Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 25. september 2007 23 tíðindi tann virkuliga vakra... Tróndur hevur gjørt hetta merkiliga runda verkið Træstandmyndirnar hjá Anker Mortensen kundu mint um totempelar Bárður Jákupsson er rættiliga abstraktur viðhvørt Ein av teimum psykodelisku sjónunum hjá Tummas Jákupi Thomsen ’Eg sá deyðan’ hjá Mariusi Olsen standmyndir úr træi, sum sanniliga hava ein rituellan dám og sum hóska væl saman við teimum smáu ikonunum, sum hann hevur við á framsýningini. Hansara standmyndir stinga seg eitt sindur burturúr heildini og tað sama ger tað eina verki við teksti hjá Bjarna Werner Sørensen eisini. “Hetta er tann ordiliga Heystframsýningin” hoyrdi eg onkran greiða frá á ferniseringini. Á Skipasmiðjuni er tað samlaða úttrykkið eitt sindur meira lívligt enn í hinum báðum framsýningunum og tað kemst sjálvandi av, at vit her uppliva heili tíggju listafólk framsýna saman. Her verður sýnt fram nakað av tí besta av sonevndu føroyalistini (Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Torbjørn Olsen), sum bjóðar uppá føgur, meir og minni abstrakt landsløg, umframt eina fína lítla lýsing av Torbjørn Olsen, sum Andrias Andriasen hevur evnað til. Yngra ættarliðið av listafólkum er eisini umboðað við tveimum dynam­ iskum kompositiónum hjá Hansinu Iversen og onkrum øðrvísi, speiskum myndum hjá Hanna Bjartalíð. Óhugni Gestaframsýnarin Tummas Jákup Thomsen hevur kanska tað sermerktasta listarliga úttrykkið, ið er surrealistiskt eins og tað plagar, men óhugnaligari enn áður. Hann sýnir fram trý stór verk, har tað eina er sett saman av 9 løriftum. Hetta verkið er eisini tað, sum er mest eyðkent fyri stílin hjá Tummas Jákup, sum bæði er surreellur, psyko­ deliskur, naturalistiskur og naivur – alt í senn. Tummas Jákup teknar við blýanti á lørift og brúkar harumframt máling í heilt fáum litum; hvítt, blátt og svart. Tað samlaða árinið í hansara bási er virkuliga kalt. Á gólvinum standa smáar rammur við tekningum, sum tykjast barnsliga hugaðar. Á endavegginum sæst sjálvsmynd av listamanninum sum smádrongur. Hann er sunnudagsklæddur í troyggju og slipsi, væl greiddur við hondunum pent liggjandi framm á knøini. Sum hesin smádrongurin situr á kantinum á einum svørtum kassa og hyggur eftir onkrum uttanfyri myndarúmið, tykist hann fullkomiliga einsamallur, umgirdur av kulda. Marius Olsen hevur bert tríggjar myndir við á framsýningini í ár, men tær eru ótrúliga sterkar. Tann reyða sjálvsmyndin “Eg sá deyðan” gevur hugasamband við “Rød Villvin” hjá Edvardi Munch og er tó alt annað enn patetisk og patetisk gamaldags. Pakkhúsið At stíga inn í Müllers pakkhús er næstan sum at koma inn í eina kirkju, ella okkurt annað heilagt øki. Skýmliga hølið er upplýst av smalum ljósrípum, sum geva hølinum ein dramatiskan dám, sum hóskar væl til myndirnar hjá John Olsen. Summir áskoðarar eru forsyndaðir inn á glas­ rammurnar, sum spegla áskoðarar og rúmið, men eg haldi, at spegilsárinið er við til at undirstrika heildarkensluna av rúminum og listini. Við fyrsta eygnakast, tykjast myndirnar í litavali og detaljuríkdømi minna um gamlar raderingar og tusjtekningum hjá Leonardo da Vinci ella Albrecht Dürer, men hyggur tú nærri, sært tú, at tað í veruleikanum snýr seg um lutfalsliga nonfigurativ verk, sum eru skapað av og í náttúruni. John Olsen hevur ein rættiliga sermerktan arbeiðshátt, sum gongur fyri seg í fleiri umførum uttanfyri, helst tá tað er kalt í veðrinum. Hann letur seg inspirera av sláturi, sum hann brúkar beinleiðis í myndagerðini t.d. kann hann brúka skinnið, tálgina ella vombina til tess at sletta ella seta avtrykk á pappírið. Úrslitið er nakrar áhugaverdar myndir við lívrunnum formum, sum líkjast onkrum ímyndandi og so allíkavæl ikki og sum allar tilsamans hava okkurt ævigt, rituelt yvir sær. Framsýningin er virkuliga vøkur og hóskar sum so saman við restini av Heystframsýningin 2007; ein góð og fjølbroytt listaframsýning við einum greiðum forkærleika fyri tí vakra og dekorativa.