Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 185 - 25. september 2007 tíðindi Ummæli av Heystframsýningini Tekstur og myndir: Kinna Poulsen “Rakka okkum bara niður” skjeyt ein av listamonnunum upp og hóast tað mundi vera í spølni føldi ummælarin seg eitt sindur rakta av avbjóðingini, nú hon var á veg heim fyri á triðja sinni at skriva ummæli av Heystfram­ sýningini, sum allarhelst eisini hesa ferð fór at hella tann positiva vegin. Tann triðja Heystframsýningin bjóðar í løtuni uppá tríggjar sera ymiskar, men altso góðar listaupplivingar í høvuðsstaðnum fram til 14.oktober. Sjálvt um góðskan er á høgum støði, er ein ávísur vandi fyri endurtøkum til staðar, tá tey somu listafólkini sýna fram ár undan ári í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Ein ávís endur­ nýggjan er neyðug, skal listin fram­ haldandi kennast livandi og viðkom­ andi og tí er tað gott fyri ikki at siga neyðugt, at heystframsýningarbólkuri n hevur tikið stig til at víðka um framsýningina og bjóða gestafram­ sýnarum við at sýna fram á teirra framsýning. Norðurlandahúsið Uppsetingin av listaverkunum í Norðurlandahúsinum er fyrimyndar­ liga góð. Framsýningin er ljós og vøkur og vísir hvussu framúr væl egnað Norðurlandahúsið er til glaslist. Hjördis Haack málar á lørift, men hennara átta stóru oljumálningar eru sum gjørdir til tann risastóra veggin í Klingruni og so hóska teir eisini ómetaliga væl saman við glasverkunum í sama rúmi. Samanumtikið er árinið av mynd­ listini í Klingruni ógvuliga estetiskt, samstundis sum verkini hava nakað kvirt og grundandi yvir sær. Málningarnir hjá Hjördis Haack mynda ein silvurtallerk, sum allir spegla hvør sína spegilsmynd. Hjördis hevur áður arbeitt við speglingum og við endurtøku av einum ávísum myndevni, sum verður málað í fleiri variantum við smáum avvikum. Stílurin er eftir øllum at døma realistiskur, hóast mynda­ tilgongdin tykist abstrakt og grundað á hugskot. Monumentalu myndirnar eru sansaligar, bæði tá talan er um støddina, sum loyvir áskoðaranum so at siga at fara likamliga inn í mynd­ ina og tá talan er um ta eyðsýndu gleðina fyri tí tilfarsliga, sum gevur áminningar um málarí í barokktíðini. Stólurin hjá Madonnu Hjá amerikanska listamanninum Danny Lane, sum býr og arbeiðir í London, er eisini okkurt barokk­kent yvir hansara vakurleikadyrkan og serliga ansi fyri dekorativum detaljum. Split Wall eitur eitt framúrskarandi verk hjá listamanninum, sum í løtuni sær út sum um tað hoyrir til har tað stendur út í móti glasvegginum í Klingruni. Stóra glasstandmyndin er lagað upp av glasflísum, sum tilsamans tykjast mynda ein kompaktan blokk, ið er klovnaður. Men tað sæst skjótt, at rivan niður í gjøgnum standmyndina er gjølla umhugsað; hvør einstøk glasflís er fílað soleiðis, at hon passar inn í eina heild, sum broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til standmyndina. Verkini hjá Danny Lane tykjast ógvuliga estetiskt tilvitað og tað vísir seg eisini, at hann sniðgevur innbúgv, tó at tað, sum verður framsýnt á Heystframsýningini neyvan er hugsað til praktiska nýtslu. Eg hevði so ikki torað at sett meg í tann lættbeinta, etruskiska glasstólin, men tað liggur ivaleyst betri fyri hjá Madonnu. Í øllum førum sigst hon eiga seks stykkir av hesum etruskiska stólinum, sum hon hevur fingið til gávus frá listamanninum. Blátt Ultramarinblái liturin hjá Tróndi Paturssyni er eyðkendur og hann er eisini høvuðslitur í ekspressivu, dekorativu glaslistaverkunum á hesum sinni. Tróndur sýnir m.a. fram eina 2,8 metrar høga glassúlu við ljósi innaní, sum ber heitið “Stakkur” og sum snýr seg um náttúruupplivingina av klettum og havi sum støði fyri eini kosmiskari fatan. Tróndur Patursson hevur fyrr sýnt fram glaslist saman við Danny Lane, so tað mann vera honum fyri at takka, at vit hava fingið eitt tílíkt heimsnavn við á ársins Heystfram­ sýning. Skipasmiðjan Myndirnar hjá Anker Mortensen snúgva seg javnan um tað andaliga, men hesa ferð sýnir hann eisini fram Tann góða, tann sanna og Ein av flúgvandi tallerkum Hjørdis Hacks Verkini hjá John Olsen samskifta við hølini ’Split Wall’ hjá Danny Lane sær út sum um tað eigur at standa í Klingruni ’Etruscan Chair’ sær skroypiligur út Smádrongurin hjá Tummas Jákupi Thomsen er umgirdur av tómrúmi