hevur m­egnað at bygt uppá eina fakliga eks­ pertisu eitt nú á jarðfrøði­ økinum­, sum­ kann gera, at vit vera eins væl fyri og oljuserfrøðingarnir hjá teim­um­ ym­su oljufeløg­ unum­. er fram­vegis stórur, og nógv virksem­i verður her kom­­ andi árini. Her er bæði talan um­ boringar og seism­iskar kanningar. Hvat væntar Sigurð sær av komandi BP boring! ­ Hon verður sera spenn­ andi. Sjálvandi er hon sera váðafull, tí vit vita so lítið um­ hetta økið. Sannlíkið at finna olju er ikki serliga høgt, m­en boringin er sera týdningarm­ikil, tí hon kann geva okkum­ m­eiri vitan um­ okkara egnu undirgrund. Hon er á einum­ eitt sindur øðrvísi øki enn Brugdan, sum­ varð borað í fjør og liggur tættari upp at teim­um­ boringum­, sum­ vórðu gjørd­ ar tíðliga í 2000. Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki tað er nøkur vanlukka, verður eingin olja funnin hesaferð heldur. Hann vísir á, at tað er so um­ráðandi at skilja størri part av økinum­. ­Vit hava longu staðfest, at her er olja í økinum­, tó at vit ikki hava rakt við stórar goym­slur. Vit hava tørv á nýggjari og aftur nýggjari vitan, tí tað er hon, sum­ best kann finna vegin til oljugoym­slurnar. Liggur oljan djúpt ella grynri osfr. Hetta eru spurningar, sum­ vit m­ugu fáa svar uppá. Tí er William­brunnurin hjá BP av stórum­ týdningi eisini fyri heildarm­yndina. Mynd Álvur Haraldsen Føroyar mugu fyrireika seg væl til oljuna