týsdagur 25. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 185 - 25. september 2007
Uttan sjóvegis sam
bandið vóru nóls
oyingar púrasta
avskornir frá umheim
inum. Í løtuni røkir
Silja Star hesa sigl
ingina, meðan bíðað
verður eftir Rituni ,
sum er til umvælingar
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nólsoy: - At sigla við Silju
er sum at sita í einum bussi.
Hetta er tað reina luksus!,
sigur ein nólsoyarkona.
Hon er á veg til Havnar
einihvørji
ørindi
henda
vakra og stilla hósdagin í
farnu viku.
Fólkið í oynni man vita
alt um, hvat tað vil siga at
ferðast um Nólsoyarfjørðin
í ringum líkindum. Men
henda dagin er eingin orsøk
at hugsa um slíkt.
Silja Star leggur frá landi
í Nólsoy kl. 9:55 stundisliga.
Komin út um brimgarðin
verður ferð sett á og skúm-
andi verður kósin sett móti
høvuðsstaðnum. Hetta letur
seg væl gera ein slíkan dag,
tí kyrt er í sjónum og streym-
urin lítil.
Einar 7 minuttir seinni
verður slakað av aftur. Mol-
in í Havn kemur undan kavi
og lítla løtu seinni kann
ferðafólkið trygt fara í land
við Bursatanga í Havn.
Soleiðis hevur lagið verið
í eina tíð, samstundis sum
Ritan hevur verið til um-
vælingar.
Sum nevnt í blaðnum
leygardagin eru fólk í oynni
fegin um hesa loysnina. Tey
eru tó fult vitandi um, at
Silja Star bert kann røkja
hesa siglingina um summ-
arið.
- Eingin hugsingur er um,
at Silja kann sigla um Nóls-
oyarfjørð á hávetri. Tá
mugu vit hava Rituna aftur.
- Ritan er gauv, men er
kortini ikki nøktandi sum
ferðamannaskip í framtíðini.
Vit ynskja eitt annað og
betri far, sigur ein annar
nólsoyingur á bryggjuni.
Ein arbeiðsbólkur í Nóls-
oy arbeiðir við hesum máli-
num, men enn dugir eingin
at siga nær eitt nýtt skip fer
at sigla um Nólsoyarfjørð.
Árstalið 2009 er nevnt.
Tað krevur hinvegin at pen-
ingur skal játtast, soleiðis at
farast kann undir prosjek-
teringina sum skjótast.
Tíðin farin
Seinastu mongu árini hevur
Ritan røkt hesa farleiðina.
Ritan er smíðað í 1971, og
hevur tænt væl hesi mongu
ár sum sambindingarlið hjá
oyggjarfólkinum við høv-
uðsstaðin.
Nólsoyingar og onnur
ferðandi eru helst neyvan í
iva um, at nú eru árini runn-
in undan henni og tískil
Ritan er gauv, men …
Nú Ritan er til umvælingar røkir Silja Star úr Vestmanna ferðasambandið. Fólk eru nøgd við hetta, men ynskja eina nýggja Ritu
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóast Ritan er meiri enn 35 ára gomul, er hon kortini besta skipið hjá nólsoyingum.
Mong ynskja hana aftur – men bert fyri eitt styttri skeið: Farast má undir eina nýggja
Ritu sum skjótast!